mikudagur 29. apríl 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Damucruise
Sosialurin apríl 2009
Børnum tørvar vaksin á ymiskum
hátt. Umsorgan, nærleika,
kærleika og virðing kunnu børn
ongantíð fáa nóg mikið av. Fyri at
kunna vísa komandi ættarliðum
hetta, mugu vit vaksnu støðugt
mennast sum menniskju og verða
medvitandi um okkara ábyrgd
sum ’rollemodell’. Børnum tørvar
dagliga vaksin, ið duga tað, sum
á enskum kallast ”walk the talk”.
At orð og gerðir fylgjast.
Just sum vit kunnu strimbra børn
við søgum, sangum og rørslum;
kunnu vit stimbra børn við at hava
stórt innlit í teirra verð. Ikki bara
verðin sum fortelir um, at tey
hoyra til hetta ella hatta slagið,
diagnosi dittin og dattin, men
teirra heilt individuellau verð. Ein
treyt fyri at kunnu respektera
barnið fult út og vísa virðing, er at
kunnu virða og respektera seg
sjálva sum vaksin.
Men kunnu vit vaksnu
respektera og viðurkenna okkum
sjálv og okkara skuggasíður? Tað
er ein spurningur, sum vit kunnu
seta okkum sjálv hvønn einasta
dag. Enneagrammið er eitt
samskiftis- og menningaramboð,
ið kann prika til okkara
skuggasíður, fáa veikleikar vent til
styrkir og harvið lættari
atgongdina til ”walk the talk”.
Enneagrammið kann brúkast í
gerandisdegnum úr barnahædd til
toppleiðaristøði. Barnið sjálvt
kann frá seinni helvtin av konkreta
operationella aldrinum, t.v.s.
umleið 10 ár gamalt, byrja at
skilja bæði egnu enneagram-
vangamynd og vangamyndina
hjá javnaldrandi sum verandi ein
týðandi partur av persóns-
menskuni. Og tá ið børnini verður
tannáringar er prógv fyri, at
enneagrammið kann brúkast til
bæði sálarliga og andaliga
menning.
Vinnulívið og topleiðarar hava
eisini tikið enneagrammið til sín.
Professor Michael Ray, Stanford
Business School kann endurgevast
fyri at siga: ”The Enneagram is
one of the most efficient and
human systems for reaching the
compassion and leadership
needed in business today”. Og til
stuttleika kann nevnast, at
toppleiðarin hjá LEGO hevur
úttalað at, hann ongantíð hevur
lært so nógv um leiðslu, sum tá ið
hann arbeiddi í einum
barnagarði. So um øll starvsfólk í
dagstovnum og skúlum eisini fáa
enneagrammið inn undir húðina,
fer verðin kanska so við og við at
verða eitt øðrvísi og betri stað at
liva. Eitt stað har orð og gerðir
ganga hond í hond til frama fyri
heildina.
Á Pedagogisk forum verður
møguligt at fáa innlit í, hvussu ein
arbeiðir við enneagramminum. Til
teirra, sum rættiligt hava hug at
fáa enneagrammið inn undir
húðina og læra enn meira, kunnu
taka eina moduluppbygda
enneagramútbúgving her í
Føroyum. Higartil hevur modul 1
út av 4 verið tvær ferðir.
Útbúgvingina fer fram í samstarvi
millum Synergi og Ad astra.
Skrivað hevur: Dorthe Gyldenkærne,
lærari og sertifiserað HR-Coach
Børnum tørvar vaksin, ið eru medvitandi
um sína egnu enneagramvangamynd
Dorthe Gyldenkærne
Børnum tørvar vaksin
ið eru medvitandi um sína egnu enneagramvangamynd
Likam
Høvur
Hjarta
Enneagrammið, ger tað munandi lættari at:
Síggja bjálkan í sínum egna eyga
Taka í egnan barm
Fyrigeva
Undirvísari:
Dorthe Gyldenkærne,
lærari og sertificerað
HR- Coach.
To be able to help
beings, whose needs
and dispositions
are so varied, it is
necessary to resort
to numerous and
diverse methods.
Dalai Lama
Norðuri á Heyggi 26 • 176 Velbastaður • info@adastra.fo • Tel. 211220/288090 • www.adastra.fo
Ad astra er partur av latínska orðatakinum »Per aspera ad astra«, sum merkir »Gjøgnum mótgongd til
stjørnurnar«. Visiónin hjá Ad astra er at kunna hjálpa einstaklingum og fyritøkum at fáa atgongd til og
gagnnýta óendaliga menniskjaliga tilfeingið til frama fyri okkum sjálvi og komandi ættarlið.
Sosialurin/KvR 34 18 00