mikudagur 29. apríl 2009síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
[ Nr. 81 - 29. apríl 2009 ]
Líka so fegin, 35
ára gamla Rannvá
Eiriksdóttir gjørdist,
tá hon fann útav,
at hon var tikin út
til føroyska oyggja
leikalandsliðið í
byrsuskjóting, líka
so vónbrotin er hon,
nú kappingin hjá
kvinnunum helst
verður av ongum
kortini, tí ov fáar
tilmeldingar eru
BYRSUSKJÓTING
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Treytirnar fyri, at ein kapp
ing í byrsuskjóting kemur
endaliga á skránna á Oyggja
leikunum á Álandi er, at í
minsta lagi seks skjúttar úr
í minsta lagi fýra oyggja
samfeløgum eru tilmeldað
ir. Og í eina tíð hevur hetta
júst verið talið á tilmeldaðu
skjúttunum í kappingini hjá
kvinnum í greinini, sum
nevnist sporting.
Hetta kom sera væl við
hjá 35 ára gomlu Rannvá
Eiriksdóttir, sum er ættað
av Norðskála, men býr á
Álandi. Upprunaliga var
hon tikin út til kappingina
hjá kvinnum í skeet, men
tann kappingin er longu
dottin niðurfyri. Síðani var
sporting
ein
møguleiki,
sum nú tíverri hongur í ein
um klønum tráði.
– Eg havi ikki skotið í
meira enn eitt ár, men málið
hevur alla tíðina verið at
komið
við
á
føroyska
oyggjaleikalandsliðið, sum
skuldi kappast júst her á
Álandi. Men sum nú er,
røkist einki fyri, at tað yvir
høvur
verður
nøkur
byrsukapping hjá okkum
kvinnum, sigur Rannvá.
– Nú vísir tað seg, at ein
skjútti úr Caymanoyggj
unum helst fer at taka til
meldingina aftur, og so eru
vit bara fimm skjúttar eftir,
og tað er ein ov lítið. Vit
royna allar at gera vart við
okkum, so einki spyrst burt
ur úr hesari frámeldingini,
men tað sær ikki gott út í
løtuni.
Bitin av skjóting
Nú Rannvá hevur kastað
seg út yvir byrsuskjótingina,
ber neyvan heldur til at
rokna við øðrum, enn at
hon hevur ein sera góðan
lærumeistara og venjara, nú
Lennart jú er oyggjaleika
meistari og tí man duga tað
nógva av tí, sum vert er at
duga við einari byrsu.
– Jú, hann dugir væl at
læra frá sær og veit sjálvandi
nógv. Men tað er galdandi
fyri tey allarflestu, sum eg
skjóti saman við, at tey eru
øgiliga hjálpsom, og eg eri
fullkomuliga bitin av skjót
ingini, sigur Rannvá Eiriks
dóttir, sum skjýtur við ein
ari byrsu, hon hevur fingið
frá pápa sínum.
– Eg fekk byrsuna í
august, og eftir at eg í januar
fekk hana rættaða til, so
hon passaði ordiliga til mín,
havi eg drivið á við skjót
ingini. Her er eisini ein
onnur kvinna við, sum hev
ur skotið í eini 10 ár, so tað
eru ikki bara mannfólkini,
sum eru við í hesi ítróttar
greinini, hóast vit ikki eru
nógvar kvinnur.
Sum sagt, so røkist tíverri
einki fyri, at tað verður til
oyggjaleikaskjóting
fyri
hennara
viðkomandi
í
summar, men hon væntar,
at so fer hon bara at gera
tað meira við aðrar kapp
ingar, eitt nú í Finnlandi og
Svøríki,
sum
álendsku
skjúttarnir javnan fara til.
Framstig ger hon alla tíðina,
og nú rakar hon 20 av 25
leirdúgvum, tá tað gongst
væl.
Minnir um Føroyar
Søgan um, hvussu Rannvá
Eiriksdóttir yvirhøvur end
aði á Álandi, er samstundis
ein søga um bæði byrsu
skjóting og oyggjaleikir, tí
tað var á Rhodos fyri tveim
um árum síðani, at hon
møtti sjeikinum, Lennart
Åkerblom, sum tá vann gull
í skeet hjá monnum.
– Eg møtti honum, áðrenn
hann var farin í gongd við
skjótikappingina á Rhodos,
og restin er søga. Vit møtt
ust har niðri, og í mars árið
eftir flutti eg til Álands,
greiðir Rannvá frá. Tey
bæði búgva miðskeiðis á
Álandi, einar 20 kilometrar
uttan fyri høvuðsstaðin,
Mariehamn.
– Tað er nokk so nógv
øðrvísi enn heima í Føroy
um, tí tú sært ikki ordiliga
grannahúsini, tí her eru jú
trø allastaðni, so einastu
hús tú sært, eru tey, sum
standa fram við vegnum.
Men annars líkist sam
felagið nógv tí føroyska
upp á tann mátan, at øll
kenna øll, tí her eru smá
viðurskifti.
Vit kunnu so leggja aftrat,
at henda fitta sólskinssøgan
um, hvat einir oyggjaleikir
kunnu føra til, fær eitt nýtt
kapitul í summar, tá Rannvá
og Lennart fara at giftast.
Fergie vil skriva søgu
Venjarin hjá Manchester United vónar, at hann og felagið
kunnu skriva Champions League søgu í ár. Enn hevur
nevnliga ikki eydnast hjá nøkrum liði at vinna kappingina
tvey ár á rað, síðani hon varð umskipað til Champions
League. – Summi vilja helst siga, at eg bjóði lagnuni av.
Men á Old Trafford hava vit altíð sett okkum høg mál, og
sjálvandi krevst hepni og at vit sleppa undan skaðum,
staðfestir Ferguson, sum saman við sínum monnum tekur
ímóti Arsenal í fyrru hálvfinaluni teirra millum í kvøld.
Gerrard vil hava Agger
Liðskiparin hjá Liverpool, Steven Gerrard, sigur seg skilja, um
Daniel Agger velur at skifta til annað felag, men hann vónir, at
danski verjuspælarin eisini í framtíðini verður við Liverpool. – Eg
haldi øll skilja, at Daniel hevur ambitiónir og at hann vil spæla
hvørja ferð. Men mín vón er, at hann verður hjá okkum og stríðist
fyri sínum plássi. Hann er betri enn flestu aðrir verjuspælarar, tí
hann er góður í álopsspælinum, málsøkin og sterkur í
pasningsspælinum, sigur Steven Gerrard við danska blaðið
JyllandsPosten.
Rannvá fær kanska
einki skot á Álandi
Í heyst vóru Rannvá og
sjeikurin, Lennart Åkerblom,
sum er oyggjaleikameistari
í skeet, heima í Føroyum og
vitjaðu. Tá vóru tey saman
við føroysku skjúttunum við í
árligu Veðrakappingini
Rannvá Eiriksdóttir
avmyndað í gjárkvøldið, tá
kappingin »Vårskytte« var í
felag hennara á Álandi. Hon
var einasta kvinnan, sum var
við, men gjørdist triðfremst av
15 skjúttum…
Fjórð-
ings-
finalur
í kvøld
Tey fýra liðini til
hálvfinalurnar í
kappingini um
Løgmanssteypið
verða funnin í
kvøld
FÓTBÓlTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
At liðini ikki verða
styrkismett, samstundis
um onkrar sensatiónir
longu hava verið at sæð í
kappingini, hevur við
sær, at tað nú bert eru
seks Vodafonelið eftir í
kappingini.
Á pappírinum er talan
um greiðan favoritt við
Margáir, har FC Hoyvík
kemur á rimmar uppgávu
móti verjandi steypavinn
arunum, meðan í aðrar
mátar tykjast uppgerðir
nar víðopnar.
TB hevur longu sent
B36 úr kappingini, og
teir skulu royna at endur
taka tað kynstrið, nú AB
kemur á vitjan.
Í hinum báðum upp
gerðunum eru tað Voda
fonelið, sum eru á vøll
inum, og í báðum førum
bendir pappírið á sera
spennandi uppgerðir.
Dystirnir í kvøld skulu
avgerast. Stendur á jøvn
um eftir vanliga leiktíð,
verða 30 minuttir lagdir
afturat, og um neyðugt
verður avgjørt við brots
sparkskapping.
Dystur
Dómari
EB/S-FC Hoyvík
Petur Reinert
TB-AB
Rúni Gaardbo
07 Vestur-ÍF
Lars Müller
Víkingur-HB
Eiler Rasmussen