hósdagur 30. apríl 2009síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
[ Nr. 82 - 30. apríl 2009 ]
AB verður einasta
umboðið fyri
høvuðsstaðar
kommununa í
hálvfinaluni, sum
Sundalagið og
Eysturoy eiga
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
HB er steypaliðið yvir øll
um øðrum, men seinastu
árini hava sigrarnir ikki ver
ið so títtir, sum teir vóru
nógvu tey fyrstu árini, eftir
at tað í 1955 varð farið undir
steypakappingina. Í sjeyti
árunum vann HB átta!
steypafinalur, í áttati árunum
vann HB sjey finalur, í níti
árunum vann HB tríggjar
finalur, og í gjárkvøldið
varð greitt, at einasti sigurin
í fyrsta tíggju árinum í hesi
øldini var tann í 2004.
Tað var Víkingur, sum
varpaði HB úr steypakapp
ingini og harvið við 21 sigri
í Sarpigerði segði takk fyri
seinast. Sunnudagin vann
HB landskappingardystin á
heimavølli ímóti Víkingi 2
1.
Í gjárkvøldið var leingi
eingin ivi. Heimamenninir
vóru væl betri upplagdir.
Teir vóru skjótari á bóltinum
og vunnu nógv teir flestu
nærdystirnar, meðan tað var
ógvuliga lítið veiggj í HB,
sum saknaði bæði Fróða
Benjaminsen og Andrew av
Fløtum.
Andreas Lava Olsen legði
beinanvegin
heimaliðið
framum. Hóast Víkingur í 2.
hálvleiki misti Hans Jørgen
Djurhuus eftir høvuðleyst
reytt kort, so eydnaðist tað
at økja um leiðsluna, tá ið
vongverjin í vinstru, Hanus
Jacobsen, breyt ígjøgnum
og úr eitt sindur spískum
sendi í handara síðunetið.
Spenningur kom í aftur, tá
ið Hans á Lag í næsta álopi
umsetti hornasparksinnlegg
til mál fyri HB, men hóast
yvirmannaða
HB
hevði
bóltin nógv, so vóru tað
víkingarnir, sum í snar
álopum síðstu løtuna høvdu
størstu málmøguleikarnar.
AB umboðar
høvuðsstaðin
Einasta felagið úr Tórs
havnar kommunu, sum hev
ur møguleika at verða partur
av steypafinaluni ólavsøku
dag, er AB.
Seinnapartin í gjár skriv
aði Argir søgu. Fyri fyrstu
ferð nakrantíð tryggjaði AB
sær pláss í hálvfinaluni. Tað
gjørdu argjamenn á Sev
mýri. Einki mál varð skorað
í 1. hálvleiki. Beinanvegin
eftir steðgin legði Hanus
Mortensen TB framum, tá
ið hann setti høvdið undir
innlegg
frá
veteraninum
Dan Mortensen. Høgni Joen
sen javnaði fyri AB, tá ið
hann við høvdinum stýrdi
frísparksinnleggi úr høgru
frá Janusi M. Joensen í
málið.
Einki mál kom í longdu
leiktíðini, og brotssparks
kappingina vann AB 43.
Tað tók sína tíð
Meistararnir
og
steypa
vinnararnir í EB/Streymi
høvdu á pappírinum lættastu
uppgávuna í fjórðingsfinal
uni. FC Hoyvík vitjaði við
Margáir, har hoyvíkingar
vóru stinnir í verjuspælinum,
meðan heimaliðið hevði ilt
við at skapa málmøguleikar,
hóast EB/Streymur hevði
bóltin nógv størsta partin av
tíðini.
Predrag Stankovic var
knassi í FC Hoyvík máli
num, men fimm minuttir
undan
leikloki
noyddist
hann í meskarnar, eftir at
Hans Pauli Samuelsen hevði
roynt seg við skoti.
ÍF átti tryggasta
sigurin
Fuglfirðingar tykjast hava
fótað sær eftir skinklandi
byrjan upp á kappingarárið.
Sunnudagin vunnu teir á
heimavølli ímóti B68, og í
gjárkvøldið var eingin ivi,
tá ið teir vitjaðu í Sørvági.
ÍF vann 30.
Eftir 10 minuttir setti
Poul Ennigarð hol á eftir
horna, og tríggjar minuttir
fyri steðgin økti Høgni
Zachariasen til 20 við góð
um skoti, og stutt undan
leikloki
varð
trivaligi
sigurin staðfestur, tá ið
vágamenn vóru so óhepnir
at gera sjálvmál.
Hálvfinalurnar verða 13.
og 28. mai, og finalan verð
ur ólavsøkudag.
Fjórðingsfinalur
Mikudagin 29. apríl
TB-AB 1-1 (0-0) 4-5 eftir longda leiktíð og br.kapping
1-0: Hanus Mortensen 47.
1-1: Høgni Joensen 75.
Víkingur-HB 2-1 (1-0)
1-0: Andreas Lava Olsen 8.
2-0: Hanus Jacobsen 72.
2-1: Hans á Lag 73.
Reytt kort: Hans Jørgen Djurhuus, Víkingur, 55.
EB/Streymur-FC Hoyvík 1-0 (0-0)
1-0: Hans Pauli Samuelsen 85.
07 Vestur-ÍF 0-3 (0-2)
0-1: Poul Ennigarð 10.
0-2: Høgni Zachariasen 42.
0-3: sjálvmál 83.
Hálvfinalur
13. mai og 28. mai
Finala
29. juli
FAKTA um Løgmanssteypið
Webb viðurkennir mitsak
Eg havi hugt eftir hendingini umaftur, og hatta var eitt mistak.
Men vit taka avgerðir eftir besta førimuni, tá dystir eru, og tað
er ikki altíð eins lætt at síggja, hvat veruliga fer fram. Somikið
bersøgin er Howard Webb, sum leygardagin var fyri hørðum
ákoyringum, eftir at hann hevði dømt brotsspark til Manchester
United í dystinum móti Tottenham. Hetta gav Ronaldo
møguleikan at skora til 12, og tað gjørdist byrjanin til eitt
rimmar comeback í dystinu, sum Manchester United at enda
vann 52.
Gunnar vann silvur
Sunnudagin tók Gunnar DahlOlsen lut í
fjallasúkklukapping í Pólandi, og illa kann sigast annað
enn, at tað gekk heilt væl. Hann bleiv nummar tvey í
sínum aldursbólki, har 20 súkklaður kappaðust.
Samanlagt vóru á leið 830 súkklarar við í kappingini.
Talan var um 75 kilometrar við blandaðari súkkling og
nógum avbjóðingum, og sum heild verður mett, at talan
var um sera gott avrik hjá Gunnari.
Bygdirnar eiga finaluna
Predrag Stankovic heilt málið hjá FC
Hoyvík reint, til tað bara restaðu fimm
minuttir av dystinum móti EB/Streymi
Mynd: Sofus Debes Johannesen
Tað endaði aftur 2-1, tá Víkingur
og HB hittust. Í mun til sunnudagin
vóru tað tó hesa ferð Víkingarnir,
sum skoraðu tvær ferðir, og so
eru teir partur av hálvfinaluni í
steypakappingini
Mynd: Álvur Haraldsen