Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-01, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. mai 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 83 • 1. mai 2009 Vikuskifti 11 ð havsins botn í 25 ár brúgvin ferst, sigur Ingi. Púra heil pera Ingi Sørensen samanber kaving við ein túr í eina viðarlund – ella ein túr eftir bryggjuni. - Hetta eru virkuliga nakað, tú gerst bitin av og er heilt avgjørt eitt stórt potentiali – ikki minst í sambandi við okkara ferðavinnu. Hann sigur, at tú saktans kann síggja okkurt nýtt á slíkum kavaraferðum. - Tað er ikki so langt síðan, at eg sá eina púra heila peru, sum stendur aftanfyri brúnna og úti á dekkinum á Ólavi Gregersen. Peran sær út sum nýggj – eftir 25 ár í sjónum. Nú er bara at vóna, at peran fær frið, og so kunnu vit síggja, hvussu mong ár aftrat hon verður heil, sigur Ingi Sørensen, kavari. Afturmasturin, sum stendur aftanfyri sjálva brúnna Sjálv brúgvin á Ólavi Gregersen er framvegis púra heil Her sæst gronin á skipinum, sum liggur á bakborðssíðu