mikudagur 29. apríl 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Damucruise
Sosialurin apríl 2009
Lekkur 3 rætta matskrá til
Fancy Damuparty - YAMMI
• Roulada av laksi v/noritang á frískum urtasalati v/lime creme
• Heilstoktur oksamørbrad v/sauce bordelaise, portvíns svampum
og rótfrugtum
• Klassisk Coupe Danoise ísdessert v/sjokulátasauce og vaffel
Fyritøkan Wellness verður við umborð við sera
góðum tilboðum uppá neglaviðgerð, manicure
og makeup. Eisini verður møguligt at fáa
Galvanic Spa, sum strammar húðina upp, økir
um blóðrensl og frískar upp við tí sokallaða
»rukkustrúkijarninum«. Tryggja tær tíð við at
bíleggja áðrenn hjá Wellness tlf. 223312
Wellness er
við umborð
Zoneterapi
Við zoneterapi kanst tú fáa
javnvág aftur í kroppin.
Eisini kann viðgerðin hjálpa
ímóti pínu og øðrum
sjúkueykennum. Tað verður
Oda Andreasen, sum á
Damucruise fer at geva tær
møguleika at njóta gott av
zoneterapi. Bílegg gjarna
tíð áðrenn.
Spennandi
Second-Hand torg
umborð á Norrönu
Fríggjadagin fara vit at royna okkurt heilt
øðrvísi – vit fara at hava okkara egna
spennandi second-hand
torg umborð. Tú hevur
heilt vist okkurt plaggið,
skógvar, tinganeyst,
leikur, møblar,
barnaklæði, súkklu,
barnavogn, ja hvat sum
helst, sum tú heldur er
ov gott til at smida
burtur, men sum tú sjálv
er troytt av ella ikki
passar inn hjá tær
meira. Tak tað við ella
tak eina mynd við, um
tingið er ov stórt og sel
umborð. Tað er nú, tú
hevur høvi at rudda út og kanska fáa nýggj
ting, klæðir ella annað inn í títt lív;-). Minst til –
vit eiga bara at hava ting, klæðir og annað í
húsinum, sum gevur okkum orku – so far bara
eina rundu í húsinum beinanvegin, so tú ert klár
til Damucruisið;-).
Stíltest
Sum nakað serligt kunnu
damurnar umborð fáa eina
sonevnd kviktest frá Anniku
Johansen og Unu Jacobsen.
Kviktestin gonur út uppá at finna
útav, hvørji klæðir og hvør frisura
klæðir tær. Fyri at finna útav tí,w
verður ein test tikin av kropsformi,
andlitsformi, frisuru og liti.
Harafturat fara tær báðar at geva
nògv gòð styleràð. Fyri at tryggja tær tíð til kviktest,
kanst tú bíleggja tíð á tel 217455.
Hvør typa ert tú?
Kom og hoyr um tær 9 vangamyndirnar
sambært ”Enneagrammið”. Tað er bæði
stuttligt, spennandi og mennandi. Á túrinum
fer Dorthe Gyldenkærne at greiða frá
teimum ymisku typunum. Tú kanst rokna við
einari rúgvu av AHA-upplivilsum, tá tú lærir
um tær ymisku typurnar. Kanska tú heilt
skjótt finnur útav, hvør typa tú ert;-).
Biograf og Bingo
Fleiri av teimum nýggjastu filmunum
verða við umborð, so nú hevur tú
kanska høvi at innheinta tað
forsømda. Gjøgnum allan dagin ber til
at fara í biograf. Umframt biograf,
verður sjálvandi eisini møguleiki at
fara á Bingo og kanska vinna onkran
góðan vinning.
Brúsandi
champagna
og frísk
jarðber í
Esbjerg
Tá vit koma til Esbjerg, verður
bussur eftir okkum, sum koyrir
okkum niðan í Esbjerg
Storcenter. Har verða vit bodnar
til brúsandi champagnu og
hartilhoyrandi frísk jarðber,
áðrenn vit fara at shoppa ella
gera tað, okkum nú lystir.
Festlig Fancy Damuparty
Leygarkvøldið verður lagt upp til tað heilt stóra Fancy
Damuparty. Vit stása okkum upp og møtast til ein
leskiligan vælkomudrykk í barrini. Síðani fara vit allar til
borðs, har kokkurin bjóðar eina lekra 3-rættaða
matskrá. Seinni fara vit m.a. at spæla Roulette og Black
Jack, fnisa og sussa, syngja karaokee, dansa disko,
kjakast og annars bara hava tað stuttligt og hugna
okkum saman. Eitt festligt, fancy damuparty av tí
slagnum, tú rættiliga kanst gleða teg til og helst fer at
minnast aftur á;-)
Kanna tína heilsustøðu
Nýt einastandandi høvi at kanna tína heilsustøðu við
hjálp av AcuGraph. Tað verður Olga Hentze frá
Harmony, sum kemur at standa fyri hesum, og fer hon
harafturat at bjóða vegleiðing í orku javnvág og geva
góð ráð til, hvussu tú kanst betra um tína heilsu. Tað er
bara at halda seg framat;-)
Fá massagu umborð
Møguleiki verður rættiliga at slappa av og økja um
kropsligu vælveruna við massagu frá Hervør Lamhauge
vøddaterapeuti. Minst til at bíleggja tíð áðrenn, um tú
vilt tryggja tær viðgerð á túrinum;-).
Relax, Fit & Beauty
Tú fært ríkiligt av tíð at slappa av. lesa eina góða bók
og ordiliga fáa innheintað tín væl uppiborna Beauty
Sleep. Tær frísku kunnu eisini halda venjingina við líka,
eitt nú við at taka nøkur tøk niðri í svimjihylinum ella
venja í “maskinrúminum” . Aftaná kann man njóta eina
løtu í sauna’ini ella fara í Hot Tub.
Veðrið av tí
fagrasta
Vit hava sjálvandi bílagt
allar fagrasta veður, soleiðis
at vit eisini kunnu njóta
nakrar sólstrálur á dekkinum.
Ert tú atlíkavæl bangin fyri at
fáa sjóverk, skulu vit heilsa
og siga, at koffinautin kann
kurera sjálvt tann ringasta
sjóverkin. Fólk, sum hava
roynt Marzine og aðrar
tablettir uttan eydnu, hava
havt mega succes við Koffi-
nautin. Fæst á apotekunum,
so don’t worry;-)).