Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-01, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. mai 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 83 - 1. mai 2009 Hóast búskaparlæran vil vera við, at eitt ávíst arbeiðsloysi kann hjálpa vinnuni í einum landi, so metir Jan Otto Holm, bú skap ar frøð ing­ ur ikki, at vaks an­ di arbeiðs loys ið í Føroyum er nakar fyrimunur. – Lond­ ini kring okkum hava nógv størri ar beiðs­ loysi, og tí verður kapp ing arføri hjá okk um ikki betri, sig­ ur hann Arbeiðsloysi Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Nú eru tølini frá hagstovuni fyri arbeiðsloysi í mars­ mánaði komin, og tey vísa, at arbeiðsloysið í Føroyum er omanfyri trý prosent, sum í búskaparfrøðini verð­ ur nevnt at vera eitt náttúr­ ligt arbeiðsloysi í einum landi, sum eru fólk, sum flyta seg ímillum størv og so framvegis, og hetta skal somu leiðis hjálpa at trygg­ ja, at kappingarføri hjá ein­ um landi verður verandi á einum náttúrligum støði. Á sama hátt, sum stórt ar beiðs loysi eisini kann gera kappingarføri hjá ein­ um landi betri, tí so er min­ ni kapping um arbeiðs meg­ ina. Men hetta er sambært Jan Otto Holm, bú skap ar­ frøðingi, ikki galdandi fyri Føroyar í løtuni. – Londini kring okkum hava nógv størri arbeiðs­ loysi, og tí verður kapp ing­ ar føri hjá okkum ikki betri enn, sigur hann. Tí metir hann, at vaksandi ar beiðsloysið í Føroyum bara er ein vansi í løtuni. – Arbeiðsloysi er í prinsip pi num altíð ein van­ si, tí so eru færri hendur, sum eru við til at halda sam felagnum uppi, greiðir Jan Otto Holm frá. Seinkar búskapinum Somuleiðis greiðir Jan Otto Holm frá, at tá arbeiðsloysið hækkar, so brúka fólk minni pen ing og tað seinkar bú ­ skapinum. – Nógva tosið um kreppu, saman við arbeiðsloysinum, hava havt við sær, at fólk nýta minni pening, og tað er ikki ein fyrimunur, stað­ festir búskaparfrøðingurin. Lokalt arbeiðsloysi Eisini metir Jan Otto Holm, at tað í veruleikanum er so leiðis, at arbeiðsloysið á 3,4 prosent ikki er galdandi fyri alt landið. – Í Føroyum er tað so leið­ is, at eitt virki kann gera stórt útslag í arbeiðs loys i­ num, og tí kann mann rokna við, at til dømis í Klaksvík og aðrastaðni, har virkir eru latin aftur, at har er størri arbeiðsloysi enn til dømis í Havn, har mann kann rokna við at arbeiðsloysið er niðan fyri trý prosent, metir hann. Nýta minni pening Ein annar stórur vansi við arbeiðsloysi er, at fólk fara at nýta minni pening, og tað kann geva eitt stórt út slag í búskapinum hjá ein um landið. – Tá arbeiðsloysið hækk­ ar, so er ein beinleiðis av leið ing, at fólk nýta min­ ni pening, og tað tálmar bú skapi num øgiliga nógv, sigur búskaparfrøðinguirn. Eisini tey, sum hava arbeiði nýta minni pening og tey, sum eru arbeiðsleys hava minni pening. Nógv krepputos Hinvegin heldur Jan Otto Holm, at tað er torført at vísa á, hvussu stóran mun arbeiðsloysið ger, tí tað hev ur verið so øgiliga nógv tos um kreppu, sum eisini hev ur við sær, at fólk nýta min ni pening. – Hevði tað ikki verið so øgi liga nógv tos um kreppu, og arbeiðsloysið var eini trý pro sent, so rokni eg ikki við, at fólk høvdu nýtt so lít ið av peningi, sum tey ann ars gera í løtuni, vísir hann á. Droppið tunlar Jan Otto Holm heldur somu leiðis, at tað er sera týdn ing armikið at hava al ­ menn ar arbeiðsskapandi æt lan ir í gongd, tá landið hev ur so avmarkaði bú skap­ ar amboð. – Tað er okkurt púra galið hjá Anfinni Kallsberg og hin um, sum tosa um tunlar, tí tað er rættiliga avmarkað, hvussu arbeiðsskapandi tað er. Hinvegin eru ymiskar aðr ar ætlanir í gongd, sum kun nu virka a rbeiðs skap­ andi. Til dømis umvælingar av almennum bygningum og so framvegis, sigur hann. Jan Otto Holm, búskaparfrøðingur, er sannførdur um at vaksandi arbeiðsloysið í Føroyum er ein trupulleiki, sum best kann loysast við arbeiðsskapandi tiltøkum Arbeiðsloysi betrar ikki kappingarførið Týskari hjálpti iranum Ein 63 ára gamal týskari hevur viðgingið, at hann seldi iransku myndugleikunum sekstan tons av grafitti, sum iranar skuldu brúka í rakettídnaðinum. Týskarin, sum var stjóri í einari ídnaðarfyritøku í Týsklandi tá, hevur greitt frá, at hann hitti ein iranskan mann í 2003, og at hesin keypti sekstan tons av grafitti, sum blivu send til Iran ígjøgnum Turkaland í 2005. Tann nú 63 ára gamli maðurin royndi leingi at nokta seg sekan, men játtaði, tá ákæruvaldið kundi prógva, at hann hevði fingið fýra ferðir tann vanliga prísin frá iransku myndugleikunum, og at pengarnir vóru farnir á eina loyniliga bankabók á Seyshellunum. Hjartasjúklingar í røð Alt fleiri danir standa bíðirøð eftir at fáa viðgerð fyri ymsar hjartasjúkur. Nýggj tøl hjá danska Hjartafelagnum vísa, at 22.000 hjartasjúklingar bíða eftir at sleppa til kanningar í sjúkrahúsverkinum, og tað er heili 45 prosent fleiri enn í fjør. Peter Clemmensen, yvirlækni og formaður í Hjerteforeningen, sigur við TV2, at tann langa bíðirøðin kemst av, at sjúklingar drála alt ov leingi við at fara til kanningar og fáa eina skanning av hjartanum. Í sjúkrahúsverkinum verður sagt, at tey kunnu ikki arbeiða skjótari, enn gjørt verður, og at tørvur er á bæði starvsfólki og útgerð, skal bíðirøðin styttast.