Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-30, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. apríl 2009síða 35

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 [ Nr. 82 - 30. apríl 2009 ] Manchester United umsetti bert ein málmøguleika, og Arsenal hevur ein góðan møguleika at venda gongdini heima á Emirates Leikvøllinum í London Fótbóltur Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Arsenal kundi fara rættiliga væl nøgdir av vøllinum, aftaná fyrru hálvfinaluna á Old Trafford ígjár, sum Manchester United vann 1- 0. Arsenal vóru trýstir ein stóran part av dystinum, men takka verið einum góðum málverja, Manuel Almunia og nakað av hepni, so eydnaðist tað London- liðnum at ríða ein stóran part av storminum av, og sleppa frá útidystinum við einum 1-0 tapi. Almunia bjargaði góðum royndum frá Wayne Rooney, Carlos Tevez og Christiano Ro- naldo. Tað vóru bert tvær royndir, sum Almunia ikki megnaði at halda. Tá John O´Shea meddaði bóltin í netið, megnaði Almunia bert at hálvbjarga skotinum á vegnum. Almunia var eisini seldur, tá eitt kavandi skot frá Christiano Ronaldo rakti yvirleggjaran í øðrum hálvleiki. Men eingin ivi um, at Arsenal sær ein stór- an møguleika at venda gongdini í heimadystinum týskvøldið, og tá verður Robin van Persie eisini klár- ur aftur. Tevez framum Berbatov Róð var uppundir, at United-venjarin, Alex Fergu- son fór at byrja inni við bæði Wayne Rooney, Christ- iano Ronaldo, Carlos Tevez og Dimitar Berbatov. Men Ferguson valdi at byrja við Tevez, og lata Berbatov sita á beinkinum fyrst. Tevez arbeiddi sera hart teir 65 minuttirnar hann var inni. Almunia í Arsenal-máli- num mátti longu vísa sínar dygdir tá hálvurannar minuttur var farin, tá hann fekk beint einum vanda- miklum stútara frá Wayne Rooney út til hornaspark. Arsenal vóru trýstir, og ein duppultbjarging hjá Almu- nia mátti til, fyri at verja fyri atsóknum hjá Tevez. Tá 18 minuttir vóru farnir, mátti Arsenal boyggja seg fyri trýstinum. Arsenal megnaði ikki at rudda eitt hornaspark burtur. Eitt inn- legg hjá Michael Carrick var avrættað av Mikael Silvestre. Bólturin endaði hjá John O´Shea, sum við einum hørðum skoti medd- aði til. Skotið var so hart og gott, at Almunia megnaði ikki at steðga tí. Almunia var ógvuliga eyðsýndur all- an dystin, og hann hevði eina rimmarbjarging í 28. minutti, tá Ronaldo royndi seg við einum stútara. Frægari Tað sá frægari út hjá Arsenal, aftaná steðgin. Og tá ein góður tími var farin hevði Emanuel Adebayor eina góða roynd, sum tó fór uppum málið. Løtu seinni skeyt Ronaldo eitt frálíkt langskot á yvirleggjaran hjá Arsenal. Almunia kundi bert standa og eygleiða bólt- in tá. Arsenal-venjarin, Arsene Wenger skifti Theo Walcott og Emanuel Ade- bayor út, og setti Nicklas Bendtner og Eduardo á vøll- in. Men teir broyttu ikki nógv uppá myndina. Men tá alt var liðugt stóð bert 1- 0 á talvuni, og nógv kann henda á Emirates Leikvølli- num týskvøldið, tá Arsenal skal fram á vøllin. Fyri fyrstu ferð nakrantíð er oyggja­ leikalandsliðið í judo so væl mannað, at tveir íðkarar eru í hvørjum vektbólki. Talan er um eitt blandað lið við bæði yngri og royndari íðkarum JuDO Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Hóast eingin kvinna er á liðnum hesa ferð, so er tað eydnast at fáa sett saman breiðasta judohópin nakran- tíð, nú landsliðið til Oyggja- leikirnar á Álandi er úttikið. Har eru nevniliga tveir íðkarar í hvørjum vektbólki, og tað hevur tað ongantíð verið fyrr. – Eg haldi, at vit hava eitt rættiliga spennandi lið, har nakrir eru heilt ungir og so nakrir veteranar. Sum liðið sær út, hava vit góðar vónir til leikirnar í summar, sigur Sofus D. Johannesen, for- maður í Judosambandinum. – Síðst høvdu vit eina kvinnu við, men tað hava vit ikki hesa ferð. Vit hava nakrar góðar og evnaríkar gentur, men tær eru í so ungar enn, so hesa ferð hava vit eitt reint manslið, sum enntá er sera væl mannað. Mest merkisverda navnið er Sam Vang, sum vit eisini hava samrøðu við í blaðnum í dag, tí hann er farin í gongd aftur við judo, sum hann annars einki hevur gjørt við í átta ár. Hann er ein av veteranunum, sum síðst í 80-unum og nakað inn í 90-ini vann tvey gull- og tvey silvurmerki á oyggjaleikum. Yngri og eldri Fimm av teimum, sum eru við hesa ferð, vóru eisini við á Rhodos fyri tveimum árum síðani, tá Jógvan Páll Kristiansen, Hjalmar Johannesen, Búgvi Poulsen og Ragnar við Streym vunnu silvur og Petur Sigurð Johannesen vann bronsu. Ein av teimum, Búgvi Poulsen, sum eisini er ein av veteranunum við gull- merkjum frá leikunum í 1993 og 1995, var annars um reppið at noyðast at geva avboð, tí hann skuldi upp til onkra roynd. Men tað vísti seg, at royndin fall beint áðrenn Oyggjaleikir- nar, so hann nær akkurát at koma við. Tað er forrestin ikki bara Sam Vang, sum er byrjaður at íðka judo aftur eftir drúgvan steðg, tí tað er eisini galdandi fyri Skarp- heðin Njálsson og Olaf Andreasen, sum tó ongantíð hava verið við til Oyggja- leikir fyrr. – At venja manningina hava vit so Zvonko Mrdal, sum er fyrrverandi unglinga- meistari úr Jugoslavia. Hann hevur búð í Føroyum í 20 ár og kennir alt til okk- ara viðurskifti, men sam- stundis hevur nakað at geva frá tí eyðkenda eystureuro- peiska ítróttarskúlanum, sigur Sofus D. Johannesen. – Hann gongur høgt upp í tað og setir stór krøv, men íðkararnir eru sera glaðir fyri hann sum venjara, tí teir eru greiðir yvir, at nógv og hart arbeiði skal til, skalt tú røkka teimum bestu úr- slitunum. Í yvirlitinum yvir íðkarar- nar kann síggjast, hvørjir fyrr hava vunnið gull-, silvur- ella bronsumerki á undanfarnum oyggjaleik- um. Nýggjur landslisðvenjari Fyrrverandi rumenski landsliðsvenjarin, Victor Piturca fekk sekkjin tann 9. apríl, tí Rumenia ikki fekk nóg nøktandi úrslit í HM- undankappingini. Einasti sigurin var 1-0 sigurin ímóti Føroyum á Tórsvølli. Avloysarin er funnin, og er talan um tann 40 ára gamla Razvan Lucescu. Lucescu hevur verið venjari hjá felagnum, Brasov í nógv ár. Lucescu hevur skrivað undir ein 2 1/2 ára sáttmála. Rumenia liggur næstniðast í HM-undankappingarbólkinum við bert fýra stigum fyri fimm dystir. Niðast eru Føroyar við einum stigi. Ivi um Ferdinand Rio Ferdinand hjá Manchester United noyddist skaddur av vøllinum, tá teir í gjár spældu hálvfinalu móti Arsenal. Talan var um kroyst rivjabein, og tað kann í ringasta føri bera steðg upp á fleiri vikur við sær. - Sjálvandi vóna vit, at at einki er brotið, men í ringasta føri kann hetta merkja ein steðg upp á tvær til tríggjar vikur, segði Sir Alex Ferguson við ensku miðlarnar Vælmannað landslið í judo Judoíðkarar Vektbólkur Navn Felag Gull Silvur Bronsa Menn ÷60 kg Nicolaj Skoubo Sunda Judofelag Sam Vang Sunda Judofelag 2 2 Menn ÷66 kg Búgvi Hanusarsson Hansen Sunda Judofelag Sigurd Bjørn Mørkøre Sunda Judofelag Menn ÷73 kg Hjalmar Johannesen Sunda Judofelag 1 Jógvan Páll Kristiansen Sunda Judofelag 1 Menn ÷81 kg Búgvi Poulsen Havnar Judofelag 2 1 Áki Davidsen Havnar Judofelag Menn ÷90 kg Bjørn Andreasen Sunda Judofelag Nicolai Mohr Vang Havnar Judofelag Menn ÷100 kg Petur Sigurð Johannesen Sunda Judofelag 1 Ragnar við Streym Sunda Judofelag 1 Menn +100 kg Skarpheðin Njálsson Havnar Judofelag Olaf Andreasen Havnar Judofelag Venjari Zvonko Mrdalo Arsenal slapp væl frá fyrru hálvfinaluni Á Álandi mest sum regnaði við heiðursmerkjum til føroyska judo- landsliðið. Fimm av íðkarunum eru framvegis partur av føroyska landsliðnum, nú farið verður til Álands um knappar tveir mánaðir Savnsmynd: Álvur Haraldsen