hósdagur 30. apríl 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Tann fremsta keldan til
hesa søgu er William
Heinesen, sum í síni tíð
skrivaði áhugaverdar
frásagnir um síni ættarfólk.
Hetta eru frásagnir, sum
ikki hava verið alment
frammi, og tí er tað eitt
kvett fyri hesa røð at kunna
endurgeva Willliam,
soleiðis sum hann sjálvur
skrivaði tað niður:
Mundi sprongt
bakaríið í luftina
Medens A.W. Restorff og
tildels ogsaa Frants (synir
gamla Restorff) åbenbart
har haft frie Hænder til at
gå deres egne Veje i Spørgs
målet om Livsstilling,
synes Johan at have været
genstand for et ret ubilligt
Tyranni fra sin Faders Side.
Det er muligt, at han har
været en lidt “vanskelig”
Dreng. Således skal han
engang have kastet et
Krudthorn ned gennem sin
Faders Skorsten – dog
næppe i den Hensigt at
sprænge Bageriet i Luften.
Skønt Johans Hu afgjort
ikke stod til Sølivet, han
vilde være Bager, tvang
gamle Restorff igennem, at
han skulde være Sømand.
Efter at have stået sin Lære
tid igennem, og efter sig
ende især som Skibsdreng i
1516 års alderen at have
døjet meget ondt under bru
tale Befalingsmænds Hænd
er, tog han i København
Styrmandseksamen og blev
sat til at føre Frederiksvaag.
Han sejlede nu i mange
Aar i Koffardi mellem
Thorshavn og København.
Som Kaptain bærer han
Ord for at have været en
pligttro Mand, men en stor
Nøler. Han havde altid ondt
ved at komme afsted. Men
der var jo ingen Pardon, og
Johan førte sit spinkle
tomastede Sejlskib over det
svigefulde Hav i et kvart
Aarhundrede.
Først efter Faderens Død
i 1896 trak han sig tilbage
til den landjord, der altid
havde nydt hans store For
kærlighed og giftede sig et
par og Halvtreds År gamm
el med den 25 År yngre
Lodsdatter (dóttir Christian
Christiansen “Loðsurin”,
fyri kortum umrøddur í hesi
røð) Johanne DalChristian
sen.
For den Arv, som blev
ham til Del, nedrev han sin
Faders gamle hus (dog ikke
ved at lempe Krudt ned gen
nem Skorstenen!) og
opførte på Tomten en anse
lig moderne Bygning, hvor
han drev en Slags moderne
Pensionat, samtidigt med at
han holdt Bageriet i Kælder
en gaaende, først og frem
mest med Brodersønnen
Frants som Bager, siden
med fremmende Bagere.
Johan, Bagerkaptajnen,
som hans Ven Peter Ander
sen, (fyrr umrøddur í hesi
røð), kaldte ham, henlevede
sine sidste Aar som lykkelig
og økonomisk sorgløs Ægte
mand og gik gerne flegmat
isk småfløjtende omkring
og besøgte Venner og Be
kendte. Han døde af Mæs
linger (eftirsjúku) i 1916.
Aðra staðni skrivar
William um Johan:
Han blev højst ubilligt, ja
oprørende behandlet.
Drengen der var en sky og
forsagt natur blev trods sin
afgjorte utilbøjelighed for
Sømandslivet simpelthen
tvunget ind paa den mari
time Vej og gjort til skipp
er for Skonnerten
Frederiksvaag.
Frederiksvaag
Frederiksvaag var ein skon
nart hjá gamla Restorff,
127 t. til støddar. Hon var
bygd í Dunkerque í Franka
ríki í 1866. M. C Restorff
keypti skipið sum vrak, tá
ið hon rak á land í Havn.
Tað sigst, at fyrsta túrin
Johan fór til skips, makaði
veðrið, og tað gjørdist logn,
táið teir komu suðurum
Streymoynna. Har lógu teir
og drivu í 14 dagar, uttan at
koma longur.
Einaferð vórðu teir í
mjørkaveðri millum lond,
ásigldir av enskum trolara,
sum bakkaði frá. Tá leyp
ein av manningi á Frederiks
vaag yvir á trolaran, og val
ið var tá antin at skumpa
føroyingin í havið ella
hjálpa teim ásigldu. Teir
valdu tað seinra. Ta náttina
stóða so nógv á Johan, at
hann varð grásprongdur
eftir eina nátt.
Her skal skoytast uppí
um siglingina hjá Frederiks
vaag, at teir í 1878 vóru
fyrsta føroyska skip í Bil
bao í Spanien við saltfiski.
Skiparin tá var danskur.
Men í 1880 vóru teir aftur,
og tá var Johan Restorff
skipari.
Nógvir menn fingu upp
læring sum sjómenn við
Frederiksvaag, sum gekk
burtur í 1913.
Gjørdist kirkjuverji
Johan gjørdist kirkjuverji
við Havnar kirkju, eitt
starv hann tók við eftir
faðirin M.C.Restorff.
Saman við Jákup Dahl,
sum tá var prestur, skipaði
hann fyri at fáa modellið
av Norsku Løvu sent til
København við Beskytter
en at fáa tað riggað til av
nýggjum. Hetta modell
varð upprunaliga latið kirkj
uni sum olmussugávu fyri
teirra bjarging.
Tiskil hevur Norska Løva
síðan 1917 hingið undir
hválvinum á kirkjuni og
verið henni eitt stórt prýði.
Var við til at stovna
Skiparafelagið
Johan var ein av teimum
sum stovnaðu tað, sum í
dag er Føroya Skipara og
Navigatørfelag, men sum
tá kallaðist Færøernes
Skipperforening.
Tann 22. desember 1895
høvdu skipaeigarar norðan
fjørðs skipað fyri einum
fundi at viðgera felags
áhugamál. Tá var eisini tos
að um sáttmálaviðurskifti.
Teir vóru eisini komnir
ásamt um at stovna eitt fel
ag fyri reiðarar norðanfjørð,
sum tað tó kortini ikki kom
nakað burturúr.
Bert fáar dagar seinni,
leygardagin 4. januar 1896,
koma skipararar saman at
stovna eitt felag fyri skipar
ar. Í fyrstu nevndina vóru
valdir Anthon Jørgensen,
Johan M. Restorff, Jens
Mohr, Nicodemus Johanne
sen og Johannes Th. Han
sen. Tiltaksmenn gjørdust
Napoleon Andreassen og
Jóhan Christiansen, í Dali
Johan Restorff gjørdist
við lutakasti fyrsti formaður
felagsins við. Hann hevði
eitt skifti skrivstovu heima
hjá sær sjálvum.
Felagið var hampuliga
virkið. Tvær vikur seinni
var aðalfundur hildin í
felagnum. Nevndin legði
fram uppskot til lógir, sum
vórðu einmælt samtyktar.
Hetta var í eini tíð, tá ið
stór menning var í fiskiskap
inum. Felagið skuldu ikki
leggja so stóran dent á
sáttmálaviðurskifti. Fleiri
teirra vóru eisini reiðarar.
Høvuðsendamálið var at
hava eitt felag til frama fyri
fiskivinnu og sjóvinnu sum
heild.
Johan var í fyrsta umfari
formaður árini 18961900
og tók so við aftur í 1904
1905. Hann var nevndarlim
ur og varalimur fram til
1910.
Sigast kann, at grundar
lagið fyri felagnum hevur
verið gott. Tað livir enn og
er virkið á somu økjum,
sum tá tað var stovnað, nú
tað er 113 ára gamalt.
Hotellvirksemið
byrjar
Johan og Johanna høvdu
gistingarhúsvirksemi, kall
að Private Hotel, frá 1904,
har til dømis løgtingsmenn
og navigatørar vóru vanir
at búgva.
Eisini høvdu tey eitt
størri høli, sum var rópt
Johan Martin Restorff:
Pápin noyddi hann til skips
Hesa ferð hava vit aftur ein part av Restorff søguni. Yngsti sonur gamla Restorff var Johan Martin (1853-
1916). Tá í tíðini sluppu dreingir ikki at gera, sum teir vildu. Ein av teimum var Johan. Ikki fyri enn pápin
var deyður, kundi hann fara at gera tað, sum hann hevði bestan hugin til
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
SKIPARI
JOHAN MARTIN
RESTORFF
F. 13-5 1853 D. 6-12 1916
JOHANNE FR. DAHL-
RESTORFF
F. 16-11 1878 D. 2-3 1964
SKJØLDUR MÍN ER HJÁ
GUDI SUM FRELSIR HINI
SANNHJARTAÐU
SÁL. 7,11
Við grøvina síggjast
sonarbørnini Birgit av Lofti
og Johan M. Restorff
Johanna Fredrikka Dal-Christiansen og Johan Martin Restorff,
kallaður kapteinurin
Christian Dahl-Restorff og konan Maria f. Joensen. Christian
hevði blivið 100 ár 5.mai
Nr. 82 - 30. apríl 2009