fríggjadagur 1. mai 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
8
Nr. 83 • 1. mai 2009
Ellen er fødd niðri í Stovu í
Sjúrðargarði í Fámjin. Foreldrini
vóru Anna og Ellindur Erlingsson.
Tey vóru 12 systkin, níggju
systrar og tríggir beiggjar. Eftir av
systkjunum eru Mia, Herborg og
Trond, sum øll búgva í Danmark.
Pápin var upprunaliga fiskimað
ur, men seinni fekst hann bert
við jørð. Her var nógv at gera fyri
hvørja hond. Mamman vevaði
millum annað til føroysk klæðir.
Annars var eisini bæði spunnið
og bundið. Men so frægt var tað,
at tað bar til at selja ullina.
Ellen hevur sum mong onnur
upplivað stórar broytingar í sínun
langa lívi. Men umframt alt tað
sum er hent hesi 100 árini, hevur
tað eisini verið ein stór broyting
at koma úr Fámjin til Havnar,
sum hon kom fyri einum 80 árum
síðani.
Fámjin var jú ein lítil bygd,
og hevur kanska eisini verið ein
útjaðari við tí sambandi, sum tá
var til restina av landinum.
Til Havnar
Men Fámjin skuldi ikki gerast
framtíðin hjá Ellen. Hon fór til
Havnar at læra til sjúkrasystir.
Íblásturin var, at ein pápasystir
hennara var sjúkrasystir á
Tvøroyri í mong ár.
Hetta man hava verið umleið
1930, kanska áðrenn, og kom
hon á tað tá rættuliga nýggja
Dronning Alexandrines Hospital,
sum varð tikið í brúk í 1924. Tað
avloysti tað gamla Færø Amts
Hospital, sum enn er til.
Tá vóru umstøðurnar so ótrú
liga nógv øðrvísi enn í dag. Um
tað vóru fimm næmingar, máttu
allar búgva á sama kamari, og
tær skuldu vera inni klokkan 23.
Tað varð arbeitt 12 tímar um
samdøgrið, so var skúlagongd
umframt.
Summarfrítíðin var 14 dagar, og
tá kundi farast heim til Fámjins.
Lønin var um 20 krónur um
mánaðin fyrstu árini umframt
kost, innivist og klæði. Seinni fór
lønin upp á 40 krónur.
Fyri at vísa ta stóru broytingina
síðan Ellen arbeiddi sum sjúkra
systir skulu nøkur tøl nevnast.
Í 1930 var starvsfólkatalið um
50. Nú man tað liggja um 700.
Talið av árligum innleggingum var
um 1.000. Nú man tað vera 11
12.000. Miðal innleggingartíð var
45 dagar, nú er hon seks dagar.
Men tað vóru tuberklarnir, sum
serliga hækkaðu dagatalið tá.
Tá máttu øll á einum sjúkrahúsi
gera alt. Tí kom Ellen sovæl
at arbeiða á skurðgongini og á
TB, sum var tuberkladeildin hjá
sjúkrahúsinum.
Ellen gjørdist ikki drúgv sum
sjúkrasystir. Hon giftist 20. aug
ust 1932, 23 ára gomul, við tí javn
gamla Mogens Lützen, sum doyði
í 2006. Tað kann vera nevnt, at
tey náddu at vera gift í ikki færri
enn 73 og eitt hálvt ár. Hetta
man helst vera met í Føroyum.
Komu saman av
einum grasstrái
Tað er ein stuttlig søga um,
hvussu Ellen og Mogens funnu
saman. Hetta var á hospitalinum,
táið hon starvaðist har. Mogens
hevði verið so óheppin ella
meira at kalla heppin, tá hugsað
verður um avleiðingarnar at seta
eitt grasstrá í hálsin, og tað fekst
ikki burtur við egnari hjálp. Tískil
mátti hann fara á hospitalið at
fáa hetta orðnað. Sjúkrasystirin,
sum hjálpti læknanum, var Ellen
og ferdugt var! Hetta grasstráið
kom tískil at gerast hansara og
teirra lagna og lukka.
Áðrenn tey giftust fekk Ellen
eisini tuberklasmittuna í samband
við sítt arbeiði á TB. Hon kom tá
heim til verforeldrini at vera og
kom fyri seg aftur
Tað var skjótt, at tey bæði
fingu børn, og tá í tíðini var tað
jú tað mest vanliga hjá konum
at vera heima at passa heimið.
Hetta gjørdi Ellen eisini.
Men hon man í dag vera elsta
sjúkrasystir í Føroyum.
Mogens var sonur Ellen og
Valdemar Lützen, sum grundlegði
handilsfyritøkuna við sama navni.
Tað gjørdis Mogens, sum kom
at dríva fyritøkuna víðari aftaná
pápan. Hann fekk útbúgving í
Danmark og starvaðist har, inntil
hann fyrst í 30unum varð biðin
um at koma heim aftur.
Eitt eyðkenni fyri Valdemar Lüt
zen var, at hetta var ein fyritøka,
har arbeiðsfólkið treivst, og tað
eru fleiri dømi um fólk, sum
arbeiddu har í 50 ár og meira enn
tað.
Størsta partin av lívinum hevur
Ellen verið ein partur av lívinum
hjá Mogens og hansara virksemi.
Aftanfyri alt hetta virksemi mátti
jú standa ein góð kvinna. Ellen
var eisini Mogens ein góð kona,
sum hevur stýrt húsinum væl,
og eigur hon eisini sín part av
avrikinum hjá manninum.
Hetta merkti, at hon umframt
at skula vera húsmóður eisini
skuldi verða vertinna við nógvum
av tí, sum Mogens stóð fyri sum
stjóri fyri fyritøkuna og eisini sum
enskur og seinni franskur konsul.
Sum enskur konsul kom
Mogens eisini at vera í
miðdeplinum undir krígnum.
Hetta kravdi eisini sín mann.
Eisini vóru nógvar vitjanir av
handilsferðandi og manningum
frá fronskum skipum, sum komu
higar.
Hesar uppgávur kláraði Ellen
til fulnar, so løtt í sinninum sum
hon framvegis er. Hon hevur tískil
verið eitt gott umboð fyri Føroyar.
Ellen hevur eisini verið fitt í
hondunum. Hon hevur bundið og
broderað nógv, tað hevur altíð
verið snøgt og væl úr hondum
greitt. Framvegis kann hon binda
stiklavond, hóast eyguni eru
rættuliga nógv farin.
Menn fyrst og fremst hevur
Ellen verið ein góð mamma.
Børnini minnast framvegis við
gleði á tær útferðir, sum mamm
an fór við teimum millum annað
út í Havnardal.
Aftur til Fámjin
Fámjin var ein útróðarbygd, har
Elsta sjúkrasystir í Føroyum:
Ellen Lützen 100 ár
Ellen Lützen í Havn verður 100 ár komandi mikudag 6.
mai. Tað er stuttligt at gerast so gomul, tá ið ein er so
væl fyri sum Ellen. Men hon hevur tað ikki frá
fremmandum. Olduromman í Øravík gjørdist 104 ára
gomul. Mamman og omman blivu yvir 90 ára gamlar
100 ár
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Ellen dugur framvegis væl at greiða frá
Nýgift í 1932. Tey
vóru gift í ikki
færri enn 73 ár