hósdagur 30. apríl 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 82 - 30. apríl 2009
ikk eitt nú vina- og kenning-
arpolitikkurin, sum jú á ein
ella annan hátt er góðtikin,
tí tað hevur jú gingið væl.
Men tað tykist, sum
íslendingar nú vilja taka alt
upp at venda, og at teir vilja
ganga frá teirri framferð,
sum hevur verið, og at teir
nú vilja venda heilt upp og
niður upp á teirra mátar at
gera tað upp á. So talan er í
veruleikanum um eina virð-
isbroyting, sum fer fram í
samfelagnum.
Men tað er ikki alt nega-
tivt við gongdini í Íslandi
kortini. Talan er um eina
samansetta mynd við positiv-
um og kveikjandi tingum.
Kendi íslendski stríðsvilj-
in fornoktar seg ikki. Fólk
hava niðurarvaðar eginleik-
ar at kempa fyri at yvirliva,
og tað kemur teimum til-
góða nú. Íslendarar hava
ein sera positivan hugburð
til lívið og vilja ikki lata
seg kúga.
- Tú sær eina rúgvu av
sjálvbodnum tiltøkum alla
møguliga staðni, har tey
royna at fáa tað góða fram,
og finna hættir at brúka
hetta konstruktivt, segði
Gunvør Balle.
Sum dømi nevnir Gunvør
Balle íslendska útvarpið.
Hon heldur at tað næstan
virkar sum hava tey fingið
forboð móti at tosa ilt um
støðuna, og heldur royna at
draga tað positiva fram.
- Tað hevur heilt ófatiliga
stóran týdning, at ein so
sterkur miðil sum útvarpið
klárar at halda hesi linjuni
uppi við kveikjandi og upp-
byggjandi stíli, so íslendarar
gera íløgu í seg sjálvar í hes-
um døgum heldur enn at
hugsa um kreppu, segði
Gunvør Balle.
Tað eru nógv onnur dømi
um positiva hugburðin hjá
íslendingum. Eitt nú bjóðar
tannlæknaskúlin
fram
ókeypis viðgerð, kommunur
bjóða ókeypis vitjan í
svimjihøllunum fyri arbeiðs-
leys, og nógv onnur líknandi
tiltøk kunnu upplivast í
Íslandi í hesum døgum.
Skjótt báðar vegir
Síðani fyrilesturin hevur
val verið í Íslandi, og sum
væntað vann sitandi sam-
gonga.
Gunvør
Balle
greiddi frá, at valstríðið í
stórum snúði seg um eina
virðisbroyting. Íslendingar
vildu ganga frá tí gamla
kenda, sum hevði givið
teimum tað stóra ríkidømið,
men sum eisini hevði ført
til stóra skrædlið.
Nú hevur samgongan so
fingið neyðuga mandatið
frá veljarunum, og tí er tað
hugsandi, at hon kennir seg
tryggari í sínum politikki.
Nú eru so heimildir givnar
frá fólkinum at fremja
skattahækkingar og søkja
um ES-limaskap.
Um longdina av kreppuni
dugir føroyska sendikvinnan
í Reykjavík ikki at siga.
- Tað veldst fyrst og
fremst um, hvussu drúgv
altjóða
kreppan
verður.
Ímynda vit okkum, at hon
rakar botnin í ár, so kann
tað ganga rímiliga skjótt at
venda gongdini. Líka skjótt
tað gekk niðureftir, líka
skjótt kann tað ganga upp
aftur. Tað er fyrimunurin
við einum lítlum, fleksiblum
búskapi, at tað gongur
skjótt báðar vegir, segði
Gunvør Balle.
Hon heldur, at tað er
mangt, sum talar fyri, at
Ísland kann koma skjótt
fyri seg, men tað veldst um
mangt ymiskt, og saman
um tikið er tað vónleyst at
geva nakað ítøkiligt boð um
hetta.
Føroyska sendikvinnan í
Reykjavík, Gunvør Balle,
helt áhug averdan fyrilestur
í Eysturoyar Vinnulívsfelag
seinasta mikukvøld
Tað er vorðið alt
meiri vanligt, at
fyritøkur og handlar
krevja ómaksgjald
fyri at skriva út
rokningar, men tað
finst eingin heimild
fyri hesum í lógini.
Heldur eingin
heimild er fyri
rykkjaragjøldum
KUNDAGJØLD
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Vit kenna tað øll. Vit
gloyma at gjalda eina rokn-
ing, og so fáa vit ein rykkj-
ara, og samstundis verður
kravt eitt rykkjaragjald,
ofta 50 krónur.
Hetta góðtaka vit, og so
rýkur ein 50-krónuseðil
eyka við í pottin, tá rokning-
in verður goldin. Men hetta
eru pengar, sum fyritøkur
og handlar onga heimild
hava fyri at krevja inn.
Nú tykist tað gerast alt
meiri vanligt, at fyritøkur
og handlar taka ómaksgjald
fyri at skriva út rokningar,
men heldur ikki fyri hesum
finst nøkur heimild.
Tað váttar ein sakførari,
Sosialurin
hevur
tosað
við.
- Eg kenni til ítøkilig
dømi, har fyritøkur hava
kravt ómaksgjald fyri at
skriva út eina rokning.
Men tað finst eingin heim-
ild í lógini, sum loyvir hes-
um, og tí er tað pr. defini-
tión ólógligt, sigur sakfør-
arin.
Hetta er kortini ikki heilt
vanligt enn millum fyritøk-
ur, men rykkjaragjald er
nakað, sum hevur verið
nýtt í mong ár. Heldur ikki
fyri hesum finst nøkur
heimild, men fólk flest vita
hetta ikki, og góðtaka tí
hesi rykkjaragjøld.
Nú nýtist hetta ikki vera
nakað odiøst. Tað kann jú
líka skjótt vera, at fyritøkur
og handlar ikki vita betur
enn at tey hava neyðugu
heimildirnar. Men hinvegin
finnast eisini uttan iva fyri-
tøkur, sum við beráddum
huga skriva hesi ómaks-
gjøld á, sigur sakførarin.
Snýr seg um
milliónir
Sakførarin, Sosialurin hev-
ur tosað við, sigur, at fólk
yvirhøvur vita ikki, at
hesar heimildir ikki finnast
í føroyskari lóggávu.
- Fólk, sum á einhvønn
hátt handla í Danmark,
kenna hesi ómaksgjøld
haðani. Og í Danmark finn-
ast neyðugu heimildirnar,
men tað eru ikki somu
lógir galdandi í Føroyum,
sigur sakførarin.
Hinvegin ivast hann eitt
sindur í, um tað eru versn-
andi tíðirnar, ið fáa hand-
ilsfólk at finna nýggjar inn-
tøkumøguleikar.
- Tað kundi jú hugsast,
at serliga í góðum tíðum
gjørdi ein 100-krónuseðil
ikki nakran mun, og tí
guldu fólk bara uttan at
hugsa nakað um tað. Í
verri tíðum hugsa fólk
kanska meira um tað. Og
hjá fyritøkunum er tað jú
ikki neyðturviliga so, at
tey royna at lumpa pengar
úr fólki ólógliga. Allarhelst
finnasts fyritøkur, sum
hugsa, at gongur tað, so
gongur tað, men hetta er
neyvan galdandi fyri tey
flestu, sigur sakførarin.
Við einum einfaldum
roknistykki sæst, at talan
verður um milliónir, sum á
henda hátt verða kravdar
inn uttan heimild. Siga vit,
at ein fyritøka skrivar út
30.000 rokningar um árið
og krevja eitt ómaksgjald
fyri rokningina á 30 krón-
ur, stendst ein meirinntøka
av hesum á 900.000 krón-
ur. 1,5 millión, um ómaks-
gjaldið er 50 krónur. Og tá
er rykkjaragjald ikki tikið
við.
Men ómaksgjøldini eru
ikki einastu pengar, sum
verða kravdir inn uttan
heimild.
- Í allarflestu førum
krevja fyritøkur eina rentu,
sum liggur langt oman fyri
loyvda markið, sigur sak-
førarin.
Við hesum upplýsingum
er ikki ilt at ímynda sær, at
fyritøkur og handlar krevja
fleiri milliónir krónur inn
frá fólki um árið, uttan at
heimild finst fyri hesum.
- Hetta er kortini ikki
eitt revsimál, sum tveitur
fólk í fongsul, men av tí, at
eingin heimild finst fyri
hesum innkrevjingum, eru
tær ikki lógligar. Tí kunnu
fólk eisini nokta fyri at
rinda ómaks- og rykkjara-
gjøld, sigur sakførarin við
Sosialin.
Krevja milliónir
inn ólógliga
Tað verða nógvar milliónir kravdar inn frá fólki um árið
uttan heimild
Rendi á garð
Tað hendi eingin skaði, tá ein kvinna í gjár um 18-tíðina
rendi inn í ein garð í Vestmanna við bili sínum. Kvinnan,
sum var einsamøll í bilinum, fekk ongan snudd av
óhappinum, men bilurin fór nakað illa. Serliga gekk tað
út yvir høgra forhjól, og bilurin kundi ikki við egnari
hjálp koyra av staðnum. Boð vórðu tí send eftir flytibili at
føra skadda bilin til eina bilasølu í Havn, men fyrrapartin
í dag stóð bilurin enn í sama stað.