hósdagur 30. apríl 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 82 - 30. apríl 2009
Nokia 5800
Fyrsta Nokia Touchscreen telefonin. Søgd at
verða besti avbjóðari til Iphone. Fyrr 3.495,-
Kr. 3.199,-
Sony Ericsson W302
Smøl og lekkur tónleikatelefon við Bluetooth,
Radio og 2MP Myndatóli. Fyrr kr. 1.795,-
Kr. 1.099,-
Sony Ericsson G502
Tónleika fartelefon við Bluetooth,
FM útvarpi og 2.0 MP myndatóli.
Fyrr kr. 1.595,-
Kr. 1.299,-
Nokia 3110
Einføld fartelefon við Bluetooth,
FM útvarpi og 1,3MP myndatóli.
Fyrr kr. 1.195,-
Kr. 899,-
Nokia 2680
Einføld og vøkur slide telefon
frá Nokia Fyrr kr. 995,-
Kr. 799,-
Bestu tilboðini fært
tú í bestu deildini...
Bestu leikararnir, besta spælið, bestu
málini, bestu dystirnir – bestu tilboðini.
Løtan er tín
TÍN ORKA
Business Controllari til Magn
Sum ein liður í framhaldandi menning av Magn søkja vit eftir einum Business Controllara
Um Magn
Magn tryggjar orku til Føroyar og føroyingar. Vit eru 130
starvsfólk, svarandi til 80 árverk. Høvuðsskrivstova
okkara er í Havn og deildarskrivstovur eru í Klaksvík og á
tvøroyri. 10 service støðir bera Magn navnið, av hesum
eigur Magn 4. Vit hava goymslur í Klaksvík og í Havn, og
mált uppá sølu eru vit ein av Føroya størstu fyritøkum.
Um starvið:
tú verður lyklapersónur í fyritøkuni. tú arbeiðir bæði á
strategiskum og taktiskum støði, og uppgávurnar spenna
víða. tú skalt, í samstarvi við deildarleiðarar og
leiðsluna, betra leiðslukunningarskipanina á Magn, so at
leiðsla og leiðarar felagsins fáa bestu og rættastu vitan
at taka avgerðir útfrá. Business Controllarin fær hartil
ábyrgd av fleiri størri og smærri prosjektum av bæði
taktiskum og strategiskum slagi, sum hon/hann hevur
ábyrgd av at fyrireika og seta í verk. Fyrsta stóra
uppgávan verður at fyrireika og seta í verk nýggja
fíggjarstýringsskipan á Magn.
Business controllarin vísir til fíggjarstjóran á Magn, men
fer vegna tvørgangandi uppgávurnar at hava eina breiða
kontaktflatu í øllum felagnum.
Uppgávur í stuttum:
• Ábyrgd av fyrireiking, implementering og framhaldandi
dygdarmenning av nýggjari leiðslukunningarskipan.
• Fyrireika, implementera og framhaldandi menna nýggja
fíggjarskipan
• gera lønsemiskanningar, bæði eftir egnum hugskoti og
eftir umbøn frá, og í samstarvi við, leiðslu felagsins
• Betra mannagongdir á ymsum umráðum við tí fyri eyga
at betra rakstur felagsins
• Hjálpa til við mánaðarroknskapum og øðrum vanligum
roknskapar- og fíggjararbeiði
Vit bjóða:
Vit bjóða eitt gott, avbjóðandi og ábyrgdarfult starv í eini
fyritøku í menning. Her er vítt millum veggja, og um tú vilt
og dugir, so sleppur tú eisini! tað er avgerandi, at tú ert
før/ur at arbeiða sjálvstøðugt og at tú loysir tínar
uppgávur væl. av hesi orsøk fært tú góðan stuðul og
víðar heimildir frá leiðslu felagsins. sjálvstøðugt arbeiði
merkir eisini, at tað er møguleiki fyri fleksiblum
arbeiðstíðum.
Vit vænta:
• Viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni
• royndir, gjarna frá útlandinum, við fíggjarstýring,
strategi- og lønsemisgreining og prosjektleiðslu
• royndir við nýmótans fíggjarskipanum
• stórt áræði og eitt positivt sinnalag
Okkara virði eru:
• Kundin í fokus
• Vitan og førleiki leingi livið
• skjótt er gott
• gleði gevur megi
um tú umhugsar at søkja starvið, vinarliga fær inn á
www.magn.fo og hygg nærri eftir, hvussu vit á Magn
arbeiða við virðum felagsins í okkara dagliga arbeiði.
um tú hevur spurningar, vinarliga vend tær til Johnni
Poulsen, fíggjarstjóra, á telefon 347420, 237420 ella á
johnni@magn.fo
umsóknir við prógvum skulu latast inn innan fríggjadagin
1. mai kl. 16.00. antin við at senda bræv til:
Magn
Vestara Bryggja 8
FO 110 Tórshavn
Att: Johnni Poulsen
ella við at senda teldupost til johnni@magn.fo