hósdagur 30. apríl 2009síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
“salurin”, har til dømis
veitslur v.m. vóru hildnar.
Tey áttu einkarsonin
Christian Dahl- Restorff,
føddur 5/5-1909.
Tá ið Johanna gjørdist
einkja í 1916, lá fyri henni
eitt langt og strævið tíðar-
skeið. Men við áræði og av
øllum alvi eydnaðist henni
at varðveita húsini á egnum
hondum, soleiðis at sonurin
kundi vaksa upp undir
tryggum og góðum
umstøðum.
Johanna, sum hevði lært
á húsarhaldsskúla í Dan-
mark, tók ofta ungar kvinn-
ur av bygd til upplæring í
húsarhaldi og matgerð. Hett-
ar fyri at skoyta uppí sína
innkomu at halda stóru hús-
ini, eftir at hon gjørdist
einsamøll við syninum
Christian.
Hann mintist annars bert
ein túr saman við pápa
sínum.
Tá hevur Christian verið
um 5 ár og pápi hansara 61
ár.
Í Amtmansbrekkuni møta
teir gamla Traber, og teir
eldru byrjaðu eitt prát, sum
varð so drúgvt, at lítli
Christian varð „gloymdur“
og „stakk av“ til hús einsa-
mallur. Soleiðir endaði túr-
urin hjá feðgunum.
Gerandisdagur teirra við
Áarvegin broyttist so mikið,
at neyðugt varð at leiga stór-
ar partar av húsinum út fyri
at kunna gjalda hvørjum
sítt.
Eitt nú høvdu brøðurnir
Jákup og Jógvan við Stein
sjómansskúla á salinum
eina tíð.
Christian mundi
doyð av tuberklum
Christian Dahl-Restorff
giftist í 1938 við Marie
Joensen, fødd 30/9-1913,
dóttur Hans Joensen, keyp-
mann, undir Kletti í Havn.
Hann kom at vaksa upp
á Áarvegnum hjá móður
síni Johanne Frederikke, tí
longu sum 7 ára gamal
misti hann pápan.
Christian fór at ganga í
Thorshavns Realskole.
Hann kom eisini at ganga
til undirvísing í latíni hjá
Jákup Dahl prósti. Hann
fekk UG til royndina, og
hesin lærdómur kom hon-
um væl við, táið hann fór á
Birkerød, og var hetta hon-
um ein barlast gjøgnum alt
lívið.
Sum 16 ára gamal fór
Christian á kostskúla á
Birkerød Statsskole, har
ætlan hansara var at lesa
víðari til løgfrøðing. Men
hann gjørdist tuberklasjúk-
ur, og noyddist at gevast við
lestrinum longu árið eftir.
Hann var so illa fyri, at
mamman kom niður við sjó-
verjuskipinum Beskytteren
til hansara, tí tey væntaðu
Christian fara at doyggja.
Men á undursaman hátt
kom tó vend í, og veikur og
ússaligur kom Christian
heimaftur. Heim afturkomin
fór hann at starvast sum
skrivstovumaður hjá handils-
virkinum Poul í Geil, og har
starvaðist hann í eini fimm
ár. Poul var var sera góður
við hann.
Ein minnisvarði frá hesi
tíð er sokallaða “Lysthús-
ið”. Tað var bygt í 1928 og
sett upp í Restorffsgarðin-
um, fyri at Christian har
kundi hava møguleika at
finna hvíld og heilsubót í
líggja vesturskininum. Í dag
stendur “Lysthúsið” vestan-
fyri húsini hjá Johan M.
Restorff í Jóan Karlsgøtu
10 í Havn.
Christian styrknaði og
mentist sum frá leið, og í
1934 letur hann upp handil-
in “Tubbak” við Áarvegin
og kom at selja tubbaksvør-
ur v.m. bæði í heil- og smá-
sølu.
Til hetta kravdist eginpen-
ingur, sum var ringur at fáa
í hesum krepputíðum, sum
tá vóru.
Tí gjørdi Johanna av, at
selja apotekara Juhl ein part
burturav havanum
norðanfyri húsini fyri á
tann hátt at útvega soninum
fígging.
Christian gloymdi ikki
sínar tuberklasjúku felagar.
Hann seldi eisini í handlin-
um lutir, sum vóru fram-
leiddur av sjúklingum á
Sanatoriinum. Eina ferð
árliga, á Ólavsøku, ruddaði
hann framsýningargluggan
fyri sluppmodellið, gjørt av
sjúklingum sjálvum, sum
var høvuðsvinningur á tí
árligu lutaseðlasøluni hjá
sjúklingunum.
Mangur skipsmaður kom
inn á gólvið, áðrenn túrurin
byrjaði og keypti uppá borg.
Tá ið avrokningin eina ferð
kom, gjørdi hann slætt borð.
Eitt orð er eitt orð og ein
maður er ein maður.
Soleiðis var tað bara.
Tá ið mest var at gera,
stóð Christian ofta sjálvur
fjórði í handlinum. Serliga
stór var sølan upp undir
høgtíðir og ikki minst tá ið
jólagávur skuldu keypast.
Hotel Hafnia
Í 1950 byggir Christian
nýbygning á økinum mill-
um privathúsini og Tjald-
urs Apotek. Í gøtuhæddini
vóru handilshøli, og annars
skrivstovuhølir og kømur
við atgongd til køk at leiga
út.
Um sama mundið varð
aftur kreppa í samfelagnum
og øll leigumál vórðu upp-
søgd, og samstundis brenn-
ur ein brennivargur Hotel
Føroyar í grund.
Christian stendur tá við
einum nærum tómum bygn-
ingi, samstundis sum hotel
manglar í býnum.
Eftir at hava hugsað seg
um eina tíð, tekur hann
avgerð um at byrja hotel-
og matstovuvirksemi í bygn-
inginum, og sjálvur fer
hann frá “Tubbak” inn í
hesa nýggju, spennandi og
krevjandi vinnu. Eftir
tátíðar tørvi var hetta eitt
nýtímans hotel við mat-
stovu undir navninum hotel
Hafnia. Navnið var eftir
uppskoti frá Petur Háberg.
Fyrsti gesturin flytur inn í
november 1951.
Seinni, í 1956, varð ein
hædd bygd omaná hotellið.
Í 1958 fekk hotellið enn
eina hædd, “Parnassið”,
navngivið av tí nýstovnaða
”Føroya Rithøvundafelag”,
sum helt fyrsta fundin í
hølinum.
Køksbygningurin kom í
1964, og tey gomlu húsini
hjá Johan M. Restorff vóru
niðurtikin í 1965.
À økinum verður nýggjur
hotelbygningur reistur, og í
mai 1968 er Hafnia fyrsta
hotel í Føroyum, har kømur
hava egið bað og toilet.
Í 1979 vóru tey gomlu
avhaldshúsini frá 1878
keypt og niðurtikin, og tá
varð aftur bygt uppí hotellið
í 1980. Siktið var, at hotell-
ið lúkaði øll nútíðar hent-
leikakrøv.
Christian var eingin reyp-
ari. Ongantíð nevnir hann
seg hotelstjóra, men brúkti
sama gamla “visitkort” við
“ Grosserer”, heilsølumað-
ur, frá tíðini í Tubbak (1934
– 1965).
Christian gekk inn á gólv-
ið at heilsa Hafnia-kundum,
so leingi hann orkaði.
Tann 1.1.2005 varð hotell-
ið selt.
Tónleikarin
Christian Restorff hevði
eisini góðar tónlistagávur
og spældi uppá violin í
ymiskum orkestrum sum
t.d. “Jazzband Triumph” og
“Ljómi”, sum spældu til
dans í Tórshøll og Klubban-
um eins og við “Gágguni”,
sum spældi í Sjónleikara-
húsinum. Hnn gavst við
hesum í 1938.
Tó helt hann á at spæla
við Tórshavnar Musikk-
skúla saman við Erik Peter-
sen, Verlandi Johansen,
Viggo Dal-Christiansen og
øðrum.
Hann var nærlagdur og
dúgligur violinspælari, og
helst var hann ein góður
stuðul hjá musikkskúlanum
hesi árini.
Sum ungur gjørdi hann
seg eisini galdandi innan
fótbolt, tá hann longu sum
17 ára gamal kom at leika á
1. liði hjá Havnar Bóltfelag
eina tíð, til heilsan skerdi
hansara førleika. Hann var
limur í bygginevndini fyri
fyrsta HB-húsið, bygt í
Gundadali.
Christian doyði tann
18/2-1997 og Marie 16/8-
1999. Henda greinin kann
eisini vera eitt hóskandi
høvi at minnast Christian,
sum hevði fylt 100 ár 5.
mai í komandi viku.
Johanna doyði í 1964.
Tískil kom søgan hjá hes-
um báðum at strekkja seg
yvir 110 ár frá 1853-1964.
Keldur:
William Heinesen
Johan R. Jacobsen
Jógvan Arge
Sverri Dahl
Johan M. Restorff
Komandi partur
Komandi partur verður
um ein annan hoteleig-
ara, nevniliga Christian
Edvard Djurhuus og
konu hansara Onnu
Katrinu
Skipið hjá Restorff Frederiksvaag, har Johan var skipari
Hetta er upprunaliga “private hotel” hjá Johan Restorff
Hetta barometrið fingu
Johanna og Johan í brúðar
gávu frá skiparafelagnum
Fyrsta Hotel Hafnia avmyndað á brævbjálva
Frederiksvaag gekk burtur í ódnarveðri 5. Mars 1913 við Læsø. Navnabrettið rak á land í Skagen
og hongur á Hotel Hafnia
Nr. 82 - 30. apríl 2009