Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-29, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. apríl 2009síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 81 • 29. apríl 2009 MIÐvIkaN 31 Jastrid misti pápan við Neptun áðrenn hon var fødd Vit hava frá Jákup Egholm Hansen fingið eina frásøgn hjá mammu hans­ ara, hvussu henn­ ara ætt upplivdi hesa vanlukku fyri 75 árum síðani. Hann er sjálvur uppkallaður eftir abba mínum, Jákup Egholm, úr Hoy­ garðinum í Leyn­ um, sum var kokkur við Annars greiðir Jastrid frá: Kokkurin á “Neptun” Um pápa mín, Jákup Egholm, kann eg siga, at hann var 34 ár, táið hann gekk burtur við “Neptun” Hann var føddur í 1900. Hann giftist í 1922 við mammu míni, Gudrun Egholm (fødd Olsen), Inni á Fjørð í Vestmanna. Hon fór ung til Mikladals at tæna. Fór seinni til Klaksvíkar og arbeiddi eisini á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Hon tænti eisini á Tvøroyri. Hon hevur havt eitt lív sum vanligt hjá gentum tá í tíðini. Hon mundi tæna hjá Christian í Leynum, tá ið tey bæði Jákup hittust. Tey búsettust í Leynum. Mamma var 6 ár eldri enn abbi. Hon var sostatt 40 ár, táið hon gjørdist einkja. Tey fingu fyrsta barnið, dótturin Sigmunda, í 1922, og fingu síðani barn annaðhvørt ár hareftir. Í 1924 føddist enn ein dóttir – Alis – sum doyði av menigitis sum barn. Í 1926 fingu tey fyrsta sonin, Jens Jákup Egholm, í 1928 sonin Eivind Egholm, í 1930 sonin Sverri Egholm og í 1932 tvíburðarnar Asbjørn og Raidar. Mamma sat sostatt eftir við 6 børnum frá 2 til 12 ára aldur, tá pápi gekk burtur. Harumframt gekk mamma við barni undir beltið, og var tað var eg sjálv, sum varð føddi í juli 1934, umleið 2 mánaðir eftir at “Neptun” hvarv. Helst eri eg tann yngsta, sum sat eftir vanlukkuna við “Neptun”. Umframt meg er bert eitt annað av systkjunum, Asbjørn, á lívi í dag. Trupul kor hjá einkjunum Vanlukkan við “Neptun” rakti sum verða man hart. Serliga nógvir mykinesmenn og vestmenningar fórust við skipinum. Og einstøku lagnurnar hjá teimum eftirsitandi gjørdust eisini truplar. Mamma kom sum vera man í eina sera trupla støðu, at sita eftir sum 40 gomul einkja við 7 børnum – harav tað yngsta var ein nýføðingur og tað elsta 12 ár. Neyðugt gjørdist hjá henni at fáa hjálp. Almenna hjálpin til einkjur var ikki tann stóra tá. Mamma hevur fortalt, at hon fekk eina eingangs upphædd á kr. 300 útgoldna sum almenna hjálp. Fýra ár eftir at “Neptun” gekk burtur, seldi hon húsini í Leyn­ um, og keypti sær eina helvt av einum dupulthúsum Uppi á Deild í Vestmanna. Hetta gav henni nakað betur møguleikar at vinna sær løn í fiskaarbeiði í Vestmanna. Men tað var ikki fyri kontantir. Tað skuldi keypast í handlinum hjá handilsmanninum fyri lønina. Mamma fór at binda, hon keypti sær eina bindimaskinu, og hon fór at baka fyri fólk fyri at vinna sær pening til lívsins uppihald hjá sær og børnunum. Hetta varð gjørt aftaná vanliga arbeiðstíð. Ikki so langt aftaná at mamma gjørdist einkja, gjørdist hon sera sjúk, og mátti á sjúkrahús fleiri ferðir. Tí gjørdist eisini neyðugt hjá henni at senda nøkur av børnunum til familju og onnur aðrastaðni í landinum at búgva. Mamma fór til Grønlands Fyri mammu var tað eitt hart stríð at vinna pening til yngru børnini, sum hon hevði hjá sær, meðan eldru børnini í eina tíð vóru hjá familju og øðrum aðrastaðni. Tá Grønlandsútróðurin byrjaði, var hon eitt skifti í fyrru helvt av 50´unum í Tovkusak sum kokkur. Tá kom hon eisini at kenna tann gitna grønlandsfararan og rithøvundan Peter Freuchen. Mamma bant honum eisini einar hosur! Hon livdi til hon bleiv ein gomul kona, og doyði í 1980, 86 ára gomul. Børnini Elsta barnið, dóttirin Sigmunda, fór til Saksun at tæna. Tá hon var blivin nakað eldri fór hon til Íslands, og arbeiddi við fisk í Vestmannaoyggjunum. Seinni giftist hon við Gísla Ørvarodd á Sandi, har tey búsettust. Tann elsti sonurin, Jens Jákup Egholm, fór til Norðadals at arbeiða sum húskallur hjá einum bónda. Sum tilkomin fór hann út at sigla, og krígsárini búði hann í Onglandi og sigldi hann við einum enskum trolara. Hann búsettist seinni í barndómsheiminum Uppi á Deild í Vestmanna. Hann giftist Jonu, sum livir enn. Triðelsta barnið, Eivind Egholm, fór til familju í Skopun, og var har líka til hann sum ungur fór til skips. Eivind fór seinni út at sigla, og sigldi sum bátsmaður við norskum farmaskipum í nógv ár. Hann giftist til Noregs við fyrstu konu síni, og fingu tey tvær døtur. Hann og konan skiltust tó seinni, og Eivind møttu næstu konu síni, Ellen, umborð á einum av skipunum, hann sigldi við, og har hon starvaðist umborð. Kvinnuligir sjómenn vóru ikki so vanligir tá. Tey búsettust í Lillehammer, og bæði vitjaðu regluliga familjuna í Føroyum. Eivind doyði í 2000 og er jarðaður í Noregi, meðan konan livir enn. Fjórða barnið var ➘ Gudrun og Jákup. Hetta er kanska brúðarmynd Gudrun. Konurnar vóru nokk so fornemmar! Jákup sum fiskimaður Jákup Jacobsen, Mykines Jákup, gjørdist bert 30 ár. Hann doyði frá konu og dóttir. Hann var annars gubbi Sverra hjá Gudrun og Jákup Egholm