Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-30, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. apríl 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 82 - 30. apríl 2009 FYRILESTUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen Føroyska sendikvinnan í Íslandi legði fyri við at greiða eitt sindur frá bú­skaparligu gongdini í Íslandi síðani kríggið og hvussu landið hevði upp­ livað sveiggj í bú­skapinum heilt fram til 1991, tá stór broyting kom í. ­ Tað var eisini tá, at bank­ arnir vórðu privatiseraðir og bú­skaparvøksturin tók rættiligan dyk á seg, segði Gunvør Balle. Fíggjargeirin var mest vaksandi branchan í Íslandi, og fram til skrædlið í fjør vóru bankarnir vaksnir til 11 ferðir BTÚ. Eisini greiddi føroyska sendikvinn­ an frá hvat hendi mánaðirnar eftir skrædlið og fram til dagin í dag. ­ Hesar mánaðirnar hevur tað verið ráðaloysi og nærm­ ast kaos, sum hevur merkt Ísland síðani alt skrædnaði og landið mátti taka um endan, segði Gunvør Balle. 1991 er ein varði í íslendskum politikki. Tað var tá at stjórnin hjá David Oddson tók við og fór undir eina miðvísa liberalisering við privatisering av bankum og almennum stovnum. Ognarskatturin varð avtikin og inntøkuskatturin settur niður. Kvotaskipanin var sett í verk og í heila tikið vórðu ein rú­gva av pengum leysgivnir, sum áður høvdu verið bundnir. Grunnar vóru á tremur av pengum og lóggivið var, so hesir grunnar kundu fara ú­t at gera íløgur. So har vórðu pengar frá privatiseringum, frá kvotaskipanini og frá grunnum, sum knappliga blivu leysgivnir, greiddi Gunvør Balle frá. Henda leysgeving førdi við sær, at tað í stóran mun varð farið ú­t um landoddar­ nar at gera íløgur við ógvu­ liga stórum váða, har tað framman undan so at siga bert vórðu gjørdar íløgur innanlands. Ótálmaði vøksturin hjá bankunum hevur uttan iva verið orsøkin til, at skrædlið gjørdist so ógvusligt og stórt, tá tað kom. Megnaði ikki trýstið Og jú­st hetta er nakað, íslendingar spyrja seg sjálvar í dag. Hvussu ber tað til, at fíggjareftirlitið ikki hevur havt betri eftirlit við bankunum. Hetta er kortini ikki ein serligur trup­ ulleiki hjá Íslandi, men er nakað, ið kenst aftur í fleiri londum. ­ Bankar í flest øllum lond­ um hava ført eina ógvuliga ekspansiva strategi, tó at tað í Íslandi hevur verið serliga grelt, tí bankarnir hava kunna vaksið seg til 11 ferðir eina landsframleiðslu, segði Gunvør Balle. Tað hevur verið ein trú­gv upp á styrkina í fíggjarsek­ torinum. Íslendingar hava verið sannførdir um, at fíggjargeirin var vorðin størsta vinnan og fiskivinn­ an kom í aðru røð. Men tað vísti seg, at ein so lítil og opin bú­skapur við einari so veikari íslendskari krónu, sum ikki var tengd at nøkr­ um øðrum sterkari gjald­ oyra, kláraði ikki at standa ímóti trýstinum, tá børsirnir byrjaðu at krakka, fyrst í USA við subprime­krepp­ uni. Hetta er tað, sum Ísland hevur merkt serliga meint, og ein so lítil og opin bú­skapur megnaði ikki trýst­ ið, og tí er størsta kjakevni í Íslandi í dag, um teir skulu fara upp í ES, fyri á tann hátt at fáa fatur á evruni sum gjaldoyra. ­ Íslendska krónan hevur ført tey í so stórar trupul­ leikar og fer framvegis at halda tey í hafti, so fleiri flokkar síggja evruna sum einastu loysnina, segði Gun­ vør Balle. Positivan hugburð Tað er sjálvandi nógv hent hesar mánaðirnar síðani skrædlið í oktober. Partvís hevur Ísland fingið nýggja stjórn frá at hava havt eina borgarliga samgongu til nú­ eina vinstrasamgongu, og tey hava eyðvitað nakrar raðfestingar og venda liber aliseringspolitikkinum bak­ ið. Sjálfstæðisflokkurin hev­ ur sitið við valdinum í Íslandi í 18 ár, og talan er ógvuliga nógv um eina upp­ gerð við tann politikkin. Man vil nú­ sleppa av við slíkt, sum er ógvuliga inn­ grógvið í íslendskan polit­ Íslendingar hava viljan Fundurin varð hildin í nýggja mentanarhúsinum í Runavík Á fundinum, sum Eysturoyar Vinnulívsfelag skip­aði fyri seinasta mikukvøld, var føroyska sendikvinnan í Íslandi, Gunvør Balle, eisini boðin við fyri at halda ein fyrilestur um støðuna í Íslandi Nógv deyð av meningitis Næstan 2.000 fólk eru deyð av meningitis í fleiri londum í Vestur­ afrika, og í amerikanska statinum Florida hevur sjú­kan kravt fýra mannalív. Hóast amerikanski læknin Amanda Cohn herfyri umrøddi meningitis­tilburðirnar í USA sum óvanliga nógvar, hava fjølmiðl­ arnir gjørt lítið burtur ú­r sjú­kuni. Felagsskapurin Læknar Uttan Landamark er farin undir eitt stórt átak í fleiri londum í Vesturafrika, og málið er aqt vaksinera átta milliónir fólk í Niger, Tjad og Nigeria. Felagsskapurin sigur, at hansara læpknar hava viðgjørt 56.000 sjú­klingar, og at roynt verður at forða fyri, at smittan skal breiða seg.