fríggjadagur 1. mai 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
2
Nr. 83 • 1. mai 2009
Eldtongin og grannatræið
Nú skriva øll ritgerðir. Alt verður kannað og beskrivað. Men eitt er,
sum eingin torir at nerta við, og tað er, hvussu tað føroyska málið
hevur broytt seg tey seinastu áratíggjuni. Ein ritgerðin kundi itið
»Føroyskt 1945-2005«, ein onnur »Føroyskt mál 1965 til nú« osfr.
Men eingin ritgerð kemur.
Í staðin uppliva vit ein málsligan urtagarð, har nógv veksur vilt,
meðan annað ber týðilig merkir av at vera plantað eftir ætlan.
Hvussu er so útslitið av hesi ætlan, hesari málsligu planlegging-
ini? Er málið blivið eitt betri amboð, hvassari, fínari, melodiskari,
neyvari? Nøkur dømir kunnu nevnast, sum peika á málbrúk, sum
ikki er batnað. Dømini eru úr bløðum og útvarpi í apríl 2009:
- eldtongin
- grannatræið
- knúst kjálkabein
Fyrr vistu føroyingar, hvat ein klovi var – eisini eftir at teir svørtu
komfýrarnir vóru kasseraðir. Um ikki annað so úr litteraturinum.
Sum T. N. Djurhuus yrkti um Marin Malenu: hon klovan langaði
mær...
Hesin vankunnleikin peikar á, at málið er blivið fátækari. Tað
batar lítið, at føroysk blaðfólk duga at siga einskilja og gegnigur
og Kili og kilskur, um tey ikki vita, hvat ein klovi er. Tað er sjálvsagt
torført at meta um, hvussu nógv fátækari málið er blivið, men tað
hevði borið til at gjørt eina uppteljing av normalføroyskum og syn-
tetiskum føroyskum orðum í tekstum. Hevur ein tekstur eina yvirvág
av prefabrikeraðum orðum, kann hann kallast vánaligur um ikki
óføroyskur.
At kalla eitt granntræ fyri eitt grannatræ avdúkar nakað annað.
Vit vita øll, hvat ein granni er. Fyrr høvdu vit grannastevnu, vit
kundu vera ringir og góðir grannar, og onkur kundi vera so órímiligur
– helst í bennivíni – at hann ikki var grannhavandi. At skora hatta
–a- inn millum grann og træ er púra óneyðugt. Tað er vanligt í før-
oyskum, at vit seta stovn móti stovni: bilbukt, andnegl, knæskel.
Uppaftur ein onnur síða av málsligari armóð sæst í yvirskrivtini
í blaðnum nú ein dagin: Knúst kjálkabein. Tá ið nakað er knúst, so
er tað sorlað, í knasi. Tað, sum talan var um her, var helst, at ein
ítróttarmaður hevði brotið kjálkabeinið, kanska bara brákað tað ella
skeiklað tað, og tað kann sjálvsagt vera pínufult. Men at knúsa eitt
bein er nakað annað. Her síggja vit ta síðuna av málneyðini, sum
eitur stíl-allergi. Nógv av okkara blaðfólkum hava ongan stíl, síggja
ikki nuancur, hjátýdningar og millumtýdningar. Tey halda, at málið
hjá reinsifimum lærarum er nóg gott, men tað er tað ikki.
Eitt annað dømi: Fyrr kundu vit vera ring eftir verðini; vit kundu
vera verðslig, og vit kundu halda okkum burtur frá verðins larmi, og
vit kundu lesa verðinssøgu. Men nú siga orðabøkurnar, at alt skal
eita – heims-: Vit hildu, at Nólsoyar Páll var ein sannur verðinsmað-
ur, tí hann dugdi fremmand mál, men nú sigur orðabókin, at hann
var ein heimsmaður...
Hetta er ein mekanisk orðaútskifting, sum einki hevur við filologi
og lingvistikk at gera. Hevði Nólsoyar Páll vitað aftur í verðina!
Kanska skuldi Marin Malena tjóðrað slíkar málbeklarar til eitt
grannatræ og givið teimum ein umgang við eldtongini – uttan at
knúsa beinini á teimum, sjálvsagt.
verða
komm
føroysk
ð
punktum
Málstrikan
MÁLFELAGIÐ
ð
»Málstrikan« er ein klumma, sum fólkini aftan fyri Málfelagið
skriva. Í nevndini í Málfelagnum sita Regin Eikhólm, André
Niclasen og Dan R. Petersen.
Endamálið við hesum teigi er at birta viðkomandi kjak um
málsligar spurningar og málslig sjónarmið.
Fólk eru vælkomin at senda viðmerkingar til »Málstrikuna«
- og fólkini í Málfelagnum vilja eisini fegin svara spurningum.
Viðkomandi viðmerkingar og spurningar verða prentað á
hesi síðu. blaðstj.
Um málstrikuna...
Várfest, er heitið á einum nýggj-
um tiltaki, sum verður í miðbýnum
í Havn sunnudagin 17. mai 2009.
Byrjað verður kl. 15.00 og nógv
spennandi er á skránni.
Tiltakið byrjar við livandi
tónleiki á Vaglinum. Møguleiki
verður hjá øllum, at uppliva fleiri
av teimum fantastisku søgunum,
sum eru í Bíbliuni. Hetta verður
skipað sum ein ferð, sum fer fram
í miðbýnum.
Byrjað verður á Vaglinum, og
síðani verður farið runt til ymiskar
spennandi postar. Her verður
høvið at síggja nógvar, ymiskar,
stuttar, samanhangandi leikir.
Samstundis, verður møguleiki
fyri at keypa sær okkurt til matna
í einum hugnaligum umhvørvi,
ímeðan klovnar vísa síni kynstur.
Hetta verður allan dagin. Um-
framt hetta, verður ókeypis suppa
á Vaglinum kl. 17.30.
Kl. 19.00 verður tónleikacafé,
har ymiskt annað eisini verður á
pallinum.
Seinni út á kvøldið, verður eitt
ungdómstiltak í miðbýnum. Café-
in verður framvegis opin, og fleiri
tónleikabólkar fara at framføra.
Endamálið við tiltakinum, er at
vísa familjunum ein kristindóm,
sum bæði kann vera spennandi,
avbjóðandi, hugtakandi og
stuttligur. Vit vilja skapa eitt
umhvørvi, har bíbilski boðskapur-
in verður boðaður á ein alternat-
ivan hátt, við drama og upplivils-
um. Fyrireikararnir siga, at øll eru
hjartaliga vælkomin.
Várfest verður í Havn
Listabólkurin hjá
Tórshavnar kommunu
skrivaði í gjár undir sátt
mála við listamannin Ed
ward Fuglø um listprýði,
sum er ein røð av
vegmyndum í miðhøllini í
nýggja skúlanum við
Løgmannabreyt
Edward Fuglø er fyrsta listafólk-
ið, sum fer at arbeiða í einum
almennum bygningi fyri Listabólk-
in hjá Tórshavnar kommunu.
Listaverkið, sum er ein mynd-
rond kring miðhøllina í nýggja
skúlanum, lýsir eina søgu um
tann, ið fer út í stóru verð at søkja
sær kunnleika og eydnu.
Myndrondin, sum í støðum
er seks metrar høg, er gjørd úr
ymsum tilfari, ið er fest á bróstið í
stóru høllini. Fortíð, nútíð og fram-
tíð verða sameind við verum úr
fornum søgum og kvæðum, men
eisini við antennum og robottum
úr Star Wars.
Edward Fuglø prýðir
skúlan við Løgmannabreyt
Edward Fuglø, listamaður, og Jákup Simonsen, formaður í Listabólkinum hjá Tórshavnar Býráð, skrivaðu hósdagin
undir avtaluna um, at listarmaðurin úr Klaksvík skal prýða nýggja skúlan við Løgmannabreyt í Hoyvík
Mynd: Birgir Kruse
Nú sleppa fólk í Klaksvík og
Leirvík at síggja sjónvarpsrásina
IKTUS. Anja Hansen, stjóri á
rásini sigur, at kanska fer eisini
at bera til at síggja rásina á
Kambsdali og parti av Fuglafirði.
Øll, sum hava digitalan mót-
takara (t.d. Televarpskassa) ella
sjónvarp við digitalum móttak-
ara, kunnu leita eftir IKTUS
- og Anja minnir á, at fólk skulu
leita manuelt á kanal 31.
IKTUS sendir av Brúnaskarði á
netinum hjá R2Net.
Menn hava í tveir dagar
arbeitt við at seta sendara og
antennur upp á Brúnaskarði,
sum bæði senda yvir Klaksvík og
móti Leirvík, og seinnapartin í
gjár kom signal á.
- Eftir ætlan er Oyrnafjall á
Suðuroynni næst, men ikki er
heilt greitt enn, nær tað verður,
sigur Anja Hansen.
Fólk í Klaksvík og Leirvík síggja nú IKTUS