fríggjadagur 1. mai 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 83 - 1. mai 2009
Boðini frá føroyska
pandemibólkinum
eru greið. Føroyingar
hava onga orsøk at
stúra, men vit eiga
at ansa okkum fyri
líkasælu
Svínakrím
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Mánadagin boðaði heims
heilsustovnurin WHO frá,
at teir høvdu sett tilbúgving
arstigið upp á stig 3. Hetta
eftir at útbrotið av H1N1
beinkríminum ella nýkrími
í Meksiko var komið í ljós
málan.
Longu týsdagin komu
boðini at teir høvdu sett til
búgvingarstigið upp á 4, og
mikukvøldið
settu
teir
tilbúgvingina á stig 5, ið er
tað seinasta tilbúgvingar
stigið áðrenn ein heimsfar
sótt ella pandemi er veru
leiki.
Tá heimsheilsustovnurin
boðar frá, at tilbúgvingar
stigið verður sett upp,
ávirkar tað eisini Føroyar.
Føroyar hava ein sokall
aðan pandemibólk, ið verð
ur kallaður saman, skuldi
hóttanin um eina pandemi
verðið veruleiki. Í hesum
pandemibólki eru umboðaði
ovasta serfrøðin í fyribyrg
ing, heilsumyndugleikarnir,
so sum landslæknin, lands
apotekarin og yvirlæknar,
og tilbúgvingin.
Eru tiknir á bóli
Hóast tað ikki enn var neyð
ugt, kallaði landslæknin,
sum er Høgni Debes Joen
sen, pandemibólkin inn til
fund hósdagin (í gjár). Tá
var tilbúgvingarstøðið á
stig 3, og tí var tað bara fyri
at binda um heilan fingur,
at hann kallaði bólkin sam
an.
Men longu áðrenn fund
urin var hildin, hevði WHO
hækkað tilbúgvingarstigið
tvær ferðir, og hetta hevur
tikið ikki bert teir føroysku,
men allar heimsins heilsu
myndugleikar á bóli.
Hetta hevur gingið
óvanliga
skjótt. Vanliga
ganga tað vikur, mánaðir
ella upp til ár millum at stig
ini verða hækkaði. Hesaferð
hevur tað verið lítið meira
enn eitt døgn ímillum, og
tað er komið púra óvart á
øll, segði landslæknin á tíð
indafundi hjá pandemibólk
inum í gjár.
Eiga ikki at óttast
Pandemibólkurin
hevði
fund í allan gjár. Á fundin
um varð aktuella støðan við
víkjandi H1N1beinkrímin
um viðgjørd gjølla og pand
emitilbúgvingarætlanin,
sum varð gjørd í 2006, gjøg
numgingin
Tá hesin fundur var av,
kallaði
pandemibólkurin
inn til tíðindafund, og har
vóru boðini sera greið.
Vit hava enn onga sum
helst orsøk til at vera bangin
ella at stúra. Men hinvegin
mugu vit heldur ikki vera
líkasæl. Støðan er álvarslig,
og tí eiga vit at ansa eitt
sindur eftir. Men enn er
eingin orsøk at vera bangin,
sigur Høgni Debes Joensen,
landslækni og formaður í
Pandemibólkinum.
Høgni Debes Joensen,
landslækni, sigur, at hóast
tað higartil hevur gingið
sera skjótt fram móti eini
pandemi, væntar hann ikki
at vit koma inn í fasu 6, ið
er pandemifasan, innan vik
ur, men at vit heldur tosa
um mánaðir, áðrenn tað er
komið hartil.
Eiga ikki at stúra
Høgni Debes Joensen,
landslækni og formaður í
pandemibólkinum, sigur, at
føroyingar ikki hava orsøk at
stúra, men at vit heldur ikki
eiga at vera líkasæl
Landsapotekarin
staðfestir, at Før
oyar eru væl og
virðiliga útgjørd
til at taka móti
eini heimsfarsótt.
– Vit hava ríkiligt
av heilivági og
útgerð til at verja
okkum, og kunnu
taka triðja hvønn
føroying í viðgerð,
sigur Heri Mørkøre,
landsapotekari
Svínakrím
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Støðan við heilivági í Før
oyum er sera góð. Tað stað
festir Heri Mørkøre, lands
apotekari, enn eina ferð.
Í gjár kom fram, at danir
hava gjørt av at bíleggja
40.000 dosur av heilivágin
um Relenza, omaná teirra
lagur av Tamiflu tablettum.
Hetta til tess at binda um
heilan fingur og hava eitt
gott alternativ til Tamiflu.
Hetta stigið tóku vit
longu fyri trimum árum síð
ani, og umframt at vit hava
eitt nógv størri depot av Tam
iflu til hvønn íbúgva, hava
vit eisini 5.000 Relenza píst
arar, sum hvør svarar til eina
viðgerð. Umframt hetta, so
hava vit eisini 25 kilo av
Amantadin, sum kunnu nýt
ast til 26.000 viðgerðir, sig
ur Heri Mørkøre.
Kunnu viðgera triðja
hvønn føroying
Niðurstøðan av fundinum
hjá Pandemibólkinum er, at
sum heild er støðan góð í
Føroyum, og um so er, at
H1N1 verður staðfest, so eru
myndugleikarnir tilbúnir.
Í løtuni kunnu vit við
gera yvir 30 prosent av
Føroya fólki, sum er meira
enn fleiri av okkara granna
londum, og sum verður mett
at verða ríkiligt í sambandi
við eina pandemistøðu. Har
umframt hava Føroyar í
samstarvi við Statens Serum
Institut, eins og Danmark,
fingið koppsetingartrygd til
umleið helmingin av før
oyingum.
Eisini tá ið tað viðvíkur
verndarútgerð, so sum mask
ur, kitlar og verndarbrillur,
er nóg mikið til av útgerð til
eina byrjandi pandemi.
Harumframt hevur lands
apotekarin
bílagt
størri
mongdir av verndarútgerð,
sum kemur til landið fyrst í
komandi viku.
Enn verður tó hvørki
neyðugt við heilivági ella
verndarútgerð, tá virusið
ikki er staðfest í Føroyum,
og eingin er settur undir
eygleiðing fyri smittutekin.
Hava ríkiligt av øllum
Føroyska goymslan av heilivági og verndarútgerð er væl útgjørd,
og vit hava ríkiligt av heilivági til bæði fyribyrging og viðgerð
Blaðstjóri burturvístur
Leiðslan á danska blaðnum Lokalavisen Valby hevur sagt
blaðstjóran, Karsten Madsen, úr starvi og samstundis givið
honum boð um at halda seg burturi frá blaðhúsinum. Um
orsøkina sigur leiðslan, at blaðstjórin hevur í loyndum arbeitt
við at stovna sítt egna blað í Valby, og at hann hevur roynt at fáa
nøkur starvsfólk á blaðnum at koma við sær. Karsten Madsen
hevur havt eina heldur fjakkandi tilveru í arbeiðslívinum. Eitt
skifti arbeiddi hann á tíðindatænastuni hjá Sosial
demokratunum, eitt skifti sum politiskur blaðmaður á B.T., og
eitt skifti var hann blaðstjóri á JydskeVestkysten. Hann hevur
eisini verið upp á tal sum valevni hjá Vinstra.
Mentanarhúsið nýggjan leiðara
18. mai tekur 30 ára gamli Sámal Torstein Olsen við sum
nýggjur leiðari í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Seinastu trý
árini hevur Sámal Torstein Olsen starvast í
Norðurlandahúsinum..Ein av fremstu uppgávunum hjá
leiðaranum verður at menna og útbyggja tænasturnar í
húsinum. Eisini uppgávur sum skipan og samskipan av
tiltøkum fara at standa frammalaga. Sámal Torstein Olsen fer
hartil at taka sær av samskiftinum hjá Mentanarhúsinum
úteftir og at røkja og menna heimasíðuna og ymsar
samskiftisprofilar. Almenn móttøka fyri nýggja leiðaranum
verður leygardagin 23. mai kl. 14.00.
Pandemibólkurin:
Høgni Debes Joensen, landslækni (formaður)
Heri Mørkøre, landsapotekari
Sten Larsen, kommunulækni og umboð fyri
Læknafelag Føroya
Jón á Steig, fyrrv. leiðandi yvirlækni á medisinska
deplinum á Landssjúkrahúsinum
Rógvi F. Johansen, samskipari fyri tilbúgving í
Føroyum, Fiskimálaráðið
Jón Klein Olsen, politiinspektørur og umboð fyri
Føroya Landfúta
Tummas í Garði, varastjóri á Landssjúkrahúsinum
William Smith, smittuverjufrøðingur í Heilsuverkinum
Bjarni á Steig, settur leiðandi yvirlækni á
Landssjúkrahúsinum
Jan Simonsen, ráðgevi og umboð fyri Heilsumálaráðið
(skrivari)
Stýrið fyri Mentanar
húsið Atlantis heldur
seg ikki kunna virka
við skerdu játtanini
til húsið, og hava
stýrislimirnir tí sagt
seg úr sessunum
mentan
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Í skrivi í gjár til borgar
stjóran í Klaksvík, Gunvá
við Keldu, kom stýrið fyri
Mentaranhúsið
Atlantis
við soljóðandi fráboðan
„Undirritaðu stýrislimir
fyri Grunnin Mentanarhú
sið Atlantis hava í dag á
fundi tikið avgerð um at
siga okkum frá sum stýris
limir frá 1. mai 2009 at
rokna.
Henda avgerð er tikin,
eftir at býráðið á fundi hin
29. apríl 2009 gjørdi av at
skerja játtanina til grunnin
í inniverandi ári við kr.
100.000,.
Stýrið hevur í samband
við viðgerð av fíggjarætl
anini fyri 2009 gjørt vart
við, at ikki bar til at skerja
játtanina til Atlantis við
meira enn kr. 50.000,.
Hetta bleiv eisini gjørt, tá
játtanin fyri 2009 varð
minkað við kr. 50.000,.
Avgerðin hjá býráðnum,
um nú aftur at minka játt
anina við kr. 100.000, í
samband við endurskoðaðu
fíggjarætlanina hjá Klaks
víkar Kommunu, hevur við
sær, at stýrislimirnir stað
festa, at tað ikki er møgu
ligt at hava ein framhaldandi
rakstur av stovninum.
Tá Klaksvíkar Komm
una hevur eina aðra fatan
av støðuni enn undirritaðu
stýrislimir, so lata vit tað
upp í hendurnar á komm
ununi sjálvari at gjøgn
umføra sínar ætlanir.
Í stýrinum hava sitið
Nikolina Olsen, forkvinna,
Súsanna Olsen og Fróði
Løkságarð, nevndarlimir.
Tað eydnaðist ikki at
fáa eina viðmerking frá
borgarstjóranum, áðrenn
blaðið fór til prentingar.
Stýrið í Atlantis
lagt kongin