Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-29, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. apríl 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindi Nr. 81 - 29. apríl 2009 Nú veðurvánirnar fyri leygardagin eru so ivasamar, hevur nevndin aftanfyri Bátafelagið í Nes kommunu tikið avgerð um at útseta bátafestivalin í eina viku Festivalur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Bátafestivalurin, sum skuldi verða á Toftum nú ley­gar­ dagin, er útsettur í eina viku og verður í staðin ley­gardagin 9. mai. Hetta er endaliga greitt eftir fundin, sum nevndin í felagnum, ið stendur aftan­ fy­ri tiltakið, tók á fundi seinnapartin týsdagin. Hy­ggja vit, hvat DMI (Danmarks Meterologisk In­ stitut) í morgun sigur um veðrið ley­gardagin, fer ættin at liggja millum útsy­nning og vestan, og vindmegin fer at liggja millum 15 og 20 metrar um sekundið. Ættin fer upp í vestan, og vindurin minkar niður í 10­ 15 metrar um sekundið. Sunnudagin minkar vind­ urin uppaftur meira, niður í 5­10 metrar um sekundið, og ættin fer framhaldandi at liggja um vestan. Sama skrá Høgni W. Høgnesen, for­ maður í Bátafelagnum í Nes kommunu, sigur, at tað er umráðandi fy­ri ein slíkan bátafestival, at veðrið roy­nist nøkulunda, men veðurvánir­ nar til ley­gardagin eru iving­ arsamar og einki serligar. ­ Vit hava tí tikið avleið­ ingarnar av hesum og hava gjørt av at útseta tiltakið í eina viku ­ ella til ley­gardagin 9. mai. Hann vísir á, at skrá og tíðir, sum lagdar eru fy­ri bátafestivalin, verða júst tær somu sum í løgdu skránni. Kanska Hallur ­ Einasta broy­ting er, at tað helst ikki verður Dansi­ orkestrið, sum kemur at spæla til dansin ley­garkvøld­ ið og sunnunáttina, men Hallur Joensen. Hetta fara vit at kunna um so skjótt, tað er endaliga greitt. Høgni W. Høgnesen sigur seg vóna, at nógvir bátar og hópur av fólki koma til by­gd­ ar, tá ársins fy­rsti bátafesti­ valur verður hildin á Toftum ley­gardagin 9. mai ­ vónandi í bestu líkindum. Høgni W. Høgnesen, formaður í Bátafelagnum í Nes kommunu Mynd: Vilmund Jacobsen Veðurvánir spældu bátafestivali eitt puss - Vit eru sera spentir eftir at koma í gongd, og vit halda ikki, at útlitini eru so galin, eitt nú tí, at sildastovnurin tykist vera væl fyri, sigur Jón Rasmussen, skipari. Higartil hevur alt gingið væl á longu heimferðini úr Chili NýbygNiNgur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Nýggja Norðborg er nú á veg norður gjøgnum Atlant­ arhavið, og gongst sum ætlað, verður skipið á Klaks­ vík dýra biðidag, 8. mai. ­ Norðborg fór úr Chili 14. apríl, og fy­ri eini viku síðan vóru teir ley­sir úr Panamaveitini, har teir eisini lógu í Panama í hálvt annað samdøgur. Vit hava tosað við Jón Rasmussen, skipara, sum ikki er við skipinum á heimferðini, men er heima og tekur sær av øðrum. Hann sigur, at siglitíðin úr Chili og heim til Føroy­a fer at liggja um 22 sam­ døgur, tá hálva annað sam­ døgnið í Panama er drigið frá. Roynist væl ­ Tá Norðborg var ley­s úr Panamaveitini, høvdu teir sjaskveður á leiðini ey­stur um Kuba. Vindurin var ímóti og inn á síðuna, men manningin umborð letur sera væl at skipinum, sum vísir seg at vera ógvuliga sjógott og fer væl við sær í sjónum. Hann sigur, at skipið hev­ ur riggað sera væl, men okk­ urt smávegis hevur verið. ­ Hetta eru tó bara smá­ ting, sum roknast kann við, tá ein nýby­gningur verður latin. Á brúnni umborð á Norðborg á veg heim úr Chili eru Kristian Martin Rasmussen, ið er my­nstr­ aður sum skipari, beiggi hansara Páll Rasmussen og sonur Kristian Martin, Bogi Rasmussen. ­ Tað verða Bogi og eg, sum koma at skiftast um at føra skipið, og síðan kemur pápi væntandi at loy­sa av onkran túrin. Eg ivist onga løtu í, at hann hevur hug at sleppa onkran túrin av og á, sigur Jón brosandi. Justeringar Jón Rasmussen væntar, at tá nýggja Norðborg er kom­ in higar til lands, fer tað at taka einar 10­14 dagar at rigga skipið til. ­ Chili er langt burtur, so tað eru nøkur ting, ið skulu instalerast og justerast her heima, eitt nú serligur teldu­ útbúnaður til verksmiðjuna, sum Formula letur. Hann sigur, at sjey­ flaka­ maskinur eru umborð á Norðborg, tá hon kemur, men pláss er fy­ri tveimum maskunum aftrat, sum reið­ aríið longu eigur. Hesar verða tó ikki settar í skipið beinanvegin, men tá tað fer at passa inn í gongdina og tíðarrammuna. ­ Umborð á gomlu Norð­ borg, sum í dag kallast Christian í Grótinum, eru seks flakalinjur. Jón sigur, at gamla skipið í løtuni stendur í dokkini á Skála, og í vikuni hava fólk, sum hava áhuga í at key­pa skipið, verið og hugt. ­ Í fy­rstu sy­fti verður gamla Norðborg seld, og síðan fer tíðin at vísa, hvussu verður við teimum rættindunum, leggur hann aftrat. Áður hevur Kristian Mart­ in sagt, at tað ikki er óhugsandi, at felagið fer at útvega sær eitt annað skip, sum tíðin gongur. ­ Orsøkin til, at vit hava gjørt av at kalla nýggja skipið Norðborg og ikki Christian í Grótinum er, at Christian í Grótinum ikki var seldur, tá navnið varð sveisað á nýby­gningin. Norðborg er eisini vorðið eitt kent navn á sínum mark­ naði við matvøru úr pelag­ Ivi um bin Laden Pakistanski forsetin, Asif Ali Zardari, segði í gjár, at pakistanska fregnartænastan vil vera við, at leiðarin í y­virgangsfelagsskapinum al­Qaeda, Osama bin Laden, er dey­ður. Zardari segði, at amerikanararnir siga seg ikki vita, hvørt bin Laden er á lívi ella ikki, men at sambært pakistonsku fregnartænastuni er tað mest sannlíkt, at hann er ikki á lívi longur. Talsmaðurin hjá amerikanska uttanríkisráðnum, Robin Wood, sigur við AP, at amerikanskir my­ndugleikar leita framvegis eftir Osama bin Laden, tí teir halda hann vera á lívi. Talsmaðurin legði afturat, at USA hevur ongar upplýsingar, sum benda á, at bin Laden er dey­ður. Hon tekur seg væl út við bryggju í Chili. Henda myndin er tikin fyri eini tíð síðan Norðborg á veg he