hósdagur 30. apríl 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 82 - 30. apríl 2009
Fólkaskúli
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
32 ymiskir fólkaskúlar í
landinum søkja í løtuni eftir
136 lærarum til komandi
skúlaár. Tá hugsað verður
um samlaða talið. Tað vil
siga, at partíðarstørv verða
tald sum heil størv.
Magnus Tausen, formaður
í Føroya Lærarafelag, ógv
ast av talinum, men hann
hevur góðar vónir um, at
tað í ár verða færri vikarar í
føroysku fólkaskúlunum.
Fyri tað fyrsta, so eru
nógv, sum ikki eru sett í
føst størv, og sum fara at
søkja størvini hjá sær aftur,
men givið er tað, at vit aftur
í ár fara at mangla eini 10
prosent av lærarunum, tá
skúlaárið byrjar. Hinvegin
fara
lærarar
at
kunna
arbeiða yvir, samstundis,
sum
eldru
lærararnir
kunnu
arbeiða
longri,
umframt,
at
niður
gangstíðirnar
í
samfe
lagnum kunnu viðvirka, at
fleiri lærarar fara at venda
aftur til tryggu lærarastørv
inini,
sigur
Magnus
Tausen.
Hinvegin dugir hann at
síggja, at tað ikki verður
heilt frítt við ófaklærdum
innan skúlaverkið.
Í miðstaðarøkinum
rokni eg við, at tað kann
bera til at nøkta tørvin við
yvirtíð og at fleiri lærarar
fara
at
starvast
sum
lærarar, men tað verða
helst
nakrar
landa
frøðiligar avbjóðingar, har
vit síggja, at tørvur verður
á vikarum í summum støð
um, staðfestir hann.
Tó er tað eisini soleiðis,
at fleiri tímar verða til
yngru
flokkarnar
í
summar, og tí verður
tørvurin á lærararum størri
og
kostnaðurin
fyri
skúlaverkið
størri.
Tá
kunnu vikarar loysa seg
fyri pengapungin.
Vit rokna, sum sagt,
við at kunnu nøkta tørvin,
men vit hava onkuntíð havt
illgruna
til,
at
Mentamálaráðið spekulerar
í vikarum. Eg haldi tó ikki,
at vit hava orsøk til, at hava
ein veruligan illgruna um,
at
komandi
fólkaskúlin
komandi skúlaár fer at
mangla pening.
Tó er ongin ivi um, at tað
er stórur tørvur á lærarum,
tá søkt verður eftir 136 av
slagnum.
Skúlastjórar ringja
Tað verða einir 13 endaliga
lidnir næmingar av lærara
skúlanum í summar. Og tey
kunnu mestsum velja og
vraka lærarastørv í landi
num.
Skúlastjórar eru longu
byrjaðir at ringja eftir okk
um, og tað vísir seg sum, at
vit kunnu velja tey størvini
okkum lystir, sigur Karl Eli
Nolsøe Samuelsen, sum
verður liðugur sum lærari í
summar. Hetta er í hvussu
so er galdandi fyri tey 13,
sum verða endaliga liðug í
summar, og tað eru nøkur
afturat, sum mangla ávís
fak, sum kunnu fara bein
leiðis til verka, og verða
liðug í vetur.
Løgmannabreyt
manglar tólv
Nýggi skúlin við Løg
mannabreyt, sum helst er
ein dreymur hjá nógvum
lærarum at koma til, søkir í
ár eftir 12 lærarum. 10 til
fast starv og tveimum
øðrum.
Eg dugi ikki heilt at
siga, hvussu verður hjá okk
um, men vit hava havt fleiri
fyrispurningar og nakrir av
lærarunum, sum longu eru,
fara eisini at søkja, sigur
Høgni Joensen, skúlastjóri.
Hann greiðir tó frá, at tey
allarhelst fáa tørv á ófak
lærdum vikarum aftur í ár,
hóast møguleiki verður fyri
yvirtíð á skúlanum.
Lærararnir hjá okkum
hava allir fult skema, og eg
havi ongan fyrispurning
fingið, um at lærarar vilja
arbeiða
yvir,
staðfestir
Høgni Joensen, sum tó ikki
vil siga nakað við full
komnari vissu fyrr enn um
tvær vikur.
Porkeri fær vikar
Eisini Porkeris skúli søkir
eftir lærara í ár. Men har
eru vánirnar lítlar, at fáa
nakran lærara.
Tað er ringt at siga, um
vit fáa fatur á nøkrum
lærarar. Vit hava søkt í fleiri
ár eftir hesum starvinum,
og seinastu árini hevur ein
pedagogur
havt
starvið,
greiðir Mannbjørn Olsen,
skúlastjóri, frá.
Hann leggur afturat, at
ein av orsøkunum kann
vera, at talan er um eitt
starv, ið ikki hevur so nógv
ar tímar, umframt, at talan
er um ein skúla í Suður
oynni.
Somuleiðis roknar hann
ikki við, at Porkeris skúli
fær nakran av nýggju lærar
unum.
Eg haldi ikki at nakar úr
Suðuroy verður liðugur í ár,
og tí rokni eg ikki við, at vit
fáa nakran av teimum
nýggju, sigur Mannbjørn
Olsen.
Taka fleiri á
læraraskúla
Tað er líkt til, at fleiri lærar
ar gevast árliga, enn tað
gerast lidnir á læraraskúla,
samstundis,
sum
stórir
árgangir av lærarum nærk
ast pensjónsaldri.
Tó roknar Jóannes Hans
en, rektari á Føroya Lærara
skúla, við, at komandi árini
verða fleiri, sum gerast lið
ug sum lærarar.
Vit fara at taka øll inn,
sum eru skikkað til útbúgv
ingina, og tað sýnist, at
áhugin fyri okkara skúla er
rættiliga stórur, sigur Jóann
es Hansen.
Skikkað merkir í flestu
førum, at umsøkjararnir
skulu hava miðnámsprógv,
men tað kann vera, at nøkur
sleppa inn, ið ikki hava
miðnámsskúla, um tey hava
onnur ting, ið tala til fyri
muns. So helst vera fleiri
útbúnir lærarar komandi
árini.
Connie hevur ávirkan
Dalai Lama, Barrack Obama og Bruce Springsteen eru millum
nøvnini á einum yvirliti við 100 persónum, sum hava ta størstu
ávirkanina í heiminum. Men í ár hevur danski ráðharrin í
veðurlagsmálum, Connie Hedegaard, vunnið sær pláss í
yvirlitinum. Sagt verður, at hon hevur sera stóran týdning fyri
orðaskiftið um veðurlagsbroytingarnar. Berlingske Tidende
skrivar, at eitt nú hava amerikanarar fingið áhuga fyri danska
ráðharranum, tí hon hevur ofta verið í orðaskifti við
veðurlagshugaðar, amerikanskar politikarar sum Thomas
Friedman, John Kerry, Arnold Schwarzenegger og Todd Stern.
WHO herðir tilbúgvingina
Heimsheilsustovnurin WHO hevur nú sett tilbúgvingina ímóti
svínakrími upp á 5. stig, sum er tað næstovasta á tilbúgvingar
stiganum. Margaret Chan, stjóri í WHO, segði í gjárkvøldið, at
vandin fyri, at svínakrímið kann breiða seg um allan heimin, er
vaksin, og at tilbúgvingin tí verður herd. WHOstjórin segði
eisini, at heimssamfelagið fær nú gagn av royndunum frá
fuglakríminum. Samstundis bendir alt á, at svínakrímið breiðir
seg. Heilsumyndugleikarnir í Sveis hava kunngjørt, at teir hava
staðfest sjúkuna har, og á einari herstøð í USA hava tey illgruna
um, at meiri enn 30 hermenn kunnu vera smittaðir.
Sambært Magnusi
Tausen, formanni í Føroya
Lærarafelag, skuldi borið
til at manna tey flestu
lærararstørvini í komandi
skúlaárið við útbúnum
lærararum
136 lærarar mangla
Í løtuni verður søkt eftir 136 lærarum til 32
føroyskar fólkaskúlar fyri komandi skúlaár.
Men sambært Magnusi Tausen, formanni
í Føroya Lærarafelag, so er hetta eitt sera
høgt tal, men tað hetta helst ikki ein stórur
trupulleiki, tí nógvir lærarar fara at venda
aftur í skúlarnar og yvirtíð verður loyvd