hósdagur 30. apríl 2009síða 33
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
[ Nr. 82 - 30. apríl 2009 ]
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
- Eg havi snøgt sagt verið tann besti av
teimum, sum hava spælt í Føroyum
Ragnar Isaksen
Sam Vang hevur sein
nu árini verið best
kendur sum renn ari,
men hann hev ur eina
glæsiliga for tíð sum
fleirfaldur heiðurs
merkja vinn ari í
judo, millum annað
á Álandi í 1991. Í
summ ar verður hann
aft ur við í judo – og
leygar dagin fer hann
so at royna, um hann
eisini megnar krav tíð
ina í hálvum maraton
OYGGJALEIKIR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Tað er komið fyri, at føroysk
ítróttar fólk einar oyggja
leik ir hava verið við í einari
ítróttar grein, fyri síðani at
vera við í einari aðr ari ítrót
t ar grein einar aðrar oyggja
leik ir. Men enn hevur eingin
før oyingur roynt seg í fleiri
ítrótt argreinum á einum
oyggjaleikum.
Nú verður kanska øðrvísi,
tí seinnapartin leygardagin
verð ur 38 ára gamli Sam
Vang við í úttøkukappingini
í hálvum maraton, sum
sam stundis verður føroya
meis t ara kapping á hesum
tei ni. Megnar hann tá at
ren na teinin við eini tíð,
sum ikki er seinni enn ein
tími, 14 minuttir og 30
se kund, verður hann við í
hesi kapping á Oyggja leik
unum í summar.
– Formurin er góður og
eg ætli mær at royna, sjálvt
um tað krevur av mær, at eg
skal seta persónligt met fyri
at klára kravtíðina. Mín
bes ta tíð higartil er einar
tveir minuttir verri enn
krav tíð in, so eg skal veru
liga renna upp til mítt besta
fyri at klára tað, sigur Sam
Vang.
– Tað ringasta er tó, at
for søgnin fyri leygardagin
er einki serlig, tí sagt verður
frá 18 metrum um sekundið.
So umstøðurnar til at klára
tað eru ikki tær bestu. Men
nú fáa vit at síggja.
Renningin byrjar og end
ar á Bursatanga, og runnið
verður nakrar ferðir aftur
og fram úti við Strond, sum
van liga er ein rímiliga
slætt ur og lagaligur teinur,
men sum kann verða tor
før ur, um veðrið verður so
ringt og vindurin so nógvur,
sum veðurforsøgnin sigur.
Eitt upplivilsi
Megnar Sam kravtíðina í
hálv um maraton, so verður
tað
fyrstu
ferð
síðani
Oyggja leikirnar í Hetlandi í
2005, at hann er við sum
renn ari. Ta ferðina rann
hann bæði 5.000 og 10.000
metr ar, 3.000 metra forða
renning og hálvt maraton.
– Nú veit eg av góðum
grundum ikki, um eg megni
kravtíðina í hálvum mara
ton, men so kann eg í øllum
før um gleðast um, at eg
slep pi við sum judoíðkari,
tí har eri eg longu úttikin,
sig ur Sam Vang, sum tó
vón ar, at tað verður til bæði
judo og hálvt maraton á
Á landi um tveir mánaðir.
– Tað hevði verið stuttligt
at verið fyrsti føroyingur,
sum er við í tveimum
ítróttar greinum
á
somu
leik um, og eydnast tað, so
taki eg tað sum tað upp liv
il si, tað er.
Sum skráin á leikunum
sær út, er judo á skránni
mána dag til mikudag, me ð
an kappingin í hálvum
mara ton ikki er fyrr enn
fríggja dagin, so eftir tíða r
æt lan ini letur tað seg væl
gera hjá Sam at vera við í
báð um, um so skuldi verið.
– Skuldi eg sjálvur valt
annað hvørt judo ella renn
ing, so hevði eg valt renn
ing ina, tí hon fyllir nógv
meira hjá mær nú, sigur
Sam, sum samstundis veit
av, at judo kann gerast ein
forð ing fyri renningini, um
hann annars sleppur við í
báðum ítróttargreinunum.
– Eg ivaðist eisini, tá eg
var biðin um at koma at
íð ka judo aftur, tí judo kann
jú gerast ein forðing fyri
renn ing ini, um eg fái ein
skaða teir fyrru dagarnar.
Men eg eri til reiðar at taka
kjan sin, og enn veit eg jú
held ur ikki, um eg yvirhøvur
sleppi við sum rennari.
Gamal gullvinnari
Judo var í síni tíð ein av
ítróttargreinunum, ið vann
Før oy um mong heiðurs
merki, men síðani leikirnar
á Gibraltar í 1995 var judo
ikki við á oyggjaleikum aft
ur fyrr enn á Rhodos í 2007.
Steðgurin forðaði tó ikki
fyri, at Føroyar fyri tveim
um árum síðani vunnu eitt
gull, seks silvur og tvey
bronsu merki í judo.
Sam Vang var ein av
teim um drúgvastu í judo í
síni tíð, so hann kennir hesa
ítróttargreinina út og inn.
Hann vann fyri 20 árum
síð ani silvur í Føroyum í
1989 og aftur á Isle of
Wight í 1993, og bæði á
Á lan di í 1991 og í Gibraltar
í 1995 gjørdist hann gull
vinn ari.
– Eg hevði annars einki
gjørt við judo í eini átta ár,
nú boð vóru eftir mær, sigur
Sam, sum er úttikin í lætt
as ta vektbólkinum og ann
ars bara hevur vant judo
aft ur í tvær vikur.
– Men eg eri væl fyri og í
góð um formi, og teknikkin
havi eg framvegis, hóast
hann nokk skal avpussast
væl og virðiliga hesa tíðina,
til leikirnir verða. Tað hevur
verið nokk so hart at byrjað
aftur, men eg hevði væntað,
at tað fór at verða verri.
Til stuttleika kunnu vit so
leggja aftrat, at tá tey í ÍSF
skuldu skráseta Sam Vang
til Oyggjaleikirnar á Álandi,
k
r
a
v
d
i
tilmeldingarskipanin,
at
hann var meldaður til tvær
ferðir, tí skipanin var ikki
girað til, at ein og sami
persónur
kundi
vera
aktuellur
í
tveimum
ymiskum ítróttargreinum…
Sam Vang satsar
Sam Vang, sum her roynir at fáa gott tak á Hjalmari
Johannesen, ger »come-back« í judo á Oyggjaleikunum í
summar. Spurningurin er nú bara, um tað leygardagin eisini
fer at eydnast honum at klára kravtíðina í hálvum maraton, so
hann verður við í tveimum ítróttargreinum
Mynd: Sofus D. Johannesen
Í 2005 í Hetlandi var Sam Vang partur av føroyska liðnum í frælsum ítrótti. Og tað ætlar hann
sær aftur at verða á Álandi – umframt at íðka judo
Savnsmynd: Jens Kristian Vang