Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-01, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. mai 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 83 - 1. mai 2009 Mikudagin vórðu krøv latin inn til Sameindu Tjóðir at vaksa um landaøkir undir havinum norðanfyri Føroyar. – Verða krøvini góðtikin, fær hvør føroyingur 77 fótbóltsvallir í part av øki, sigur Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri Landgrunnur Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Sjálvi argumentini fyri, at hvør føroyingur skal fáa 77 fótbóltsvallir at dusa sær á er loynilig, men Bjørn Kunoy, sum skal leiða nevndina fyri danska konga­ ríkið, ið ger krav upp á økið mótvegis ES, greiðir frá, at talan er um ymiskar botn­ kanningar, sum vísa, at økið á onkran hátt hoyrir til Føroyar. – Vit eru sannførdir um, at argumentini eru í lagið, hóast vit ikki hava nýtt somu argumentir, sum Íslendingar hava nýtt, sigur Jørgen Niclasen, uttanríkis­ ráðharri. Íslendingar lótu síni krøv inn mikudagin, sum er sami dagur, sum danska ríkið lat síni krøv inn. Økið sjálvt, sum norð­ menn og íslendingar eisini gera krav uppá er umleið 90.000 ferkilometrar av hav­ botni, og tað er longu avtal­ að millum londini, at danska kongaríkið skal hava 27.000 ferkilometrar av økinum, sum svarar til eini 30 prosent av samlaða økinum. Orsøkin til, at talan er um 30 prosent, og ikki 33 pro­ sent, sum sær mest kristiligt út, er at Noreg hevur bæði norska meginlandið og Jan Mayen, til at gera krav við. Norska kravið er longu góðtikið av ST, men før­ oyska og íslendsku krøvini eru ikki góðtikin, og mett verður, at hetta fer at taka eini fimm ár. – Tað verða í hvussu so er fimm ár, til tað verður enda­ ligt, sigur Bjørn Kunoy. Somuleiðis er greitt, at um Ísland ikki fær sítt krav góðtikið av ST, so fær danska kongaríkið 40 prosent og Noreg 60 prosent av teimum 90.000 ferkilometrunum. Nýtt 30 mió Arbeiði við at fyrireika krøvini hevur verið í gongd í nógv ár, og hevur higartil kostað umleið 30 milliónir krónur, og Finn Mørk, jarð­ frøðingur ger greitt, at møguleikin fyri olju og gassi er øgiliga avmarkaður á økinum. Men Jørgen Niclasen, utt­ anríkisráðharri, er sannførd­ ur um at fæst økið, so er tal­ an um størsta frambrot síðan fiskimarkið varð flutt. – Tað er ilt at siga, hvat vit kunnu fáa burturúr økinum, men royna vit ikki at fáa fatur á tí, so hava vit mist møguleikan, sigur Jørg­ en Niclasen. Tað, sum serliga hevur kostað pening í samband við arbeiðið er allur seis­ mikkurin, sum hevur verið skotin, fyri at gera krøvini greiðari. Nú verður ikki so nógvur peningur nýttur afturat, men Jørgen Niclasen ger greitt, at tað helst verða flogbilettir, sum koma at kosta komandi tíðina fyri Uttanríkisráðið, tá ymisku krøvini skulu leggjast fram. Rætturin Við hesum økinum, sum alt er umleið 3000 metra dýpi, fáa føroyingar ikki rættin til fiskin í økinum, men til tað, sum krýpur á botninum, hóast Jørgen Niclasen, ikki metir, at so nógv er á botn­ inum. Somuleiðis verður rættur fingin til miniralirnar, sum kunnu verða har, og magnesium er ein møgu­ leiki. Hinvegin eru lítlar vóni til olju og gass, sum føroy­ ingar eisini kundu gagnnýtt á økinum. Men avtalan mill­ um londini er háttað soleiðis, at botnurin í øllum møguligu økjunum er eins. – Havbotnurin í økjunum líkist øgiliga nógv, sigur Finn Mørk, jarðfrøðingur, sum sostatt staðfestir, at á tann hátt hevur onki svika­ ligt verið. 27.000 ferkilometrar av botni Fær nevndin, við Bjørn Kunoy á odda, viðhald, sum Jørgen Niclasen metir, so veksur føroyski havbotnurin frá umleið 272.000 ferkilometrum til umleið 300.000 ferkilometrar. Hetta er ein øking á tíggju prosent Mynd: Jens Kristian Vang Danske Bank illa umtóktur Danske Bank, sum er tann størsti bankin í Danmark, hevur trupullleikar við umdøminum. Í einari kanning hevur Berlingske Tidende spurt fleiri enn 2.000 vinnulívsleiðarar, hvat teir halda um teir 140 peningastovnarnar í landinum, og her hevur Danske Bank tann ivasama heiðurin at enda sum nummar 137. Peter Straarup, forstjóri í Danske Bank, viðgongur fyri Berlingaranum, at eftir øllum at døma hevur bankin ikki megnað sína uppgávu nóg væl. Sjálvur fær forstjórin ikki tað besta umdømið frá vinnuleiðarunum. Teir flestu halda, at hann er við til at toga umdømi bankans niðureftir. Eingin stjórn í dag Enn hava íslendingar ikki fingið nýggja stjórn. Teir báðir stjórnarflokkarnir hava tingast um samgongu líka síðani valið seinasta leygardag. Fundur var eisini í gjár, og tá søgdu umboð fyri flokkarnar, at tey fara ikki at skipa nýggja stjórn í dag, altjóða arbeiðaradagin. Katrín Jakobsdóttir, sum er næstformaður hjá teimum vinstragrønu, segði við Morgunblaðið aftan á samráðingarnar í gjár, at hon væntar ikki, at nýggj sjórn verður skipað fyrr enn eina ferð í næstu viku. Eftir tí, sum higartil er komið fram, er tað serliga ES­ spurningurin, sum skilir teir báðar stjórnarflokkarnar. Komandi viku letur upp framsýning á Listasavninum við verkum hjá heimskenda listamanninum Vilmantas Marcinkevicius List Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Vilmantas – Samleiki 2009 er heitið á framsýning hjá litaviska listamanninum Vil­ mantas Marcinkevicius, sum letur upp á Listasavn­ inum fríggjadagin 8. mai. Framsýningin er eitt fram­ hald av ársins Várframsýn­ ing, sum eisini hevur samleika sum evni. Eg elski, tí eri eg Í eini røð av verkum viðger Vilmantas samleikan, eitt evnið ið hann í fleiri ár hevur arbeitt við og granskað. Vilmantas vísir, at hann hevur stórt innlit í og fatan av menniskjans innastu tonk­ um, dreymum, gleði og stúr­ an. Hann hevur í listini fing­ ist við lívsins mongu síður og við hegni og innlivan mál­ að tær fram á ein ítøkiligan hátt, sum hugtekur áskoðar­ an og fær hann at grunda um tilveru og sjálvsfatan sína, verður sagt í skrivi frá Listasavninum. Ingeborg Bugge, sum starvast sum listfrøðingur á Listasavni Føroya, hevur skrivað katalog um framsýn­ ingina. Í kataloginum skriv­ ar listfrøðingurin afturlít­ andi um kærleika og sam­ leika í listini hjá Vilmantas undir yvirskriftini AMO, ERGO SUM – “Eg elski, og tí eri eg”. Best millum 3500 listafólk Vilmantas Marcinkevicius er føddur í 1969 í Kaunas í Litavia og hevur holla útbúgving frá listaháskúl­ anum Vilnius Art Academy. Hann hevur sýnt fram list sína nógvastaðni kring Evr­ opa umframt í USA og Jap­ an. Eisini hevði hann fram­ sýning í Norðurlandahús­ inum í Havn í 1997. Í ársins stóru listakapping hjá Saatchi Gallery í London, sum er heimsins størsti netportalur innan list, gjørdist Vilmantas vinnarin millum 3500 listafólk við verkinum Madonna of the 21st century. Vilmantas hevur eisini m.a. eisini gjørt andlitsmynd­ ir av Joachim prinsi og Alex­ andru greivinnu og øðrum kendum persónum. Málning­ ur hansara „Tired Man“ hongur í Evropa Parlament­ inum. Bæði í heimlandinum og í Danmark hevur Vilmant­ as vunnið fleiri virðislønir fyri síni listarligu avrik. Hann hevur í fleiri ár verið fastur framsýnari í Galleri NB í Viborg og Roskilde, har eisini føroysk listafólk hava sýnt fram. Framsýningin hjá Vilmantas á Listasavninum verður opin fram til 19. juli 2009 Heimskend list á Listasavninum „Madonna of the 21st Century“, málningur sum Vilmantas vann stóra listakapping á Saatchi Gallery í Londom við millum 3500 onnur listafólk