Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-30, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. apríl 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindi Nr. 82 - 30. apríl 2009 Tað er ikki loyvt at planleggja við heima­ vaktum, og tí mugu politistarnir út at koyra um næturnar. Hetta kann gera, at løgreglan verður bæði skjótari og seinni á staðnum, tí alt veldst, hvar patruljan er. – Tað er serliga í Eysturoy og Norðoyggjum, at politistarnir eru ónøgdir við skip­ anina, sigur Jan Poul sen, formaður í politistafelagnum Politi Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Bygnaðarbroytingar fara í løtuni fram hjá løgregluni, og Jan Poulsen, formaður í politistafelagnum, greiðir frá, at fleiri politistar ikki er nøgdir við nýggju skip an­ ina. ­ Tað eru ov nógv veik lið í henni, og hon merkir eis ini, at vit ikki longur plan leggja við heima­ vaktum, sum vit hava gjørt. Tí skulu politistar í Norðoyggjum og Eysturoy, sum fyrr ikki hava verið úti og koyrt um náttina, út at koyra patrulju um náttina, mitt í viku. Hetta eru serliga eldri polit istar, sum nú skulu gera nakað, teir ikki hava gjørt fyrr, og í Føroyum hava vit ongan seniorpolitikk, sigur Jan Poulsen. Hann leggur afturat, at mann kann diskutera, hvussu neyðugt tað er við patruljum uttanfyri Havnina mitt í viku. Ov veik skipan Nýggja vaktarskipanin hjá løgregluni hevur virkað í nærum tveir mánaðir, og Jan Poulsen dugir væl at síggja veikleikar í henni. ­ Vit fara at hava fund um skipanina í komandi viku, og fert tú í gongd við eina nýggja skipan, so tekur tað altíð eitt sindur av tíð at fáa hana í rættlag. Eg haldi eis­ ini, at skipanin er ov veik. Verður ein persónur sjúkur, so klára vit ikki at fylla vaktarskemaði, so tað eru tilsamans ov nógv veik lið í skipanini, sigur Jan Poul­ sen. Øðrvísi vaktir Orsøkin til, at skipanirnar við vaktum hjá løgregluni eru broyttar, er fyri at tryggja heilsuna hjá løg­ reglufólkunum. Tað er arbeiðsumhvørvislógin, ið er nýggj og hevur við sær, at løgreglan ikki kann leggja til rættis á sama hátt sum fyrr, tá politistar kundu fara beinleiðis av vakt til heimavakt. Heimavakt er, tá løgreglumaðurin kann til kallast heimanífrá. ­ Hendir so tað, at ein maður hevur verið heima í tveir tímar, og so verður tilkallaður, so brýtur mann arbeiðsumhvørvislógina, sum sigur, at løgreglumenn skulu hava minst 11 tímar frí, áðrenn teir skulu á vakt aftur, greiðir formaðurin í politistafelagnum frá. Fleiri patruljur Av tí, at færri heimavaktir eru, so eru samstundis fleiri patruljur úti um landið. Um dagin verða øll øki dekkaði á sama hátt sum fyrr. Um kvøldarnar eru patruljur úti í meginøkinum og í Havn, og tað er tað sama um nætu­ r nar. Tá verður hundapatrulja og ferðslupoliti ikki írokn­ að, tí tað eru skipanir fyri alt landið. Ónøgdir kundar Hóast hesar nýggju skipanir í prinsippinum skuldu verið effektivari, so er greitt, at tað eru dømir, tá løgreglan kemur seinni á staðið nú, enn hon gjørdi fyrr. Eitt dømi um hetta var í Klaksvík í vikuni, tá tað tók 40 minuttir, áðrenn løg regl­ an var á staðnum, til ein bil, ið var farin á sjógv. Tá kom løgreglan úr Havn til Klaks­ víkar. Eitt dømi Norðlýsið hevur gjørt eitt sindur við. ­ Tá fólk eru von við, at tað tekur fimm minuttir hjá løgregluni at koma á staðið, so sigur tað seg sjálvt, at fólk eru ónøgd, men vit til­ kallaðu eisini fólk úr Klaks­ vík, sigur Jan Poulsen. Verður betri Formaðurin í politista fe­ lagnum greiðir somuleiðis frá, at tað ofta er torført at fáa fólk við í broytingar, ið fara fram, og tað vísir seg at henda nú, men hann er san­ nførdur um, at tá mann hev­ ur fingið ymisk viðurskifti upp á pláss, so verður henda skipan betri, bæði fyri politistar og borgarar. Jan Poulsen, formaður í politistafelagnum, metir, at ávísir manglar eru í nýggju vaktarskipanini hjá løgregluni Mynd: Jens Kristian Vang Fleiri skotin í skúla Minst átta fólk doyðu, og umleið 15 onnur vórðu særd, tá ein maður fór at skjóta við ein lærdan háskúla í býnum Baku, sum er høvuðsstaður í Aserbajdsjan. Aftaná skeyt maðurin seg sjálvan. Russiskar tíðindastovur vita at siga, at maðurin tók sjey fólk gíslar, áðrenn hann skeyt tey. Sjónvarpið í Aserbajdsjan segði í morgun, at 15 fólk vóru særd, men hvørki sjónvarpið ella tær russisku tíðindastovurnar vita at siga, hvør byrsumaðurin var, og hví hann fór í skúla við byrsu. Sum skilst var tilburðurin á teirri deildini á skúlanum, sum hýsir útbúgvingum innan oljuvinnu. Ónøgt politi í Eysturoy og Norðoyggjum