hósdagur 30. apríl 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindi
Nr. 82 - 30. apríl 2009
Christian Andreasen,
advokatur, sum hevur
eftirlitið við gjalds
steðginum hjá P/F
Kósini, sigur, at enn
er eingin loysn fingin
á viðurskiftunum hjá
stóra flakavirkinum
í Klaksvík. Orsøkin
er, at tað er trupult at
fáa váðafúsan kapital
til endurreisn av
virkseminum
GjaldssteðGur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
- Enn eru vit ikki komin til
nakra endaliga niðurstøðu
um framtíðina hjá flaka-
virkinum, og tað er torført
hjá mær í løtuni at siga,
hvussu langa tíð aftrat hetta
fer at taka.
Tað
sigur
Christian
Andreasen, advokatur, sum
vegna Skiftirættin hevur eft-
irlitið við gjaldssteðginum,
sum P/F Kósin fór í 17.
desember í fjør.
- Eg kann siga, at allur
eginpeningurin í felagnum
er mistur, og í seinastuni
hava vit arbeitt við at fáa
íleggjarar, sum vilja koma
við váðafúsum kapitali.
Hetta hevur ikki – ella ikki
í nóg stóran mun - eydnast
higartil, og tí er so tørført at
siga í løtuni, hvussu verð-
ur.
Christian vísir á, at tíðir-
nar at savna inn eginpening
ikki eru góðar, nú fíggjar-
vánirnar gera, at varsemi er
so stórt.
- Tað hevur tí heldur ikki
víst seg at vera lætt at fáa
neyðuga kapitalin, sum skal
til fyri at endurreisa virk-
semið á Kósini, leggur hann
aftrat.
Uppí eitt ár
Tað er Skiftirætturin, sum
hevur lýst gjaldssteðgin hjá
Kósini, og tað er Skiftirætt-
urin, sum eigur avgerðina
um, hvussu langur gjalds-
steðgurin verður, tá saman-
um kemur.
Christian Andreasen sig-
ur, at longdi gjaldssteðgurin
hesaferð varar fram til 21.
juni, men Skiftirætturin
kann leingja steðgin í mesta
lagi upp í eitt ár – við trim-
um mánaðum í senn.
- Hetta merkir, at í prin-
sippinum kann P/F Kósin
vera í gjaldssteðgi heilt
fram til 17. desember í ár,
men eg rokni ikki við, at so
verður.
Advokaturin væntar ikki,
at gjaldssteðgurin, sum nú
er galdandi í nakrar vikur
aftrat, enn einaferð verður
longdur.
Og so má helst antin bera
ella bresta hjá P/F Kósini.
Christian Andreasen sig-
ur, at óhugsandi er ikki, at
felagið verður lýst á tvings-
ilssølu, um eingin loysn
verður fingin í hús fyri 17.
juni.
Eingin flyting
Tá eitt felag verður lýst í
gjaldssteðg, og Skiftirætt-
urin setir advokat at hava
eftirlit, fer eingin flyting og
eingin fíggjarlig “dispotión”
fram í felagnum uttan um
advokatin.
- Í hesum førinum, nú
roynt verður at útvega egin-
pening til endurreisn, er
mín uppgáva eitt nú at virka
fyri
áhugamálunum
hjá
kreditorum,
leiðslu
og
møguligum íleggjarum, sig-
ur Christian Andreasen,
advokatur.
- Í prinsippinum kann P/F
Kósin vera í gjaldssteðgi
í mesta lagi í eitt ár, men
eg vænti ikki, at verandi
gjaldssteðgur verður longdur,
sigur Christian Andreasen,
advokatur
Lítið bendir á, at nøkur
loysn fæst á fíggjarligu
viðurskiftunum hjá flaka-
virkinum á Kósini, áðrenn
gjaldssteðgurin gongur út
17. juni
Mynd: Vilmund Jacobsen
Christian Andreasen,
advokatur, sigur, at
P/K Kósin er eitt sjálv
støðugt felag, og fer
felagið í ringasta føri
á húsagang, merkir
tað ikki, at tað neyð
turviliga tekur onnur
feløg hjá Maru Sea
food við sær
GjaldssteðGur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Sambært Christiani Andreas-
en, advokati, sum vegna
Skiftirættin hevur eftirlitið
við gjaldssteðginum hjá P/F
Kósini, er enn ikki komið á
mál við eini møguligari
endurreisn av stóra fiska-
virkinum í Klaksvík.
Ógreitt er eisini í løtuni,
hvussu langt kann komast,
áðrenn gjaldssteðgurin, sum
nú er galdandi, gongur út
17. juni í ár.
Hatturin omanyvir virk-
seminum, sum var á Kósini,
Norðís Seafood á Eiði og
línuskipunum, Grana og
Fugltúgvuni, er Maru Sea-
food, har Jóhan Páll Joensen
er stjóri.
Vit spurdu tí Christian
Andreasen, advokat, um alt
virksemið hjá Maru Seafood
rýkur, um flakavirkið á Kós-
ini í ringasta føri fer á húsa-
gang.
- Nei, P/F Kósin er eitt
sjálvstøðugt felag, sum ikki
av sær sjálvum tekur restina
av virkseminum hjá Maru
Seafood við sær.
Hann vísir á, at P/F Kósin
er so mikið leys av restini av
virkseminum
hjá
sam-
takinum Maru Seafood, at
hon ikki av sær sjálvum tek-
ur fiskavirkið á Eiði og línu-
skipini við sær.
Advokaturin dugir í løtuni
ikki at siga, um ein loysn
fæst á fíggjarligu trupulleik-
unum hjá Kósini, áðrenn
gjaldssteðgurin gongur út.
Alt rýkur ikki við Kósini
Døpur útlit
fyri Kósini
í Klaksvík
Tátta takið um grunnar
ES-nevndin vil hava betri tamarhald á teimum nógvu kapital-
grunnunum einstaklingum, sum gera ovurstórar íløgur. Charlie
McCreevy, sum er kommiserur í málum viðvíkjandi tí innara
marknaðinum hjá ES, sigur við Reuters, at tað er neyðugt hjá
myndugleikunum at halda eyga við einstaklingum, sum hava
ræðið á ovurstórum upphæddum í ymsum grunnum.
Kommiserurin sigur, at persónar í slíkum størvum eiga at lata
myndugleikunum allar upplýsingar, um teir framhaldandi ætla
sær at virka í ES. Men øll eru ikki nøgd við reglurnar. Eitt nú
sigur Poul Nyrup Rasmussen, at tað eru so mong hol í reglunum,
at hann skýrir tær "ein sveisaraost".
Karnevalurin aftur
á Eystanstevnu
Aftur í ár fara ítróttarfólk og skótar at ganga karnivalsgongu í
Runavík. Heldur enn at hava vanligu skrúðgonguna leygardagin, hava
fyriskipararnir avgjørt at eyndurtaka hittið frá í fjør við at skipa fyri
einari karnevalsgongu áðrenn stevnan verður sett. Fríggjakvøldið 19.
juni - á Eystanstevnu verður stóra karnevalsgongan við hundraðtals
fólkum. Í karnevalsgonguni verða ítróttarfólk, skótar o. o. sum vanliga
eru partur av skrúðgonguni. Ítróttarfólkini og skótarnir fara at hava
hvørs sítt »show«, og eisini fara fleiri maskottar og annað spennandi at
luttaka í gonguni sum fyriskiparnir ikki vilja avdúka enn.