mikudagur 29. apríl 2009síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
32
nr. 81 • 29. apríl 2009
sonurin Sverri Egholm. Hann fór
til familju á Glyvrum at verða
hjá eini mostur. Hann gekk øll
barnaárini í skúla har, og fór
síðani á studentaskúla, og seinni
til Danmarkar at lesa. Eftir
loknan lestur flutti hann heim
aftur til Føroya, og búsettist í
Tórshavn, har hann gjørdist lands
bókavørður. Sverri var eisini ein
kend rødd í Útvarpinum, har hann
javnan gjørdi sendingar ella las
upp søgur. Sverri gjørdist eisini
ein av eldsálunum í Meginfelag
Áhugaleikara Føroya (MÁF), og
spældi við í nógvum sjónleikum
og einstøkum føroyskum filmum
eisini. Hann giftist Onnu, ættað
av Glyvrum, og búðu tey í Gunda
dali í Tórshavn. Sverri var í gongd
við at skriva Vestmanna søgu,
tá hann andaðist í 2001, hálvt ár
eftir sín 70 ára føðingardag.
Mamma og pápi fingu í 1932
tvíburðarnar, Asbjørn og Reidar.
Teir fóru á Føroya Barnaheim í
Vestmanna, táið mamma bleiv
sjúk, og vóru har nakrar ferðir,
meðan hon lá á sjúkrahúsið.
Reidar fór sum tilkomin at læra til
bakara. Hann giftist til Klaksvíkar.
Tvíburðabróðurin, Asbjørn, fór
sum tilkomin at læra til skómak
ari, og hann sigldi eisini við
fiskiskipum – m.a. Kap Farvel.
Asbjørn giftist við Óluvu, ættað
úr Kollafirði. Asbjørn er einasta
av mínum systkjum, sum livir enn,
og búgva hann og konan Uppi á
Deild í Vestmanna.
Tað kann verða nevnt, at meðan
Asbjørn misti pápan á sjónum,
so misti Óluva fyrra mannin á
sjónum. Hon var nevniliga gift við
Sofus Skoralíð úr Dali, sum í 1955
doyði við íslendska trolaranum
Egili Reyða, sum fór á landi uppí
Ísafirði. Tað vóru yvir 30 mans við,
meira enn helvtin vóru føroyingar.
Tað doyði eisini fýra íslendingar.
Tað verður roknað sum eitt bjarg
ingarbragd av teimum stóru, at
allir hinir vórðu bjargaðir.
Mistu jólagávuna við
jólaskipinum
Meg hevði mamma hjá sær
mestu tíðina, men meðan hon
lá á sjúkrahúsinum var eg í
styttri tíðarskeiðum hjá familju
í Leynum og hjá mostrini á
Glyvrum. Men longst var eg tó
hjá mammubeiggjanum og konu
hansara Inni á Fjørð í Vestmanna,
Andrea og Julius Olsen.
Eg minnist frá krígnum tann 27.
september 1941, táið “Fram” var
bumbað og søkt á Vestmanna.
Eg stóð Inni á Fjørð og hugdi, og
flogfarið fleyg beint Inn á Fjørð,
tætt framvið húsunum. Fram
varð rakt av tveimum bumbum. Í
sama sekundi rendi ein dupultur
vatngoysur seg himmalhøgt
upp í luftina. Fram lætti sær á í
sjónum eins og dró hon sín síðsta
andadrátt og brotnaði so av um
miðjuna. Hetta var ein ógvuslig
sjón. Flogfarið royndi at gera
meira um seg, men fekk tá dygga
mótstøðu.
Sum børn blivu vit annars
ávaraði um, hvussu tey skuldu
fyrihalda seg, tá ið vandi var fyri
týskum álopum. Varð gingið á
vegnum skuldu vit tveita okkum í
veituna við vegin. Tað var nokkso
vanligt við týskum flogálopum
júst um hesa tíðina, bæði áðrenn
og aftaná, at Fram varð søkt. Men
júst hesin dagur gjørdist serliga
minniligur.
Eg havi eitt annað serligt minni
frá krígnum. Beiggin Jens Jákup,
sum búði í Onglandi, hevði keypt
mær eina harmoniku og onkur
smart klæði. Men hetta kom
ikki fram. Skipið við pakkanum
gekk burtur. Helst hevur tað verið
jólaskipið.
Eg giftist sum 24 ára gomul til
Sørvágs við Sigfred Hansen, har
vit búsettust. Sigfred doyði í 2004.
Jastrid fødd faðirleys
Annars greiðir Jastrid frá, at hon
sjálvandi minnist einki til hesa
hending, men sum hon vaks til,
kom hon tó at kenna hvussu tað
var ongan pápa at hava. Tað var
ikki prátað nóg um hetta, men tó
so mikið, at hon fekk eina kensla
av, hvussu mamman og tey eldru
systkini høvdu upplivað hetta.
Sum so ofta er, hevði mamman
trupult við at góðtaka, at maðurin
ikki fór at koma aftur. Hon noyddi
seg leingi at trúgva, at manningin
mátti hava bjargað sær á ein ella
annan hátt, og tað gjørdi hon í
fleiri ár.
Tey fluttu til Vestmanna í 1938,
tá ið Jastrid var fýra ára gomul.
Tey áttu onga jørð, og høvdu tí
ikki kúgv og seyð. Men fólk vóru
so hjálpsom. Vanligt var at keypa
mjólk. Viðhvørt fingu tey mjólk frá
fólki. Serliga væl minnist Jastrid
til, tá ið fólk bóru teimum ketilost
frá kúgv, sum júst hevði kálvað.
Jastrid dámdi eisini so væl
saman við øðrum børnum at fara
í hagan eftir neytum um kvøldar
nar. Fyri hetta kundi hon fáa eina
breyðflís frá fólki, sum áttu okkurt
av neytunum, og sum hon rak fyri.
Hetta kom eisini so væl við, at
hon minnist tað enn!
Men tey høvdu hønir, settu
eplir niður og skóru torv. Tað var
langt at ganga, einir tveir tímar
hvønn vegin. Hetta gav alt nógv
arbeiði og øll máttu hjálpa til.
Men fólk vóru eisini hjálpsom.
Tað var nógvur seiður í Vest
manna. Tá menn kastaðu nót
fingu tey heim, sum høvdu mist
forsyrgjaran, eisini sín part.
Sum Jastrid sigur: “Hóast truplar
umstøður, so komu vit væl undan.”
Jastrid kom at hava eitt lív,
sum var vanligt hjá gentum. Sum
heilt ung gekk hon við posti. Hetta
var eitt arbeiði, sum ikki kundi
forsømast. Sjálvt tann dagin, hon
skuldi til altars aftaná konfirmatión
ina, mátti hon fyrst við posti.
Hon var í húsi ymsa staðni.
Hetta var ein góð skúling hjá
nógvum gentum at gerast góðar
matmøður.
Jastrid var eisini í Ìslandi og
arbeiddi fisk, sum eisini var
vanligt tá í tíðini. Hon arbeiddi
eisini á trolvirkinum hjá Alfred
Hummeland. Hetta var konufólka
arbeiði tá. Arbeiðið var bæði at
knýta trolnet og at gera trolini til,
og her var nógv at gera.
Jastrid gjørdist fiskimanna
kona. Maðurin Sigfred var til sjós
meginpartin av sínum arbeiðslívi.
Børnini eru fimm í tali. Tann
elsti Niels er føddur á einum so
sjáldsamum stað sum hvíldarheim
inum Naina. Føðingin gekk so
skjótt, at stundir vóru ikki at koma
á hospitalið. Næstu børnini eru
tvíburarnir Jákup og Johannes.
Síðan koma Jakoba og Sjúrður.
Tilvildin bjarðaði
manni úr Sandavági
Jákupi hjá Jastrid hevur eina
serliga frásøgn, og greiðir hann
soleiðis frá: “Eg eri uppkallaður
eftir abba mínum, Jákup Egholm. Í
1984 giftist eg við Aibritt á Plógv.
Stutt áðrenn vit giftust, vóru vit
ein dagin inni og vitjaðu ommu og
abba hennara. Tá abbin, Albert
Thomassen í Sandavági, spyr,
hvaðani eg eri ættaður, greiði
eg honum frá hesum. Tá sigur
hann: “So tú er abbasonur Jákup
Egholm? Hann kendi eg væl, tí vit
hava siglt saman við “Neptun”.”
Eg bleiv ikki sørt kløkkur, og spurdi
hann so eitt sindur nærri um hetta.
Hann greiddi mær frá um abba
mín, og lat annars væl at honum
sum skipsfelagi og kokkur.
Tað løgna við hesi søgu hans
ara var, at eftir røttum skuldi
hann havt verið við “Neptun”
henda túrin, hon hvarv. Men hann
var blivin sjúkur stutt áðrenn,
teir fóru avstað, og hevði tí verið
noyddur at senda skiparanum
avboð. Tískil fór ein annar maður
við í staðin. So tað var av berari
tilvild, at ikki abbar hjá bæði mær
og konuni gingu burtur við sama
skipi. Albert Thomassen var pápi
at verpápa mínum, Jóhan á Plógv,
sum var ein kendur skipari.
Vit takka Jastrid og Jákupi fyri
teirra frásagnir. Hesar eru við til
at skapa søguna um hesa stóru
vanlukku fyri 75 árum síðani, so
okkara eftirkomarar ikki skulu
gloyma hana.
Komandi partur
Í komandi Miðviku verður millum annað fyrri partur av
áhugaverdari frásøgn hjá Steingrim Kristoffersen, son skiparin á
Neptun. Tá endurgeva vit eisini bræv sum Óla Jákup sendi heim úr
Reykjavík stutt áðrenn teir gingu burtur.
Børnini hjá Gudrun og Jákup f.v.
Sigmunda f. 1922, Jens Jákup f. 1926,
Eivind f. 1928, Sverri f. 1930, Asbjørn og
Reidar f. 1932 og Jastrid f. 1934. Innsett
Alis, 1924. Myndin er tikin tríggjar dagar,
áðrenn hon doyði.