mikudagur 29. apríl 2009síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 81 - 29. apríl 2009
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Nulloysn
í Barce-
lona
Chelsea fekk tað,
sum teir vóru úti
eftir í fyrru hálv
finaluni á Nou
Camp í Barcelona
Fótbóltur
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Chelsea fekk eitt gott
útgangsstøði til seinnu
hálvfinaluna á Stamford
Bridge, tá teir ígjár
megnaðu ein 0-0 javnleik
á útivølli. Barcelona var
tað betra liðið, men teir
megnaðu ikki at fáa
bóltin framvið Petr Cech
í Chelsea-málinum.
Barcelona trýsti nógv,
men teir manglaðu tað
síðsta, sum kravdist fyri
at bróta verjumúrin hjá
Chelsea niður. Lionel
Messi var lítið eyðsýndur,
og tað sama kann sigast
um Samuel Eto´o. Carlos
Puyol hevur leikbann til
returdystin, og tað kann
vísa seg at fáa avgerandi
týdning fyri Chelsea.
Møguleikar
beinaveg
Longu
tá
hálvurannar
minuttir var farin, brendi
Samuel Eto´o tann fyrsta
stóra málmøguleikan hjá
Barcelona. Thierry Henry
testaði eisini Petr Cech.
Barcelona trýsti nógv,
men megnaði ikki at
spæla seg til nógvar mál-
møguleikar.
Chelsea
hevði sín fyrsta málmøgu-
leika, tá 37 minuttir vóru
farnir.
Rafael Marguez í Barce-
lona-verjuni forerdi bóltin
til Didier Drogba, sum
gjørdist fríur við Barce-
lona-málverjanum, Victor
Valdés. Drogba royndi seg
tvær ferðir, men í báðum
førum bjargaði Valdés.
Tíðliga í øðrum hálv-
leiki hevði Michael Bal-
lack eisini eina góða
roynd, sum hann stútaði
beint upp um. Thierry
Henry fekk ein løst í ein-
um samanstoyti, og mátti
fara av vøllinum. Rafael
Marquez mátti eisini út
við skaða. Sannlíkt er, at
krossbandið er rokið.
Í yvirtíðini fekk Bojan
størsta málmøguleikan í
dystinum, tá hann tríggj-
ar metrar frá málinum
stútaði framvið málinum.
Hóast tað er eitt ungt
lið, sum fer til Álands
at umboða Føroyar
á Oyggjaleikunum,
er ætlanin at gera
vart við seg, og spæl
ararnir miðja eftir
aftur at vinna heið
ursmerki eftir soltnu
leikirnar á Rhodos
fyri tveimum árum
síðani
bOrÐtENNIS
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Orsøkin til, at so illa gekst í
hond hjá borðtennis á Rho-
dos í 2007, kann partvíst
finnast á leikunum í Het-
landi í 2005. Styrkismetingin
og bólkingin verður gjørd
eftir úrslitunum á undan-
farnu leikum, og av tí at
nøkur
serstakliga
løgin
úrslit vóru í Hetlandi, end-
aðu tey sterkastu oyggja-
samfeløgini í einum og
sama bóki.
Millum annað var illgruni
um, at Rhodos hevði tveir
góðar grikkar á sínum liði í
Hetlandi, og at tað tí for-
skjeyt styrkismetingina so
nógv, at Rhodos fekk stóran
fyrimun av hesum, tá oyggin
hýsti leikunum í 2007.
Ein onnur orsøk kann
helst eisini sigast at vera
ættarliðsskiftið,
sum
er
gjøgnumført seinnu árini. Í
2007 vóru allir spælararnir
kanska ikki so klárir til
stóru avbjóðingina, sum
teir so hinvegin eru nú.
Kjartan Eli Hentze, sum
var sterkasta føroyska kort-
ið á fleiri leikum, er givin,
og Thomas
Rasmussen,
sum vann gull í einstak-
lingakappingini í Hetlandi,
hevur valt tónleikin fram
um borðtennis, so hann ikki
longur er virkin spælari. Tí
hvílir alt nú á okkara egnu
ungu spælarum.
Spennandi nøvn
Og teir ungu spælararnir,
sum eru tiknir út, eru hjá
kvinnum Marin í Dali, Rak-
ul Mikkjalsdóttir og Sheila
Strøm, sum allar vóru við á
Rhodos, og so er eisini
unga Henriette Nielsen við
hesa ferð. Hon hevur før-
oyska mammu og spælir
við felagnum Søhøjlandet,
sum hevur heimstað á Silke-
borg-leiðini í Danmark.
Hjá monnunum er talan
um Ragnar Egilsson, Róa
Agnarsson og Hall Thor-
steinsson, sum allir vóru
við síðst, umframt Fróða
Jensen, sum hevur fingið
sera nógv burturúr á borð-
tenniseftirskúla niðri. Mill-
um annað gjørdi hann ein
vørr í FM-kappingini her-
fyri, tá hann vann á Róa í
unglingafinaluni.
– Eg haldi, at vit eru
komin sera væl ígjøgnum
ættarliðsskifti,
og
hóast
spælararnir eru ungir, hava
teir fitt av royndum. Tí hava
vit eitt ungt og gott lið, sum
bjóðar av hesa ferð. Tey
hava gjørt ótrúliga nógv við
tað og eru væl fyri. Og eg
veit frá spælarunum, at teir
miðja eftir aftur at fáa heið-
ursmerki hesa ferð, eftir at
tað var heldur soltið á Rho-
dos, sigur Andras Nolsøe,
formaður í Borðtennissam-
bandinum.
Gera nógv við tað
Eftir at hava havt fyrst ein
fraklending og síðani ein
norðmann sum venjara, ið
tó ikki hildu á serliga leingi,
er danskarin Casper Løje
Pedersen maðurin, ið skal
leggja spælarunum lag á.
Hann gevst í summar, men
vil sjálvandi fegin enda við
einum góðum oyggjaleika-
úrsliti.
At nógv verður gjørt fyri
at fáa góð úrslit, boða fyri-
reikingarnar frá, tí um ein
lítlan mánað fer landsliðið
til Grønlands at kappast.
Upprunaliga var ætlanin, at
bæði Føroyar, Grønland og
Ísland skuldu vera við, men
íslendingar góvu avboð, so
í teirra stað er eitt danskt
lið komið við. Har fáa spæl-
ararnir óivað góða dystar-
og kappingarvenjing undan
Oyggjaleikunum.
Umframt hetta, so kemur
svenskarin Jan Berner, sum
er kendur frá borðtennisum-
hvørvinum og eisini starvast
sum norskur landsliðsvenj-
ari, á vitjan í juni mánaði.
Við sær hevur hann ein
góðan norskan spælara, so
tann vitjan fer helst eisini at
kasta okkurt av sær, ið kann
geva spælarunum góða barl-
ast undan Álandsferðini.
Ættarliðsskifti í borðtennis
gjøgnumført í øllum góðum
Hóast talan er um blaðungt føroyskt borðtennislandslið, so eiga flestu spælararnir longu oyggjaleikaroyndir í viðførinum
Savnsmynd: Álvur Haraldsen
Borðtennis
spælararnir
Marin í Dali
Rakul Mikkjalsdóttir
Sheila Strøm
Henriette Nielsen
Ragnar Egilsson
Rói Agnarsson
Hallur Thorsteinsson
Fróði Jensen