Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-29, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. apríl 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 81 - 29. apríl 2009 35 ára føðingardagur Tann 3. mai verður Solina Jacobsen 35 ár. Dagurin verður hildin 2. mai kl. 19.00 í Samljóð í Skopun við einum drekkamunni. 80 ára føðingardagur Í dag, 29. apríl - fyllir Sigga Dam, Tórshavn - 80 ár. Hon er burturstødd føðingardagin. 85 ára føðingardagur Í dag, 29. apríl, verður Petra Holm, Hvalba, 85 ár. Dagurin verður hildin saman við familjuni. 85 ára føðingardagur 1. mai verður Mortan Mortensen, Hvalba, 85 ár. Dagurin verður hildin saman við børnunum. Koyrilærarafelagið hevði eykaaðalfund fríggjadagin 24. apríl og var nýggj nevnd vald. Niels Petur Olsen ynskti ikki at halda fram sum for- maður, so Jari Lykke varð valdur til nýggjan formann. Fyri Stanley Olsen og John Christiansen vóru Andrea Isaksen og Benny Ejdes- gaard vald í nevndina, sum ein av komandi døgunum fer at skipa seg. Á fundinum var m.a. ynski frammi um at fáa eitt bú­merkið, sum limir í koyri- lærarafelagnum kunnu brú­ka á skú­lavogninum og í lýs- ingum, um teir ynskja tað. Jari Lykke sigur, at onnur ynski vóru frammi, m.a. at limir í felagnum ikki skulu samstarva við limir sum ikki eru limir í felagnum, skeið í fyrstuhjálp, eisini var ein hálkubreyt uppi at venda á fundinum. Hetta er nakað av tí, sum komandi nevndin fer at hyggja nærri eftir sigur Jari Lykke. Jari Lykke formaður Jari Lykke er nýggjur for­ maður í Koyrilærarafelagnum Í Sosialinum leygardagin 28. apríl 1984 stendur at í dag kl. 15.00 og kl. 17.00 framførir Havnar Sjónleik- arafelag leikin Pinocchio í Vakhú­si í Sandavági. Bussur koyrir ú­r Sørvági í sambandi við sýningarnar. Talan er um ein barnaleik fyri børn undir 80 ár stendur í blaðnum. Kári Jacobsen hevði leik- lutin sum Pinocchio og Anni Arge Jacobsen hevði leiklutin sum álvagentan. Fyri 25 árum síðan: Pinocchio í Vakhúsi Kári Jacobsen sum Pinocchio og Anni Arge Jacobsen sum álvagentan Andlát og jarðarferðir Aron Strømsten, Sanda­ vági, andaðist sunnudagin á Ríkissjú­krahú­sinum, 76 ára gamal. Jarðarferðin verður hósdagin kl. 14 ú­r Sandavágs kirkju. Sungið verður ú­r sálmabókini. Kirstin Baldwin, fødd Anthoniussen, vanliga nevnd Kirstin hjá Thalu, andaðist 27. apríl, 70 ára gomul. Maria Hansen, Klaks­ vík, andaðist á Sambýl- inum á Heygnum í nátt, 89 ára gomul. Jenny Miðberg, Vest­ manna, andaðist sunnu- kvøldið, 89 ára gomul. Farið verður ú­r Lands- sjú­krahú­skapellinum miku- dagin kl. 17. Jarðarferðin verður ú­r Vestmanna kirkju hósdagin kl. 14. Jana Olivia Jacobsen, ættað ú­r Fuglafirði, bú­sit- andi í Havn, andaðist mána- dagin, 91 ára gomul. Farið verður ú­r Landssjú­krahú­s- kapellinum hósdagin kl. 17. Jarðarferðin verður ú­r Kirkjugarðskapellinum fríggjadagin kl. 13. Andlát og jarðarferðir Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara Maria Hansen Klaksvík andaðist í Sambýlinum á Heygnum, 89 ára gomul. Kistan fer frá Sambýlinum á Heygnum hóskvøldið kl. 18.00. Jarðarferðin verður úr Betesda fríggjadagin kl. 13.30. Familjunnar vegna Marianna og Krissmund Tey, ið ynskja at minnast Mariu, kunnu lata eina peningagávu til Zarepta, konta í peningastovnunum. Dagurin 29. apríl. Pætur blóðvitnismaður, deyður í 1252. Dagurin hevur navn eftir einum dominikanamunki, sum varð myrdur av fíggindum í Milano (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Mynd frá ”Realskú­lafram- sýningini 1916-66”, sum Jór- unn Dánjalsdóttir skipaði fyri í Kommunuskú­lanum í Havn í 2007. Myndin er tikin fyri 45 árum síðan, í 1964. Realskú­lanæmingar eru til fráfaringarnátturða inni hjá Frøken Cohr, lærara, sum bú­ði í hú­sunum við síðuna av realskú­labygninginum. Næmingarnir eru f.v.: Anfríði Dam Jacobsen, Krisjan Dahl, Olaf Johansen og Ása Sørensen (á Mýrini) Um onkur hevur hug at ogna sær hesa mynd, er við- komandi vælkomin at venda sær til Jórunn Dánj- alsdóttir á telefon: 226024 (mynd nr. 486). Realskúlanæmingar í 1964 Myndaeigari: Jógvan Christiansen