mikudagur 29. apríl 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 81 - 29. apríl 2009
15
H
óast bæði Landsverk og
Tekniska Umsiting hjá
Klaksvíkar Kommunu mæltu
staðiliga til linjuføringina úr
Ánum til Árnafjarðar og haðani
víðari, so hevur meiriluti á
løgtingi við 2. viðgerð samtykt
eina heilt aðra og sera nógv
dýrari linjuføring úr Gerðabø,
sum ikki tekur hædd fyri lokalu
økisætlanini.
Tað er ógvuliga harmiligt, at
ein sum lokalur fólkavaldur
skal noyðast út í bløðini at hava
at eini løgtingsavgerð, eftir at
ein fyri hetta økið so týðandi
íløga er blivin samtykt við 2.
viðgerð á tingi, men eg kenni
meg noyddan til hetta, tí í
hesum máli hevur Føroya
Løgting ikki lurtað eftir teimum
tilmælum frá serkunnleikunum,
sum fyriliggja í málinum.
Hvat hava vit
serkunnleika til?
Bæði landsmyndugleikin og
tann størsta kommunan í
økinum, har henda íløga skal
gerast, hava fyri nógvum árum
síðan sett á stovn tekniskar
umsitingar, hvørs uppgáva er at
leggja ætlanir fyri veganet,
havnir, bústaðaútstykkingar,
vinnuútstykkingar o.s.fr. o.s.fr.
Hjá landinum tekur Landsverk
sær av hesi uppgávuni, og hjá
Klaksvíkar Kommunu er tað
Tekniska Umsiting, sum røkir
ta uppgávuna.
Í hesum máli hava báðir
nevndu serkunnleikar mælt til,
at innføringin til tunlarnar
norður um fjall
klaksvíkarmegin verður í
Ánum, og eru fleiri
grundgevingar fyri hesum:
• Linjuføringin úr Ánum er
sambært upplýsingum frá
Landsverki umleið 68 mkr.
bíligari enn tann úr
Gerðabø.
• Linjuføringin úr Ánum
tekur hædd fyri, at
Klaksvíkar Kommuna nú í
nógv á hevur arbeitt
sambært einari økisætlan,
har stórar og týðandi íløgur
eru gjørdar fram við
verandi linjuføring.
Nevnast kunnu íløgur sum
Norðhavnin í Ánum og
framtíðar vinnuøkið á
Strond, sum kommunan
hevur gjørt íløgur fyri eina
trísiffraða
milliónaupphædd.
• Linjuføringin úr Ánum
tekur hædd fyri, at vinnan í
Klaksvíkar Kommunu í
nógv ár hevur gjørt íløgur
fram við verandi
linjuføring, sum missa
virði, um hendan nú verður
broytt so munandi, sum
tingið nú hevur samtykt.
• Linjuføringin úr Ánum
tekur hædd fyri, at eisini
aðrar bygdir enn tær eystan
Múlan eru norðan fyri
Klaksvík, tí hendan
linjuføring kemur munandi
nærri teimum bygdunum
og bindir økið tættari
saman.
• Linjuføringin úr Ánum er
ein betri loysn fyri
Árnafjørð, tí hendan fer
avstað við minni av lendi
uttan um bygdina.
Sum ein av teimum lokalu
fólkavaldu kenni eg tað sum
mína skyldu at spyrja, hvat vit
hava okkara serkunnleika til, tá
ið Føroya Løgting ikki vil lurta
eftir honum í sambandi við so
stórar íløgur?!
Er henda avgerð veruliga
endalig?
Løgtingssamtykt
ímóti betri vitan
Hóast øll tingfólk hava skyldu
til at seta seg inn í tey mál, sum
koma fyri, so kann eg í ávísan
mun skilja, tá ið tingfólk, sum
ikki er lokalkend, eru við til
eina løgtingssamtykt sum hesa,
tí møguliga hava tey ikki ta
neyðugu vitanina til allar lutir í
tí, og tað kann eisini hugsast, at
tey halla seg til ráðini og
tilmælini frá teimum
tinglimunum, sum eru úr
økinum.
Hinvegin skilji eg als ikki, at
tingfólk, sum búgva í
Norðoyggjum, og sum hava
fingið greitt at vita um øll tey
nevndu viðurskifti, kortini
atkvøða ímóti tilmælinum frá
serkunnleikunum í málinum.
Umboð fyri Klaksvíkar
Kommunu hava á fundi við tey
flestu av tingfólkunum, sum
búgva í Norðoyggjum, greitt frá
teimum viðurskiftum, sum eg
her havi sett upp, og tí bæði
undrar og harmar tað meg
ógvuliga nógv, at tey kortini
samtykkja tvørturímóti
tilmælinum í málinum.
Brúka 68 mkr. eyka
til eina verri íløgu!
Tað kann ikki annað enn undra
ein almikið, at Føroya Løgting
skal fáa seg til at samtykkja
eina linjuføring, sum sambært
upplýsingum í miðlunum er
heilar 68 milliónir dýrari enn
tann linjuføringin, sum
Landsverk mælir til.
Tá ið ein so samstundis veit,
at hendan linjuføringin er eins
góð og tann úr Gerðabø fyri
bygdirnar eystan Múlan, at hon
kemur nærri teimum vestaru
bygdunum norðan fyri Klaksvík
og harvið bindur hesar betur
saman við hinum, OG at hon
samstundis er sera nógv betri
fyri Klaksvíkar Kommunu, so
er ilt at fáa eyga á nakran
skilagóðan logikk í málinum,
tíverri!
Kunoy, Haraldssund, Strond
og Ánir eru tær vestaru
bygdirnar í Norðoyggjum, sum
eru landfastar norðan fyri
Klaksvík. Fyri hesar er
linjuføringin í Ánunum ein
fyrimunur, tí tá verður munandi
styttri
millum eystaru og vestaru
bygdirnar. Hetta ger, at økið
verður betur og tættari bundið
saman. Eisini vinnur tú við
hesum, at tað verður ein og
sama, felags farleið so langt
norður, sum tað ber til, tvs. at
t.d. sama bussleið kann røkka
til fleiri bygdir á leiðini.
Skal løgtingið ikki
virða lokalar íløgur?
Í sambandi við hetta
løgtingsmál hevur Klaksvíkar
Kommuna, bæði yvir fyri
teimum lokalt búsitandi
løgtingsfólkunum, og í
løgtingsnevndini, lagt fram síni
sjónarmið, og eitt tað mest
tungtvigandi av hesum er tær
risa íløgur, sum Klaksvíkar
Kommuna hevur gjørt út frá
verandi linjuføring, har hendan
er ein týðandi fortreyt fyri
nyttuni av íløgunum.
Fyri tað fyrsta hevur
kommunan í nógv ár havt eitt
grótbrot á Strond, sum um
stutta tíð verður lagt um til eitt
sera stór vinnu- og ídnaðarøki,
har fyritøkur kunnu hava sítt
virksemi. Henda umlegging er
longu byrjað, og samskifti er
millum kommununa og
vinnufyritøkur, sum hava áhuga
í økinum.
Tann nýggjasta, sera stóra,
íløgan í hesum økinum er
Norðhavnin, sum liggur júst í
Ánum, har kommunan, eisini út
frá landsvegnum, sum kemur
beint framvið, hevur lagt eina
íløgu fyri eina trísiffraða
milliónaupphædd. Eisini henda
íløga er sera nógv tengd at
góðum sambandi við
landsvegin, bæði norðureftir og
suðureftir, og tað er eisini ein
orsøk til, at hon er løgd, har
hon nú liggur.
Um Føroya Løgting nú, ímóti
øllum serkunnleikatilmælum,
flytir linjuføringina langt burtur
frá hesum dýru og fyri
Klaksvíkar Kommunu sera
týðandi íløgum, verður hetta
eitt stórt bakkast fyri nyttuna og
virðið í hesum stóru og
strategisku íløgum.
Eg má enn einaferð spyrja,
um Føroya Løgting ikki hevur
skyldu at taka hædd fyri
teimum lokalu økisætlanunum,
sum kommunur kring landið
gera?!
Skal løgtingið ikki eisini
hugsa um Klaksvíkar
Kommunu?
Handilslívið heldur
ikki havt í huga
Sum støðan er í dag, hava vit í
Klaksvík á eystara armi ein hóp
av fyritøkum, handlum og
virkjum, sum hava gjørt íløgur í
bygningar o.a. fram við verandi
landsvegi norður um Klaksvík
til bygdirnar norðanfyri.
Tað er eingin ivi um, at hesar
fyritøkur í dag lutvíst liva av tí
inntøku, sum ferðslan eftir
hesum vegi gevur. Her er talan
um bæði borgarar í bygdunum
norðanfyri, sum tátta í 1000, og
ikki minst tosa vit her um
ferðafólkini, sum leggja leiðina
norðureftir.
Um linjuføringin nú verður
flutt so langt, so sum løgtingið
nú tykist ætla, so verður tað eitt
bakkast fyri hesar fyritøkurnar,
ikki minst í mun til
ferðavinnuna.
Sjálvur gjørdi eg vart við
hetta yvir fyri nøkrum
løgtingslimum hiðani úr
økinum, at ferðslan hevur
stóran týdning fyri og ávirkan
á, hvar handilsfólk leggja sínar
fyritøkur, tí ferðsla merkir lív
og fólk, og har, sum fólk er, eru
eisini inntøkur.
Tí verður tað ein missur fyri
handilslívið í Klaksvík á
eystara armi, um linjuføringin
nú verður flutt burtur frá
Klaksvík, úr Ánum og til
Gerðabø.
Hugsið um allar
partar í økinum!
At enda í hesi heldur drúgvu
grein vil eg staðiliga heita á
Føroya Løgting um at taka
hetta mál upp til nýggja
umhugsan, har lurtað verður
eftir teknisku serfrøðini, og har
tørvurin hjá ØLLUM pørtum
av Norðoyggjum verður tikin
við í avgerðina.
Tað er givið, at bygdirnar
norðan fyri fjall hava ein
ómetaliga stóran tørv á at fáa
hetta tunnils- og vegasambandi
dagført, og tí taki eg og eisini
Klaksvíkar Kommuna fult og
heilt undir við.
Men samstundis er tað
hugstoytt, at Føroya Løgting
ikki tekur umstøður og gjørdar
ætlanir og íløgur hjá Klaksvíkar
Kommunu við í avgerðina,
soleiðis at ALLIR partar av
Norðoyggjum kunnu verða
nøgdir og fáa best møguligan
fyrimun av hesum nýggja
vegasambandi í økinum.
Klaksvík, 27. apríl 2009
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag
Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009?
Send eina grein til post@sosialurin.fo
Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Eg fegnist um tunnilsíløguna
- men linjuføringin stríðir
við serkunnleikan
Tíðargreinin
tíðargreinin
Jógvan Skorheim
varaborgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu