mikudagur 29. apríl 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindi
Nr. 81 - 29. apríl 2009
- Vit eru í holt við eitt
spennandi samstarv
um svartkjaftaflak,
sigur Jón Rasmussen
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Nú føroyska svartkjafta
kvotan er vorðin so lítil og
tað, sum eftir er at býta
millum pelagisku skipini í
Føroyum,
er
uppaftur
minni, kundi mangt bent á,
at útlitini hjá hesum flota
ikki eru nakað serlig.
Men teir, sum nú fáa ein
nýbygning úr Chili fyri
meiri enn 240 miljónir
krónur, lata ikki so illa at.
Nei, vit hava rímiliga
góðar vónir um, at hetta fer
at bera til.
Tað sigur Jón Rasmussen,
sum verður annar av føstu
skiparunum
við
nýggju
Norðborg.
Sildastovnurin er væl
fyri, men tað er svart
kjaftastovnurin ikki. Hin
vegin royna vit at fáa meira
burtur úr teimum tonsum
av svartkjafti, sum fella í
okkara lut at fiska.
Jón sigur, at Norðborg er
farin í eitt áhugavert sam
starv við Høvdavirkið í
Leirvík um svartkjaft.
Vit hava gjørt royndir
við at skráskera svartkjaft,
sum síðan verður turkaður í
Leirvík
og
seldur
til
Nigeriu.
Hann sigur, at Høvda
virkið kann bjóða Norðborg
5 krónur fyri kilo av flaki,
og tað heldur Jón ljóðar
áhugavert.
Ein slík verkætlan er
spennandi í sjálvum sær, og
eisini er tað áhugavert, at
Høvdavirkið turkar sína
vøru við orku frá brenni
støðini á Hagaleiti.
Jón Rasmussen vísir á, at
ein slík verkætlan er arbeiðs
skapandi við tað, at fleiri
fólk í Leirvík kunnu turka
og pakka hesa vøru, sam
stundis sum verkætlanin er
arbeiðsskapandi umborð á
Norðborg, har einir 30
mans eru í hesi fram
leiðslu.
Fær friðskjól í Peru
Andstøðuleiðarin í Venesuela, Manuel Rosales, hevur
fingið politiskt friðskjól í Peru. Rosales flýddi úr
Venesuela til Peru fyri nøkrum vikum síðani, og hann
legði venesuelska forsetan, Hugo Chavez, undir politiska
forfylging ímóti sær. Við teirri grundgeving hevur stjórnin
í Peru nú givið honum politiskt friðskjól har. Tann 56 ára
gamli Rosales var guvernørur í einum oljuøki í Venesuela
frá 2002 til 2004, og myndugleikarnir vilja vera við, at
hann misbrúkti sítt vald, og teir hava eisini lagt hann undir
svik. Í 2006 stillaði Rosales upp ímóti Hugo Chavez,
forseta, men tapti.
iskum fiskasløgum – ikki
minst úr sild, leggur hann
aftrat.
Helst sild
Tá nýggja Norðborg verður
klár at loysa, fer skipið
væntandi ein royndartúr á
svartkjaft, har útbúnaðurin
og flakamaskinurnar verða
royndar.
Hin møguleikin er, at
royndartúrurin verður eftir
sild. Vanliga byrjar silda
tíðin millum 20. og 25. mai,
men nú veldst eisini um,
hvat frættist um sild, tá tann
tíðin kemur.
Við nýggju Norðborg
verða einir 30 mans, og tað
eru einir 45 fleiri enn við
gamla skipinum.
Nú vit bara koma at
fiska við einum skipi fyri
bils, hava vit nóg mikið av
fólki at taka av, leggur hann
aftrat.
Nógv fyri pengarnar
Sjálvur
byggikostnaðurin
av Norðborg, sum er 83,5
metrar long og 18,4 metrar
breið, er 240 miljónir krón
ur, og aftrat hesum kemur
byggirenta, eftirlit, útgerð
og heimsigling.
Soleiðis verður samlaði
kostnaðurin nakrar miljónir
aftrat.
Jón Rasmussen sigur, at
teir eru nøgdir við prísin og
halda seg hava fingið nógv
fyri pengarnar.
Høvdu vit smíðað eitt
slíkt skip í Noregi í dag,
hevði kostnaðurin verið í
minsta lagi 100 miljónir
krónur meiri. Vit hava eisini
skilt, at eitt slíkt skip smíð
að í Chili í dag hevði kostað
einar
100120
miljónir
meiri, enn hetta skipið kost
ar.
Hann heldur tí ikki, at
teir kunnu vera annað enn
nøgdir við byggikostnaðin.
Vit eru sera spentir eftir
at koma í gongd, og vit
halda ikki, at útlitini eru so
galin, eitt nú tí, at silda
stovnurin tykist vera væl
fyri, sigur Jón Rasmussen.
eim úr Chili
Ganga nýggjar leiðir
Norðborg á heimferð – og
gongst sum ætlað, verður
skipið á Klaksvík dýra
biðidag