hósdagur 30. apríl 2009síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
[ Nr. 82 - 30. apríl 2009 ]
Alt farið
rætt fram
Julianna Klett,
sum er ein av lim
un um í út tøku
nevnd ini í golf,
sigur seg skilja
væl, at Ragn ar
Isaksen er vón
brot in, men at
út tøk an er gjørd
eftir, hvørjir spæl
ar ar hava besta
handi kappið
GOLF
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Formaðurin í Tórs havn ar
Golfklubba, Jóg v an
Amonsson, sig ur um
orsøkina til, at Rag nar
Isaksen ikki er út tik in til
komandi Oyggja leikirnar á
Á lan di, at hann ikki hev ur
latið nakað skori kort inn,
sum kun di rættvísgera eina
møgu liga úttøku.
– Tú mást kunna próg
va, at tú spælir upp til títt
handikapp, og av tí at vit
ikki hava fing i ð nakað
skorikort frá Ragnari, livir
hann ikki upp til treytirnar
fyri at verða úttikin, sig ur
Jógvan Amons son, sum tó
viðgongur, at úttøkan
skuldi verið av greidd fyrr.
Hann vísir annars til
Juli annu Klett, sum er ein
av limunum í út tøku
nevndini í golfi. Hon sigur,
at pláss var bara fyri fýra
spælar um til kappingina
hjá mon num á Álandi, og
tí mátti gangast eftir reglu
num um handi kapp fyri at
finna bes tu spælararnar at
senda av stað til leikirnar.
– At tú vinnur kapp ing
ar, er ikki tað sama, sum at
tú hevur besta handi
kappið. Og í út tøku ni til
Oyggja leikir nar á Álandi
hava vit brúkt handikappið
sum meting ar grund ar lag.
Tí er Ragnar ikki tik in út,
sigur Julianna Klett.
– Eg veit, at hann er
vón brotin, tí hann ikki er
út tik in, og tað skilji eg
eisi ni væl. Men vit hava
ging ið eftir reglunum, so
her er alt farið rætt fram.
Tað er bara ikki nóg mikið
at vinna kappingar, tí tú
mást eisini hava eitt nóg
gott handikapp.
Drekka kranavatn á
Oyggjaleikunum
Fyrireikararnir av Oyggjaleikunum hava í bóklingi – í
samband við leikirnar Álandi um slakar tveir mánaðir –
mælt til, at allir íðkarar, hjálparar og áskoðarar drekka
vatn úr krananum, heldur enn at keypa vatn í fløskum.
Endurfyllingar fløskur verða lætnar øllum luttakarunum á
oyggjaleikunum. Grundgevingin fyri, at mælt verður til at
drekka vatn úr krananum, er, at tað er meiri
umhvørvisvinarligt, og at vatni á Álandi er gott og kann
drekkast uttan at heilsuvanda.
Hjún standa á odda fyri VÍF
Heimasíðan hjá VÍF skrivar, at hjúnini Svanna Hanusardóttir
og Kári Mortensen skulu venja besta kvinnuliðið í Vestmanna
komandi árið. Svanna Hanusardóttir og Kári Mortensen hava
drúgvar royndir í føroyskum hondbólti. Hanusardóttir var
millum mest týðandi leikararnir hjá Neistanum í sjeyti – og
áttatiárunum, og hon hevur eisini roynt seg í bestu donsku
hondbóltskappingini. Mortensen, sum hevur slitið sínar
barndómsskógvar í VÍF, var leingi millum bestu
hondbóltsleikararnir í Føroyum. Seinastu trý árini hevur hann
staðið á odda fyri besta mansliðnum hjá KÍF.
Ragnar Isaksen, sum
var ein av trimum
føroyskum golf
spælar um á Oyggja
leik un um á Rhodos,
verð ur ikki at síggja
á Álandi í summar.
Hóast hann bæði er
før oya meistari og
hev ur vunnið stóru
Tórs havn Open
kapp ing ina, kennir
hann seg settan til
síð is
GOLF
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Í flestu ítróttargreinum er
før oyameistarin
vanliga
hann, ið verður hildin at
vera tann besti og dugna lig
a s ti, og hevur hann haraftrat
vunn ið aðrar kappingar, er
van liga eingin sum helst ivi
um tað. Men soleiðis er ikki
í golf, nú úttøkan til Oyggja
leikirnar á Álandi í summar
er gjørd.
Ragnar
Isaksen,
sum
bæði er føroyameistari og
hev ur vunnið stóru Tórs
havn Openkappingina, ið
gong ur yvir tríggjar dagar,
er ikki tikin út, og sostatt
verð ur hann ikki við á
Á lan di. Hann var annars
ein av trimum føroyskum
golf spælarum, sum vóru
við til Oyggjaleikirnar á
Rho dos í 2007.
– Soleiðis sum reglurnar
vóru, skuldi eg sjálvandi
ver ið millum spælararnar,
sum fór til Álands í summar,
tí eg havi snøgt sagt verið
tann besti av teimum, sum
hava spælt í Føroyum, sigur
Rag nar, ið vísir á, at eftir
kapp ingina
um
føroya
meist ara heitið og Tórshavn
Open kappingina
komu
aðr ar reglur.
– Nú var kravið, at tú
skul di lata trý skorikort inn
í november mánaði, og
síða ni var úttøkan gjørd
eftir teimum úrslitunum.
Men eg gjørdi beinanvegin
vart við, at júst í november
kundi eg slett ikki vera við,
tí eg var blivin handilsleiðari
og hevði ikki stundir at
spæla júst tá. Tað skýmir
eisi ni so tíðliga tá, at hevur
tú eitt vanligt arbeiði, ber
slett ikki til at spæla í
no vem ber.
Ójavnar treytir
Síðani hevur ein av hinum
út tiknu spælarunum sjálvur
fortalt Ragnari, at hann var
tikin út, grundað á skorikort
frá august og september, tí
hann heldur ikki hevði
stund ir at spæla í november.
– Um eg kundi gjørt tað
sama, so hevði eg uppaftur
meira sannførandi sloppið
við, tí júst í august og sep
tem ber spældi eg tvær ferð
ir við 81 sløgum, sum er
met, sigur Ragnar Isaksen.
Hóast Ragnar hevði bestu
kappingarúrslitini at vísa á
og enntá hevur sett tvey
met, slapp hann ikki upp í
part, og eru teir báðir, sum
annars hava ligið niðan fyri
hann í kappingunum, Oskar
Eiriks son og Janus Norð
berg, úttiknir í staðin,
um framt Róa H. Chris tian
sen og Jónfinn Thomassen,
sum búgva og spæla í Dan
mark.
– Hetta er í mínari verð
ótrú liga langt úti og óhoyrt,
tí tá tað ikki er nóg gott at
vera føroyameistari, dugi
eg ikki við mínum besta
vilja at síggja logikkin í
út tøku ni.
Í
øllum
ítróttargreinum eru tað tey
bestu kappingarúrslitini og
meistaraheitini,
ið
telja
mest, tá bestu spælararnir
skulu finnast, sigur Ragnar
Isaksen.
– Um nakar skal takast
fram um meg til eina so
stóra kapping sum Oyggja
leik ir nar, so má tað væl
sakt ans vera onkur, sum
veru liga hevur verið betri
enn eg. Soleiðis er tað bara
ikki, og tá farið verð ur
aftur um aftur at til la ga reg l
ur nar, so tær ko ma veik ari
spælarum til góð ar, held ur
enn at stimbra teir bes tu, er
lítið vert at kappast.
Meiningsleyst
Tá Ragnar var úttikin til
Oyggja leikirnar á Rhodos,
gjørdist hann bæði bilsin og
fegin, men tá hann fann
útav, at hann – eftir fram
gongd og sigrar í størstu
kapp ing unum – ikki slapp
við til Álands kortini, gjørd
ist hann minst líka bilsin og
haraftrat sera vónbrotin.
– At nakrir spælarar verða
út tiknir, bara so teir skulu
fáa ein seinasta kjans at
ve ra við í einari kapping,
sjálvt um onkur annar yngri
er betri enn teir, er hvørki
gott ella mennandi fyri
golf spælið í Føroyum, stað
fest ir Ragnar.
– Tú kennir teg sum
rukku, tá brúkar nógva tíð
upp á golf, men kortini
verð ur settur til viks, bara tí
onk ur annar hevur ein
dreym um at sleppa út at
kapp ast, sjálvt um hann
ikki er nóg góður til tað.
Síðani alt hetta er hent, er
Rag nar givin at spæla í Før
oyum, tí álitið á tey, sum
skipa fyri, er fullkomuliga
fokið. Hann hevur tó góðar
møgu leikar at spæla, tá
hann er niðri, og tað ger
hann so ofta, sum tað ber
hon um til.
Ikki nóg gott at vera
føroyameistari í golf
Ragnar Isaksen hevur verið besti golfspælarin í føroysku kappingunum, men kortini er hann ikki
tikin út til Oyggjaleikirnar á Álandi
Mynd: Álvur Haraldsen