hósdagur 30. apríl 2009síða 37
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 82 - 30. apríl 2009
37
FT Online er nýggj deild á Føroya Tele, ið umsitur og mennir
onlinetænastur felagsins, umframt útgávuna av Telefonbókini.
Onlinetænasturnar, ið talan er um, eru portal.fo, sportal.fo, planet.fo,
nummar.fo og gulu.fo.
Vit kunna bjóða einum komandi starvsfelaga góðar møguleikar fyri
fakligari og persónligari menning, umframt góðar og nýmótans
arbeiðsumstøður.
Arbeiðsinnihald
Arbeiðið fevnir um at samskipa partar av KT-menningini hjá FT online.
Samskiparin skal m.a. standa fyri kravfestingum og prosjektleiðslu
í mun til menning av nýggjum tænastum á onlineøkinum, eins og
viðkomandi kemur at standa fyri samskifti við uttanhýsis KT-veitarar
og við innanhýsis KT-umhvørvið á Føroya Tele.
Vit ímynda okkum, at tann, ið fær starvið, hevur royndir
á hesum økjum:
• Prosjektleiðslu av KT-verkætlanum
• Ger av kravfestingum, analysu og designi á KT-økinum
• PHP, MySQL umframt onnur forritanarmál og aðra databasutøkni
• Viðkomandi útbúgving ella drúgvar royndir á økinum
Vit rokna eisini við, at rætti umsøkjarin hevur:
• Hugsjónir um internetið
• Góðan kunnleika til føroyskt og enskt
• Nærlagt og sjálvstøðugt arbeiðslag
• Jaligt sinni og góð samskiftisevni
Umsóknir
Umsóknir við avritum av CV og viðkomandi skjølum skulu vera
starvsfólkadeildini í hendi í seinasta lagi 4. mai 2009 og skulu
sendast til:
Føroya Tele
Starvsfólkadeildin
Postrúm 27
110 Tórshavn
ella til:
starvsfolkadeildin@ft.fo
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Óla á Deild
Olsen á tel. 243011 ella á odo@ft.fo. Eisini ber til at venda sær til
starvsfólkadeildina á tel. 303030.
Føroya Tele er fremsta KST-fyritøka í Føroyum. Felagið er eitt samtak av einum móðurfelag
og trimum dótturfeløgum. FT Online er partur av móðurfelagnum.
KT-samskipari til FT Online
FT Online søkir eftir samskipara til
KT-menningina á deildini
Matarskrá
Serrano skinka og chorizopylsa við oliven
Bruchetta við hvítleyki og tomat
Høsnarungi við hunangi og sinnopi
Katalanskir kjøtbollar
Melónsalat við várleyki og chili
Ostagratinerað toskaflak og rækjur í tomatchilisauce
Hunangsmarinerað høsnarungalør
Grikst moussaka við oksakjøti, auberginum og eplaskivum
Stifado: Oksakjøt í terningum og leyki í kraftmiklari reyðvínssós
Salatbarr við tomatsalati, feta, oliven,
tzatziki, ertrum, marineraðum hvítleyki,
agurkuskivum og skornum salati
Heimabakað breyð og grisk epli
3 áhugaverdar dessertir
Fyri hvønn einans kr. 195,-
Børn gjalda ½ prís
airport hotel
62°N airport hotel bjóðar
Stóra spanska-griska buffét
2. mai frá kl. 12.00-22.00
380 Sørvágur · tel: 30 90 90
fax: 30 90 91 · hotel@62n.fo
Minnist til: tað er ókeypis at koyra
gjøgnum Vágatunnilin 2. mai
Bíleggið borð
á tel. 30 90 90