Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-01, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. mai 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 83 - 1. mai 2009 Í morgun verður ein nýggj vøra borin út í handlarnar saman við mjólkini og hin­ um vørunum frá Mjólkarvirkinum. Talan er um eina føroyska »koldskål« NÝGGJ VØRA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Summarskál er heitið á nýggju vøruni frá MBM, sum í morgun er borin út í handlarnar. MBM arbeiðir støðugt við at menna vøruskránna, og í longri tíð hevur men­ ingarbólkurin hjá fyritøkuni arbeitt miðvíst við at finna fram til besta smakk og samanseting. Summarskál er súrgaður mjólkarúrdráttur við einum fitiinnihaldi á 0,9%. MBM sigur, at vøran er leskilig og vælsmakkandi við einum frískligum smakki av sitrón og vanilju. Vøran kann ber­ ast saman við donsku vør­ una koldskål. Tað er Sendistovan, sum hevur staðið fyri at snið­ geva pakkan í neyvum samstarvi við Tetrapak, sum framleiðir alla pappírsinn­ pakking, sum MBM nýtir til ymsu framleiðslurnar. Summarskál er sum nevnt at fáa í handlunum í morg­ un. Frískligt og leskiligt kallar MBM nýggju Summarskálina, sum er komin á marknaðin í morgun Konur í sexverkfalli Í Kenya hava giftar konur tikið eitt heldur óvanligt stig. Í einari roynd at fáa enda á einari drúgvari stjórnarkreppu hava konurnar gjørt av at nokta monnum sínum nakað kynsligt samband, fyrr enn tann politiska kreppan er loyst. Konurnar hava biðið Lucy Kibaki og Idu Odinga, sum eru konur Mwai Kibaki, forseta og Raila Odinga, andstøðuleiðara, taka sama stig. Ein av stigtakarunum til tiltakið, Patricia Nyaundi, sigur við BBC, at óvanlig viðurskifti krevja óvanlig tiltøk, og tá menninir ikki kunnu semjast um at loysa kreppuna, noyðast konurnar at leggja trýst á teir, sigur hon. Myrdi 30 kvinnur Amerikanska løgreglan hevur tikið ein 72 ára gamlan mann, tí løgreglan hevur illgruna um, at hann er hópdrápsmaður. Løgreglan heldur, at tann 72 ára gamli John Floyd Thomas skal hava neyðtikið og myrt 30 kvinnur tey seinastu 30­40 árini. Felags fyri kvinnurnar var, at tær vóru oman fyri 60 ár, og tær blivu misnýttar kynsliga og myrdar í teirra egna heimi. Løgreglan kom fram á mannin, tá hon í sambandi við eitt annað mál tók DNA­roynd av honum. Tá kom undan kavi, at hansara DNA samsvaraði við fleiri óloyst drápsmál frá sjeyti­ og áttatiárunum, skrivar AP. Nýggj vøra frá MBM í dag Gongst, sum Fjarða­ hús ætlar, stendur í august ein nýggjur 1800 fermetra stórur timburhandil liðugur á økinum, har handilin 360 er á Hjalla. Hetta verður ein sonevndur Drive In timburhandil, har tú kanst koyra runt inni í bygninginum HANdil Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Fyritøkan P/F Fjarðahús, sum eigur og rekur timbur­ handilin í Kollafirði, hand­ ilin 360 á Sandvíkahjalla, málingahandilin í J. Broncksgøtu í Havn, mál­ ingahandilin á Høgabóli í Saltangará og Norðoya Lit­ búð í Klaksvík, fer nú í holt við at byggja ein nýggjan timburhandil í høvuðs­ staðnum. Nýggi bygningurin, sum verður slakar 1800 fer­ metrar stórur, verður reistur á økinum við handilin 360 í Hjalla. Handilin 360 húsast í løtuni á umleið 3.000 fer­ metrum, og soleiðis verður samlaða fermetratalið í hes­ um báðum bygningum út við 5.000 fermetrar til­ samans. Teir, sum eiga og reka virksemið, ið nú liggur undir Fjarðahúsum, eru Regin Joensen, nevndarfor­ maður, Fróði Sigvardsen, stjóri og Harley Berthold­ sen. Ein eind á Hjalla Regin Joensen sigur, at sam­ bært ætlanini verður farið undir byggingina av høllini longu í mai, og ætlandi stendur nýggi timburhand­ ilin á Hjalla liðugur at taka í nýtslu í august. ­ Vit fara ikki at niður­ leggja timburhandilin í Kollafirði, sum vit hava rik­ ið seinstu árini. Vit kunnu ikki lata illa at, og hetta er ein timburhandil, sum hev­ ur eina hálva øld á baki, sigur Regin Joensen, sum vísir á, at nú fer konseptið hjá teimum á Hjalla at hanga saman í eini eind. Fróði Sigvardsen, stjóri, sigur, at nýggi timburhandil­ in á Hjalla verður hin ein­ asti av sínum slagi í Føroy­ um. ­ Hetta verður ein so­ nevndur Drive In handil, har tú kanst koyra inn í handilin og inni í handlinum undir taki. Í Danmark eru fleiri slíkir handlar, men ikki her heima, sigur hann. Alt til heimið Handilin 360 hevur eitt stórt útboð á sínum deildum, sum fevna um at kalla alt, sum hoyrir einum heimi til. Í handlinum er køksdeild, hvítvørudeild, deild sum selir flatskermar og annað, har er gólv­og málingadeild, og síðan er eisini byggibúð, sum selir amboð og ymisk el­tól til handverk og ítrív. Fróði Sigvardsen sigur, at eitt, sum 360 eisini selir nógv av, er súklur – ikki minst barnasúklur. ­ Her hava vit eitt áhuga­ vert útboð, har súklur kunnu keypast til børn fyri minni enn túsund krónur. Børn veksa so skjótt, og tí verða súklurnar skiftar, sum árini ganga. Stjórin í Fjarðahúsum heldur, at tað merkist, at árið í ár verður rópt “rørslu­ ár”, sum hann tekur til. Nýggjur timburhandil á Hjalla Um fáar dagar fer P/F Fjarðahús at reisa ein slakar 1800 fermetra stóran bygning á økinum, har handilin 360 húsast. Hetta verður ein sonevndur Drive In timburhandil, sum ætlandi stendur liðugur í august í ár Mynd: Jens Kr. Vang