Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-01, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. mai 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 10 Nr. 83 • 1. mai 2009 - Tað er ikki so langt síðan, at eg sá eina púra heila peru, sum stendur aftanfyri brúnna og úti á dekk- inum á Ólavi Greger- sen. Peran sær út sum nýggj – eftir 25 ár í sjónum. Nú er bara at vóna, at peran fær frið, og so kunnu vit síggja, hvussu mong ár aftrat hon verður heil, sigur Ingi Søren- sen, kavari sum nógvar ferðir hevur verið niðri á vrakinum á Ólavi Gregersen Ólavur Gregersen, sum fórst á Flesjunum á Tangafirði um náttina hin 10. januar í 1984, hevur nú ligið við havsins botn í meira enn 25 ár. Tá óhappið hendi, hevði skipið verið í Klaksvík og var á veg inn á Skálafjørðin, tá tað fór av kós og sigldi á Flesjarnar. Søgan sigur okkum, at skip, sum sigla á Flesjarnar, hava ilt við at sleppa leys aftur – í heilum líki. Her var Ólavur Gregersen, sum tá var minni enn tvey ára gamal, smíðaður á Skála Skipasmiðju, einki undantak. Russiski trolarin Olshana, sum varð nógv umrøddur í okkara fjølmiðlum, er seinasta dømi um tað. Eftir at Ólavur Gregersen hevði siglt á Flesjarnar, kom vaktar-og bjargingarskipið Ólavur Halgi manningini til hjálpar. Teir níggju menninir vóru sjór- aðir umborð á vaktarskipið og førdir trygt til Havnar. Nakrar dagar eftir skipsbrotið, sakk Ólavur Gregersen niðurfyri Flesjarnar, og her hevur skipið ligið øll hesi ár. Stórt spælipláss Teir einastu, sum hava fingið nakra nyttu burtur úr hesum vraki á havsins botni, eru kavarar, og fyri teir hevur farmaskipið verið eitt stórt “spælipláss”, um vit so kunnu siga. Ein av teimum, sum nógvar ferðir hevur verið niðri á Ólavi Gregersen, er Ingi Sørensen, og tað eru fáar vikur síðan, hann kavaði við Flesjarnar seinast. Ingi hevur fingið sær eitt gott myndatól, og seinastu árini hevur tað eisini verið hansara ítriv at tikið myndir við havsins botn. Áhugaverdu og forvitnisligu myndirnar, vit hava á hesi opnu í dag, hevur hann tikið. - Eg trúgvi, at eg havi verið niðri á Ólavi Gregersen einar 50 ferðir tilsamans. Tær fyrru ferðirnar, eg kavaði á hesum leiðum, hevði eg ordiliga hjarta- bankan av berum spenningi og forvitni. Nú er tað meira sum at vitja á gomlum “gøtum”. Hann sigur, at tað framvegis er spenningur í hvørjari ferð við Flesjarnar, tí umhvørvið um hesar leiðir er sera vakurt og forvitnisligt. Trý skip saman - Ólavur Gregersen liggur líka sum omanyvir øðrum skipsvrakum á somu leið. Tá slík vrak gerast gomul, er talan mest um jarn- bunkar, og tí er torført at siga júst, hvat tað er, tú sært. Eg haldi tó, at tað er íslendski báturin Godanes, ið er eitt av skipunum, sum liggur undir parti av Ólavi Gregersen. Ingi sigur, at stórar broytingar eru at síggja við vrakinum av Ólavi Gregersen, síðan hann kavaði á leiðini fyrstu ferð. - Eg havi eisini sæð broyting- arnar seinastu ferðirnar, eg havi kavað niður á vrakið, og eg vil meina, at vrakið er nógv farið seinastu trý árini. Hann vísir á, at teir plagdu at svimja fram við botninum á vrakinum og so fara inn í gjøgnum eitt hol frammarlaga í skipinum. Haðani plagdu teir at fara aftureftir og fram við einum trucki í lastini. - Men tá eg ikki fyri so langari tíð síðan kavaði niður á vrakið saman við einum útlendingi, og vit skuldu fara inn ígjøgnum sama hol, slapst ikki innar. Tá var skipið sjunkað so mikið saman, at har var ikki farandi longur. Ingi heldur tí ikki, at kaving niður á eitt nú Ólav Gregersen er fyri “amatørar”, sum hann tekur til. - Vrakið viknar alla tíðina, og eg vænti, at tað ganga ikki mong ár, til partar av tí fella saman. Hinvegin er sjálv brúgvin púra heil enn, leggur hann aftrat. Hann heldur, at so leingi, sum stýrihúsið er heilt, verður spennandi at fara niður á vrakið. - Eg vænti, at tað hóast alt ganga fleiri ár enn, áðrenn sjálv Ólavur Gregersen – við Umborð Vilmund Jacobsen blaðmaður vilmund@sosialurin.fo Ingi Sørensen, kavari, hevur tikið myndirnar á hesi opnu Henda peran sær út sum nýggj – eftir meira enn 25 ár í sjónum Vask og krani á kamarinum aftanfyri brúnna, helst skiparakamarið Bókstavirnir SF (Skipafelag Føroya) síggjast framvegis á skorsteininum