fríggjadagur 1. mai 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
tíðindi
Nr. 83 - 1. mai 2009
Navnið til tey ungu,
sum Summarfesti
valurin fyrr í vikuni
lovaði, varð kunn
gjørt í morgun.
Ungdómsnavnið er
danska duoin, Nik og
Jay
Tónleikur
Eilen Anthoniussen
eilen@sosialurin.fo
Tað vera ungu danirnir, Nik
og Jay, ið skulu standa fyri
tónleikinum, serliga ætlaður
unga lurtaraskarðanum á
ársins
Summarfestivali.
Tað var í 2002 at duoin
fyrstu ferð gjørdi um seg.
Hóast misjavna móttøku
millum fólk og tónleika
kritikarar, hevur bólkurin
vunnið sær ein ávísan status
millum
tónleikafjepparar.
Tað sæst millum annað á
fløgusøluni, sum vísir at
Nik og Jay hevur selt meir
enn 350.000 fløgur í Dan
mark. 16 platinvirðislønum
kunnu garparnir erpa sær
av, og á hvørjari útgávu hjá
bólkinum, hevur okkurt lag
ið lagt seg ovarlaga á
donsku hittlistarnar. Í Før
oyum verður áhugin vátt
aður av 15 teimum bestu
listanum, har bólkurin hevur
verið afturvendandi gestur.
Millum væl umtóktu løg
ini hjá Nik og Jay teljast
Hot, Boing, En Dag Tilbage
og Når Et Lys Slukkes.
Nik & Jay hava funnið
sín egna stíl í donskum tón
leiki við sannførandi fram
burði og sterkari útstráling.
Stórar sólbrillur, gullketur,
flott konufólk og ovurhonds
stórt sjálvsálit hava verið
við til at mynda bólkin,
men grundarlagið undir øll
um eru teir fangandi sangir
nir, sum bólkurin skrivar og
spælir. Í Danmark hevur
bólkurin vunnið sær um
dømi, sum best umtókti
ungdómsbólkurin, og verð
ur
tónleikurin
regluliga
spældur á dansistøðum og
veitslum.
Fyrireikararnir
vænta
eina lívliga konsert við
stórum
gullketum,
sól
brillum og hvør veit, kanska
flottum konufólki eisini.
Summarfestivalurin verður
í døgunum 6.8. august.
Drápsmaðurin doyði
Tann 38 ára gamli maðurin, sum eftir øllum at døma royndi
at beina fyri niðurlendska kongshúsinum í gjár, doyði á
sjúkrahúsi í nátt av løstunum, sum hann fekk, tá hann rendi
á eina minnisvarðagirðing í gjár. Áðrenn maðurin rendi á
girðingina, hevði hann koyrt inn í eina mannabúgvu við tí
úrsliti, at fimm fólk doyðu, og 13 fingu skaða. Hetta hendi,
júst sum ein opin bussur við niðurlendska kongshúsinum
koyrdi framvið, og sambært niðurlendska ákæruvaldinum
játtaði maðurin, at ætlan hansara var at beina fyri teimum
kongaligu. Niðurlendska løgreglan sigur, at maðurin var
eftir øllum at døma einsamallur um ætlan sína.
Sakk í Eystrasalti
Eitt polskt fiskiskip við fimm monnum umborð er eftir
øllum at døma sokkið í Eystrasalti. Í gjár sá eitt flogfar
hjá donsku sjóverjuni ein bjargingarring á sjónum í
landssynning úr Bornholm. Eitt skip, sum fór at leita,
fann seinni ein tóman bjargingarbát, sum fleyt á sjónum
stutt frá bjargingarringinum. Myndugleikarnir í Póllandi
hava síðani upplýst, at talan er um eitt fiskiskip úr
Gdansk, sum fór til fiskiskap fyri 14 døgum síðani.
Myndugleikarnir siga, at tá reiðarin royndi at fáa sam
band við skipið gjáranáttina, fekk hann einki svar. Í
morgun vórðu fleiri skip send at leita á leiðini.
Umboð frá Danish
Crown hava um dagar
nar verið og hugt at
økjum í Føroyum,
sum egna seg til at
turka skinku. Ætlanin
er turka skinkukjøt á
sama hátt sum skerpi
kjøt verður turkað
í Føroyum. Fyrsta
royndin verður í
Stóru Dímun
GasTronomi
Eilen Anthoniussen
eilen@sosialurin.fo
Tað var á tiltaki á Hotel Før
oyum í fjør, at samband
varð knýtt millum føroying
ar innan gastronomi og risa
stóra danska veitaran av
svína og oksakjøti, Danish
Crown.
Alt byrjaði á Hotel Før
oyum í fjør, tá eg var her
fyri fyrstu ferð. Tað var eitt
mattiltak á hotellinum, har
vit sluppu at royna skerpi
kjøt ymsa staðni úr landi
num. Har kom eg í samband
við fleiri føroyskar matentu
siastar, og vit fóru at tosa
um hvussu tað mundi rigga
at turka skinku í Føroyum á
sama hátt, sum skerpikjøt
verður turkað. Tað arbeiðið
er byrjað nú, og vit eru sera
spentir uppá hvussu hetta
fer at rigga, greiðir Claus
Hein, sølustjóri hjá Danish
Crown, frá.
Føroyska skerpikjøtið er
sera øðrvísi matur í Dan
mark. Og fyri Claus Hein
var tað spennandi at royna
turkaða skerpikjøtið við
ymsu smakkunum, alt eftir
hvar í landinum, tað varð
turkað.
Munurin á smakkinum
er jú týðiligur. Vit hava nú
valt út nøkur støð at turka
skinkuna í Føroyum, og
byrja í heyst og vetur við at
turka skinku á Stóru Dímun.
Tað verður áhugavert at
síggja, hvussu skinkan verð
ur turkað her í Føroyum, nú
tað verður roynt við einum
heilt øðrum slag av kjøti,
sigur hann.
Umframt Stóru Dímun,
eru ætlanir um at royna turk
ingina í Mykinesi, Bø og á
nøkrum plássum norðanfyri.
Tað basala í skerpikjøtinum
er jú turkingin, og nú er
ætlanin at finna út av hvat
tað er, sum hendir við kjøti
num, tá kjøt verður turkað,
og um turkingin kann nýtast
til annað enn seyðakjøt
Hetta er eitt sokallað
pilotprojekt, har tað er vón
leyst at siga nakað um
úrslitið enn, og um skinkan
kann nýtast tá turkingin er
liðug. Vit hava roknað við
eini turkingartíð millum
1416 mánaðir, so vit mugu
bíða við at staðfesta nakað
til tá.
Føroyski
parturin
av
verkætlanini er mannaður
av
kokkum
og
øðrum
matentusiastum, sum vilja
fremja føroyska gastronomi.
Altjóða marknaðurin fyri
skinku er ovurstórur. Bara
Italia framleiðir skinku fyri
30 milliónir árliga. Danish
Crown, sum er heimsins
størsti útflytari av svína og
oksakjøti, útflytir svínakjøt
fyri 17 milliónir um árið, og
fer at veita danska skinku til
turkingarverkætlanina í Før
oyum.
Turka skinkur
í Stóru Dímun
Nik & Jay til tey ungu
Í heyst og í vetur seta føroyskir
matentusiastar og Danish
Crown hol á verkætlan, sum
inniber at turka skinku.
Byrjað verður í Stóru Dímun
Tilvildarlig mynd
Nik og Jay fara at standa fyri tónleikinum til yngra skarðan á Summarfestivalinum í Klaksvík