Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-01, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. mai 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 83 - 1. mai 2009 Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Samanlegging í óðum verkum? Tað er einki óvanligt í at leggja almennar stovnar saman. Einki er givið innan almennu fyrisitingina og tí skal eingin stovnur rokna við, at ein ávísur bygnaður er givin fyri alla tíð. Hetta varð væl og virðiliga prógvað við teimum fyrisitingarligu broyt- ingum, sum komu við Finn Norman Christensen, sum í einum handabragdi vendi upp og niður á nógvum innan almenna fyrisiting í Føroyum. FNC broytingarnar, sum henda tilgongd ofta verður nevnd, skapti so at siga eina heila nýggja stætt av aðalstjórum, deildarstjórum og fulltrúum, og nýggi bygnaðurin gjørdist ein heilt nýggjur pallur fyri starvsmøguleikar hjá einum nýggjum ættarliði av vælútbúgvnum fólki. Bygnaðarbroytingarnar skuldu gera umsitingina smidligari, tryggari og ódýrari, samstundis sum hesar broytingar skuldu økja um rættartrygdina í samfelagnum. Okkara fólkavaldu politikkarar skuldu fáa fakliga haldbetri ráðgeving. Hvørt hetta endamál veruliga er rokkið, er torført at meta um. Onkur heldur úrslitið vera sera gott - onkur annar heldur endaliga úrslitið vera minni gott. Tað einasta vissa er, at almenna fyrisitingin er vorðin ein sera tungur yvirbygningur á einum samfelagi, ið framvegis hevur alt ov fá og alt ov veik bein at standa á. Eitt endamálið við bygnaðarbroytingunum var sostatt, at politiskar avgerðir eiga at verða tiknar á fakliga haldgóðum, sakligum og alment gagnligum støði. Fyri politiskum avgerðum eiga at liggja ítøkiligar útgreiningar, metingar, framskrivingar, metingar av fylgjum, kostnaði, faklig tilmæli v.m. FNC broytingarnar skuldu sostatt alt annað líka tryggja borgarum og vinnulívi eina sakliga og politiskt neutrala fyrisiting, eitt smidligt og trygt hjálpartól hjá demokratiskt valdum politikkarum. FNC skipanin skuldi sostatt styrkt um demokratiið og givið okkum øllum betri tænastur og økta rættartrygd við tað, at dagliga ráðgevingin til politikkararnar var fakliga sterk, politisk neutral og púra óheft av øllum seráhugamálum. Mannagongdir við samanleggingum hava verið ymiskar. Við hvørt hevur verið víst til frágreiðingar, útgreiningar og faklig tilmæli. Í øðrum førum er einki tilfar til taks, ið kann undirbyggja avgerð um samanlegging. Tá so er verður sagt, at avgerðin er politisk! Hetta er júst grundgevingin hjá uttanríkisráðharranum fyri at leggja Samvit saman við URR. Er hetta nóg góð grundgeving? Er hetta at sita fyri málsøki á fullgóðan hátt? Er ikki heldur her talan um stovnsimperialismu? Tað er í hvussu so er ikki gott fyrisitingarligt latín at blanda saman tann operationella partin við tað politiska feltið. Gera vit tað, enda vit aftur í gomlu óvanunum, at allar avgerðir, starvsetanir o.a. verða politiskar, og tað er valla gott fyri fólkaræðið og virðingina fyri politikkarum. Vit bíða framvegis eftir eini frágreiðing um hesa margháttligu samanlegging – og vit bíða eftir løgmann. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Tróndur Skaalum trondur@sosialurin.fo Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Árni Joensen arni@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Harald í Kálvalíð harald@ras2.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 frá kl. 8.00­20.00 og boða frá Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Meðan Ísland sigur EFTA farvæl og stevnir beinleiðis móti ES-limaskapi, berjast vit í Føroyum um dýrar tunlar og nevndarsessir í almennum partafeløgum. Føroyski Europapolitikk- urin hevur framvegis ikki flutt seg rætta vegin. Nú má løgmaður traðka í karakter og taka á seg at samráðast við ES-nevndina vegna Føroyar Okkara tími er komin! Soleiðis segði íslendski forsætisráðharrin, Jóhanna Sigurðardóttir, tá hon og flokkur hennara herfyri komu úr íslendska tjóðar- tingsvalinum sum vinnarar. Stutt eftir boðaði hon frá, at Ísland hevur kós móti ES-limaskapi, ið skal gerast veruleiki skjótast gjørligt. Hetta er greið tala. Nú er bert ein spurningur um tíð, til Ísland er limur í Europasamveldinum. Financial Times skrivaði longu í november í fjør, at íslendska uttanríkisráðið hevur liggjandi eitt útkast til, hvussu Ísland kann søkja um ES-limaskap longu í ár. Útkastið skal nú gerast til eina umsókn, ið skal brúkast. ES-nevndin hevur longu frammanundan sagt, at limaskapsumsóknin hjá Íslandi skal avgreiðast skjótt. Víðfevnandi avleiðingar at Ísland fer upp í ES Hvørjar avleiðingarnar verða fyri Føroyar, um Ísland gerst limur? Tað er mest umráðandi spurningurin júst nú. Her er ein røð av av leiðingum: • Kappingarførið hjá før­ oysku vinnuni viknar munandi – á øllum økjum • Hoyvíkssáttmálin, og harvið lagaligir hand- ilsmøguleikar við Ísland, fellur helst burtur • EFTA viknar munandi meira, tí bert Noreg, Liechtenstein og Schweiz standa eftir • Besti “vinurin” hjá Føroyum í EFTA hvørvur • Fyri Føroyar gerst EFTA fullkomiliga óáhugavert, tí størsti kappingarneytin er farin upp í ES og fær fría atgongd til marknaðin umframt aðrar møgu- leikar • Tankin um eina fiski­ vinnu-samgongu mill- um Ísland, Noreg og Føroyar, ið Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin hava talað fyri, gerst óhugs- andi • Áhugin at gera íløgur í Íslandi økist, tí landið er við í ES og hevur at kalla óavmarkaðar ikki- dálkandi orkumøgu- leikar • Við at lata upp fyri Europa fær Ísland møgul eika at koma upp á fíggjarligu tindarnar Saman um tikið fær tað víðfevndar avleiðingar fyri Føroyar og føroyska vinnu, at Ísland um stutta tíð gerst ES-land. Øll vanliga hugsandi fólk duga at síggja, at vit í Føroyum fáa stórar trupulleikar tann dagin, Ísland stendur innan fyri Europasamveldið, og vit standa uttanfyri. Tann dagurin nærkast. Hvørjari planet búgva vit á? Hetta áttu at verið stórtíðindi í Føroyum, men enn er ongin politisk reaktión komin úr okkara sonevnda uttanríkisráði. Sagt greiðari: meðan størsti kappingarneyti okk- ara á fiskivinnuøkinum er á veg inn í Europasam- veldið, brúka vit tíðina til at klóra í egnum nalva. Í samgonguni er orkan farin til at keglast um, hvør skal velja og hvør skal vera nevndarformaður í einum almennum flogfelag. Í uttanríkisráðnum ganga tey høgt upp í at ferðast og leggja stovnar inn undir sínar veingir á ivasaman hátt. Í Løgtinginum er togtogan um, hvussu linjuføringin til nýggjar, dýrar tunnlar skal vera. Tunlar, sum landið í løtuni als ikki hevur ráð til. Her er okkurt spinnandi galið! Yvirskipaða per- spek tivið er burtur. Tað tykist, sum okkara politik- arar búgva á onkrari lokalpolitiskari planet uttan vinnupolitiskar avbjóð- ingar, uttan nakra altjóða dimensjón og uttan nakað samband við hóttandi heimsfevnandi kreppuna. Løgmaður má taka yvir Í løtuni kannar ein ser- frøðingabólkur, hvørjir møguleikar eru hjá Føroyum at gerast partur av ES. Sagt er, at hesin bólkur verður liðugur við sítt arbeiði í august. Hetta eigur at vera absolut seinasta freist hjá bólk- inum at leggja fram úrslitið av sínum kanningum. Beint eftir, at bólkurin er liðugur, má Landsstýrið fara í samráðingar við ES-nevndina um sama spurning: at vinna Føroyum eitt pláss í ES. Føroyar eiga at brúka kontaktir og goodwill hjá Danmark, tá vit leggja til brots. Vit kunnu hóskandi hyggja at skipanini hjá Álandi sum atlandi og síðuleypandi fylgja samráðingunum hjá Íslandi fyri at ávirka samráð- ingargongdina, serliga innan fiskivinnuøkið. Hetta mál hevur so stóran týdning fyri okkara land og fólk, at løgmaður sjálvur eigur at standa á odda fyri ES-samráðing- unum. Eru Føroyar ein avbyrgd lokalpolitisk planet? løgtings­ og fólkatingsmaður EdMUNd JoENSEN