Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-01, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. mai 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 83 • 1. mai 2009 Vikuskifti 9 tað var sera opið móti havinum. Hetta gjørdi liviumstøðurnar í bygdini heilt serligar og nógv øðrvísi enn í Havn. Tað kundi vera so øgiligur upp­ gangur, og serliga verður tosað um uppgangin í 1910, tá ið Ellen var eitt ára gomul. Tá var so nógv brim, at tá ið avtornaði var bygdin full av gróti, sum kom inn við briminum. Tá var eisini fult av fiski langt uppi í bygdini. So tað var bara at fara út fyri dyr at fáa sær eitt kók. Ellen var 5 ár, tá ið fyrri heims­ bardagi byrjaði, hon var 10 ár, tá ið hann endaði. Sum aðra staðni í landinum var eisini korntrot í Fámjin, og tey máttu dyrka korn sjálvi. Ellen minnist hvussu stuttligt tað var at arbeiða kornið, ikki minst tí tað eisini vóru fleiri vatnmyllur í bygdini. Konurnar glaðaðu fyri ókyrru Annars kundi brim koma so ógvuliga skjótt og við lítlari ávarðing. Tá kundi vera trupult at koma aftur til lands. Var ókyrt í Fámjin var sera langt til næsta pláss! Men her var ein serlig ávarðingarskipan. Tá ið konurnar varnaðust, at tað var við at gerast ókyrt, kyndu tær bál á einum sjónligum staði, kallað Roykstein, burtur úr gomlum hoyggi, sum nógvur roykur kom úr. Tá ið menninir sóu roykin var eitt at gera. Tað var at draga inn, so at kapprógva til lands. Hetta var í hvussu er kappróður við álvara í. Teinurin var einar 6­7 fjórðingar, so hetta var sera strævið. Men soleiðis mátti tað vera. Boðsendingin varð annars við glaðing. Serliga var hetta, tá ið boðað varð frá grind. Var grind í Hvalba varð farið niðan í Skorar at glaða. Var grindin í Trongisvági glaðaðu teir í Gøtugarðar. Men var grindin í Fámjin varð glaðað undir Gøtugarðar. Var grindin í Vági varð tað á Nesheyggi. Á henda hátt fekst ikki bert at vita, at tað var grind, men eisini hvar hon var. Annars var tann siður, tá ið grind var í Famjin, at kirkjuhurð­ arnar vóru lætnar upp fyri at vísa, at grindin var vælkomin. Var nóg mikið av grind varð ikki latið upp, men drápið kundi ganga eins væl fyri tað! Tað vóru serligir siðir í sam­ band við kirkjuna í Fámjin. Ein siður var at hava ein stuttan lestur í kirkjuni, áðrenn farið var til útróðrar. Annars plagdu hjún, sum vildu skiljast, at koma higar. Skuldi prestur sundurvíga hjún, máttu tey fara út gjøgnum hvør sína hurð. Tað vóru ikki allar kirkjur, sum høvdu tvinnar hurðar, men tað hevði kirkjan í Fámjin! Seiðurin stóran týdning Eitt sum hevði stóran týdning fyri Fámjin var seiðurin. Tað sum nú er pollur í Fámjin var fyrr eitt vatn, og verður enn kallað Oman á Vatn. Seinni er blivið opið út á sjógv. Tá ið brim varð, fór seiðurin undan briminum inn á pollin. Tá ið tað so fjaraði slapp hann ikki út aftur, so her lá sera væl fyri at kasta nót. Bygdin átti eina nót í felag, og tað var skylda at møta upp. Tað var ein nótaformaður, sum skuldi geva boð, tá nót skuldi kastast, og sum annars skuldi halda nótina viðlíka. Viðhvørt sendi hann boð eftir hinum at bøta nótina. Var drongur 14 ár taldi hann fyri mann. Nótin merkti nógv fyri bygdina. Aftaná eitt nótakast var bygdin full av seiði. Hvør hússkjøldur var avtaklaður. Fyrst kundi seiðurin etast sum feskur, síðan sum visnaður og eftir enn eina tíð sum sum turrur. Fólk kundu hava seið langt út á summarið. Tað var tó ein trupulleiki. Seið­ urin varð greipaður við ulltráði. Tá kom ofta mølur í. Men so fann onkur uppá at nýta bummullstráð. Tað var betri. Men Ellen hevur greipað manga seiðagreipuna. Øll húsini vóru við í nótini. Menninir vóru við, tá kastast skuldi, og fingu part. Tað vóru tó trý hús við hálvum parti. Tað var lærarin, ein einkja, og ein kona, sum gekk til handa, tá ið fólk vóru sjúk. Hesi fingu sín hálva part uttan at luttaka í arbeiðinum. Tað var best at kasta nót í myrkri, og tíðin um jólini og út á várið var besta tíðin, tí tá gekk seiðurin í torvum. Hetta var sera spenndandi. Hetta gav eisini samanhald í bygdini. Góð seiðaár og grindaár høvdu stóran týdning fyri bygdina. Tá menninir fóru til skips varð ikki kastað nót eftir seiði. Men tá plagdu heimamenn og teir gomlu í bygdini at kasta nót serliga eftir sílum, men eisini øðrum fiski. Teir kundu fáa uppí ein hálvan leyp í part, og hetta var óført. Tað kundu vera einstøk heilt stór síl ímillum. Tá varð kastað lut um, hvør ið skuldi fáa partin við hesum sílum. Drógu bát úr Øravík til Fámjins Tá ið Ellen var ung var einki vegasamband til Fámjins. Tað ljóðar ótrúligt, hvussu tey kortini kláraðu seg. Ein dagin í 1916 fáa fáminingar ein nýbygdan bát úr Nólsoy. Teir fáa boð um, at hann var komin á Tvøroyri við Smirli. Teir fara so eftir honum. Teir rógva bátin til Øravíkar, og so draga teir bátin allan vegin til Fámjins, einar 3 fjórðingar! Tað sama var, tá grind var í Vági ella Hvalba. Teirra partur kom til Øravíkar, har tað varð býtt. So hvør maður undir leypin. 150 pund varð ikki tosað um, tað kundi eisini vera 200 pund í leypinum. Tá ið havnardrongurin Mogens seinni kom suður at fríggja, mátti hann pent til gongu allan hendan vegin. Men hvat er tað, tá man er forelskaður! Ellen ferðaðist regluliga aftur til Fámjins. Dótturin Anni minnist abban bera hana og beiggjan Valdemar í leypi frá Øravík til Fámjins. Ættin Ellen og Mogens fingu fimm børn. Tey eru Valdemar, sum er giftur við Nannu úr Klaksvík, Kim, sum er giftur við Ásu úr Norðragøtu, Anni, sum er ógift, Eydna, sum er gift við dananum Svend, tey búgva niðri. Herluf doyði í 1987. Ommubørnini eru 10, og langommubørnini eru 22. Afturat børnunum vaks systir­ sonurin Ellindur upp hjá teimum frá tí mamma hansara doyði, táið hann var 4 ára gamal. Her fekk hann eitt gott heim, og hevur hann eisini verið trúgvur móti teimum. Hann fór aftur til pápan 14 ára gamal. Nú hevur Ellen nátt ein aldur, sum er teimum fægstu beskorið. Hon hevur upplivað nógv og verið ein partur av menningini í Havn. Seinastu árini hevur hon búð á Lágargarði, hon letur sera væl at, at her er framúr gott at vera. Her skal eisini sigast, at tað hevur nógv at siga fyri Ellen, at umframt aðrar vitjanir so vitjar dóttir hennara Anni mammuna dagliga. Hetta hevur stóran týdning fyri hana. Anni lesir Sosialin fyri mammuni hvønn dag. Men hetta kann taka sína tíð, tí Ellen kann ikki lata vera við at blanda seg uppí og siga sína meining, tá ið tað kemur til greinar um politikk! Skil er eisini í her. Góða Ellen! Vit hava kenst í eini 40 ár og hava ofta verið saman. Tað hevur verið sera stuttligt. Hjartaliga tillukku við tí stóra degnum. Mogens og Ellen Børnini avmyndað í 1957. Standandi f.v. Eydna, Kim og Herluf. Sitandi Valdemar, Ellendur og Anni Børn og verbørn. Standandi f.v.: Anni, Valdemar, Nanna, Kim, Ása, Svend og Eydna. Sitandi Ellen og Mogens Tað er framúr vakurt í Fámjin, haðani Ellen er ættað