fríggjadagur 1. mai 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
7
– Krimilesarar fara sjálvbodnir
inn í alskyns svínari og ræðu
leikar, har teir í loyndum njóta at
vera 'samsekir' í brotsverkunum.
Men eg trúgvi ikki, at krimi
fasinatiónin bara snýr seg um
kitlandi fragdina við kanska,
kanska ikki at verða avdúkaður.
Tað er heldur tankin um stóru
grøðingina, sum hugtekur og sum
vit øll nokk leingjast eftir og
jú størri sárini eru, tess størri
er grøðingin. Og størsta sárið
av teimum øllum má í okkara
mentan vera morðið á eitt
menniskja, sigur Peter Kirkegaard
og leggur afturat, at hetta eisini
forklárar, hví krimibøkur eru
eitt serstakt mentanarkristið
fyribrigdi.
– Í eini kristnari mentan, har
einstaka menniskjalívið verður
fatað sum heilagt og friðhalgað,
verður drápið jú tann ultimativa
vanæran av lívinum. Tí mugu
allar kreftir setast inn fyri at
endurreisa trúnna á lívið, so vit
fáa frið í sálina aftur.
Málsigur meistari
So ella so eru hetta streingir, ið
allar krimisøgur spæla á, men
sum tær illa hava megnað at lata
í ein áhugaverdan skalds ligan
ham, sambært Kirkegaard. Og her
er tað, at krimibøkurnar hjá Arne
Dahl koma inn sum eitt prógv um,
at hóast karmarnir um siðbundnar
krimisøgur kunnu tykjast trongir
og stirvnir, kunnu teir væl fyllast
á ein hátt, sum ger søgurnar til
meir enn bara skjótt undirhald.
Í so máta ger Arne Dahl ikki
upp við krimisjangruna, men
tekur hana heldur forvitin á seg
sum eina spennandi avbjóðing.
Stórur skaldskapur hevur
altíð lænt snildi og mynstur
frá krimibókmentum, eitt nú
loyndarmálið, tað ónda móti
tí góða og so framvegis. Arne
Dahl ger tað øvugta, við at
kanna, hvussu nógv skaldsligt,
eksistenitelt, politiskt og
filosofiskt tilfar hann kann flætta
inn í krimisøgur, men altíð við
virðing fyri sjálvari krimisjangruni,
greiðir Peter Kirkegaard frá.
– Bragdið hjá Dahl er millum
annað hansara litfagra Alið
av detektivum hjá svensku
Ríkisløgregluni, sum arbeiða
saman og megna at skapa
eina javnvág millum tær
oyðileggjandi kreftirnar og tær
meir menniskjaligu. Hjá Dahl
er fokus ongantíð bara á ein
einstakan persón, sum hevur
endaliga svarið til alt, sigur Peter
Kirkegaard og leggur afturat, at
á tann hátt eru krimibøkurnar hjá
Dahl heldur ein staðfesting av, at
menniskju bara eru nakað í kraft
av hvørjum øðrum.
– Samstundis er Dahl ein
sannur meistari í at hugsa upp
spennandi og løgnar søgugongdir,
sum hann spælir sær við á sínum
óvanliga leikandi og fría máli.
Tað er ein fragd at síggja, hvussu
væl Arne Dahl dugir at skriva
næstan hvat tað skal vera . líka
frá tí mest poetiska til tað hart
sláðandi og spennandi, sigur
Peter Kirkegaard.
Báðu megin
bókagjónna
Stóra yvirskotið, Arne Dahl hevur
at oysa av sum krimihøvundur,
kemur ikki bara av, at hann sum
ungur var ein sera íðin krimilesari.
Arne Dahl er nevniliga dulnevni
fyri 45 ára gamla Jan Arnald,
ið er ein høgt mettur granskari,
bókmentaummælari, ritstjóri og
rithøvundur í Svøríki. Og orsøkin
til at hann byrjaði at skriva sínar
krimibøkur undir dulnevni er ikki,
sum mong annars halda, at hann
stúrdi fyri, at tað fór at skemma
hansara góða akademiska
navn at verða knýtt at slíkum
lætttisoppa. Heldur tvørturímóti.
Jan Arnald vildi nettup hava
fólk at lesa hansara krimibøkur
fyri tað, tær eru, uttnn at
byrja at hugsa: Hví skal hasin
akademikarin nú eisini blanda
seg upp í krimibøkur? Í Svøríki,
sum flestu aðrastaðni, er greiður
skilnaður millum krimibøkur og
sokallaða fínbókmentirnar, og
Arnald vildi sleppa undan, at tað
kjakið bleiv fløkt inn í metingarnar
av hansara krimibókum, greiðir
Peter Kirkegaard frá.
Úrslitið varð, sum Arnald
eisini vónaði, at bøkurnar
hava fingið ein sera breiðan
lesararskara frá báðum síðum
av 'bókmentagjónnið'. Bøkurnar
virka nevniliga á fleiri ymsum
løgum, har tú kanst velja at lesa
tær bara fyri spenningin, ella
finna fragd í teimum mongu
eyka løgunum, sum eitt nú
bókmentaligar tilvísingar og
mytisk frásøgumynstir geva
teimum.
– Um tú gevur tær far um
tað, er tað til dømis lítil ivi um,
at Jan Arnald ofta fær íblástur
frá jazztónleiki. Eins og í einum
klassisku jazzlagi byrja søgurnar
ofta við einum grundtema, sum
síðani at foldar seg út í alskyns
improviseraðum røddum og
persónum fyri síðani at enda
aftur í sama grundtema, sigur
Kirkegaard.
Hann vísir á, at hesin søgu
bygn aðurin eisini gevur Arne
Dahl ein serstakan møguleika at
viðgera aktuel evni, samstundis
sum ein grundfrásøgn um tað
menniskjaliga stríðið móti tí
ómenniskjaliga rekur sum ein
undirstreymur gjøgnum hesar
bøkurnar um Aliðið í nútíðar
Svøríki.
Krimikotelettir a la
Marklund
Meðan ein høvundur sum Arne
Dahl sostatt dyggiliga hevur
prógvað, at tað er í so tíðliga
at avskriva krimisjangruna
sum óbrúkiliga, gera alsamt
fleiri høvundar sítt til at halda
lív í vánaliga umdøminum hjá
krimibókmentum, ásannar Peter
Kirkegaard.
– Tíverri sær tað út til, at alt
fleiri vánaligir høvundar halda,
at krimibøkur er nakað, øll duga
at skriva. Til dømis fati eg ikki,
hví svenska Liza Marklund verður
kalla krimidrotning, tí hon skrivar
jú beinleiðis vánaligt. Hennara
veruliga kvettið er heldur, at hon
hevur megnað at 'branda' seg
sjálva so sterkt, at fólk nú keypa
og lesa eina "Marklund", sigur
Kirkegaard undrandi.
Hann ásannar tó, at Liza
Marklund er ein heilt góður
journalistur
– Men tað nyttar jú lítið, tá
hennara bøkur ikki eru annað
enn flutningsbond fyri meiningar
uttan nakrar málsligar íløgur
yvirhøvur. Tað sama kann
sigast um eina aðra sokallaða
krimidrotning, svensku Camilla
Läckberg. Báðar eru tær altíð
klárar við einu skjótum forargilsi,
ið sum oftast gongur út uppá, at
tað eru hasi býttu mannfólkini,
sum hava skyldina.
Hóast Kirkegaard heldur
tað vera eitt fríkst pístr, at
modernaðar kvinnur hava fingið
ein størri leiklut á krimipallinum
við eitt nú bókunum hjá
Marklund, heldur hann seg ikki
síggja, at krimisjangran harvið er
vorðin ríkari.
– Tað kundi hon blivið, men
bøkurnar hjá Marklund eru
framvegis bara eitt slag av
'kotelettirífati' krimisøgum, sum
diskutera samlívstrupulleikar
á ein heldur onkissigandi hátt,
sum ongin í grundini kann
vera ósamdur í. Onki ilt um
gerandisrealismu, men um hon
onki setur uppá spæl, hvørki
innihaldsliga ella málsliga, er
ringt at fáa eyga á, hvat lesarar
skulu brúka slíkar krimibøkur til.
Venjingarbreyt
Og tað er spell, heldur Kirke
gaard, tí fram um aðrar bók
mentagreinar hevur krimisjangran
ein serstakan møguleika at taka
lesararn við í royndini at skilja,
hví alt gekk, sum tað gekk.
– Størst parturin av eini
krimisøgu gongur við at
hýsa møguligum orsøkum og
frágreiðingum. Tí eru krimisøgur
eisini ein frálík venjingarbreyt
hjá lesaranum har hann
kann læra seg at síggja og
skilja samanhangir. Í lesandi
rúminum kunnu vit øll vera
klók og dugnalig, og serliga í
krimibókmentum hevur leikuturin
hjá lesaranum stóran týdning,
sigur Peter Kirkegaard.
Við hesum meinar Kirkegaard
ikki bara at lesararin er við, tá
brotsmaðurin umsíðir verður
fangaður. Heldur snýr tað seg um
kensluna av at mjørkin tynnist
og fortíðin verður løgd nakan, so
vit síggja tað, sum ikki longur er.
Meðan gloppið millum fortíð og
nútíð fyllist, fellur tíðin á rætta
pláss aftur so vit síggja klárt. Í
síðsta enda snýr ferðin gjøgnum
eina góða krimisøgu seg við
øðrum um at náa fram – tað,
vit ongantíð megna í veruliga
lívinum.
Nr. 83 • 1. mai 2009
pína seg við
Peter
Kirkegaard
starvast dagliga sum lektari og
granskari á deildini fyri samskiftisfrøði
á universitetinum í Ålborg. Hann
hevur granskað og skrivað ein hóp um
krimibókmentir og er í løtuni við í eini
granskingarverkætlan, har hansara
serøki er krimibøkurnar hjá Arne Dahl.
Í 17 ár virkaði Peter Kirkegaard
sum ummælari á danska blaðnum
Information, har hann fyri tað mesta
ummældi krimibøkur.
Kristna ímyndin av
menniskjalívinum sum
heilagt, ger krimibókmentir
til ein serstakt
mentanarkristið fyribrigdi,
staðfestir Peter Kirkegaard,
krimigranskari
Mynd: Jens Kristian Vang