fríggjadagur 1. mai 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 83 - 1. mai 2009
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Góða Ruth. Tómligt kennist tað, nú
tú ikki ert ímillum okkum meira.
Neyvan vardi tað okkum, at lívsleið
tín skuldi gerast so stutt.
Í oktober 2008 fekst tú staðfest
krabbamein, fór til Danmarkar at
søkja tær heilsubót, men har vóru
ongi góð útlit.
Nógv og góð minnir frá barnaárun
um í Vági høvdu vit báðar saman.
Systkinabørn og vinkonur vóru vit,
og spældi javnan saman. Hóast tú
var eldri enn eg, so tímdi tú væl at
spæla við meg. Eg minnist teg sum
eina glaða og stilla gentu, har
atburðurin var fyrimyndarligur.
Vit báðar gjørdust mammur í senn,
og hetta hevði við sær, at vit sóust
regluliga, trillaðu vogn og prátaðu
saman. Børn okkara sóust eisini
regluliga, ta tíðina tú var í Vági,
áðrenn tú flutti til Hvalbiar.
Eisini valdi tú at fara á Heilsuskúla
Føroya at nema tær útbúgving, og eg
veit hvussu glað tú var fyri hesa
avgerð. Tú vísti týðiliga, hvussu
gløgg tú var, tí væl gekst tær á skúl
anum. Hetta var eisini rætta starvið
hjá tær Ruth, tí mong eru vit, ið vistu
hvussu avhildin tú var.
Tað gleddi okkum almikið, at tú
við familju, saman við mammu tíni
og systkjunum valdi at koma í brúð
leyp hjá dóttir míni í august 2008,
hóast mamma tín fylti 85 ár júst
hendan dagin. Onki hugsaðu vit um,
at hetta skuldi verða seinastu ferð vit
vóru í veitslu saman.
Vit hava júst nú havt aðalfund hjá
Heilsuhjálparafelag Føroya, har tað
kendist tómligt nú tú ikki var við,
sum tú plagdi.
Serliga glað eri eg fyri, at eg og
maðurin fingu høvi at vitja teg á Rík
issjúkrahúsinum. Hóast tað var svárt
at skula siga tær farvæl, tí tú visti
hvønn veg tað bar, so eri eg í dag
takksom fyri, at eg fekk hendan
møguleikan.
At enda vil eg eisini minnast Elly
fastur, sum doyði í februar 2009.
Fegin vil eg takka fyri góðar og
hugnaligar løtur, ið eg havi havt inni
hjá tykkum. Ivaleyst kendist tað
tungt at missa dóttrina Ruth á so ung
um aldri.
Mínir tankar leita til tykkum, ið
eftir sita, Bjarka, Sóleyð, Heidi,
Bjarta og eisini til tín Frederik. Vón
andi finna tit troyst í hesi sváru tíð.
Vit hesum orðum vil eg lýsa frið
yvir minni um Ruth Berg og Elly
Joensen.
Sunnrid
Minningarorð um Ruth Berg
f. 7. mai 1958 d. 24. nov. 2008
Dagurin
1.mai. Valborgarmessa. Hildin til minnis um enska kongsdóttur og
nunnu, sum seinni gjørdist abbadissa í kleystrinum Hildesheim í
Týsklandi. Hon doyði í 779. Germanskt navn, ið merkir vald og vernd.
1. mai er arbeiðaradagurin, sum varð hildin á fyrsta sinni í París í 1889.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Føðingar
3. apríl fingu Maibritt Dahl-Olsen, Saksun, og
Bjørn Jørgensen, Astrup, eina dóttur. Hon var 50
cm long og vigaði 3160 gr.
19. apríl fingu Joan og Bárður Jakobsen, Viðareiði,
eina dóttur. Hon var 48 cm long og vigaði 2450 gr.
22. apríl fingu Elsebeth Iversen, Hoyvík, og Heðin
Ferjá Heldarskarð, Klaksvík, eina dóttur. Hon var
33 cm long og vigaði 1100 gr.
23. apríl fingu Joan og Jan Skoralíð, Leirvík, eina
dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 3025 gr.
23. apríl fingu Jenny og Høgni á Lakjuni,
Fuglafirði, eina dóttur. Hon var 53 cm long og
vigaði 3500 gr.
24. apríl fingu Anja Djurhuus Vilhelm og Hanus
Vilhelm, Ålborg, ein son. Hann var 54 cm langur og
vigaði 4150 gr.
25. apríl fingu Marianne Harboe og Sakaris J.
Heinesen, Odense, ein son. Hann var 54 cm langur
og vigaði 3830 gr.
25. apríl fingu Maj H. Berg og Bárður Magnusson,
Miðvági, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði
3950 gr.
25. apríl fingu Malan Mikkelsen og Edvard
Sørensen, Viðareiði, ein son. Hann var 50 cm
langur og vigaði 3300 gr.
25. apríl fingu Dora og Petur Olivur Splidt,
Saltangará, ein son. Hann var 53,5 cm langur og
vigaði 3800 gr.
27. apríl fingu Beinta Gaard og Tróndur Joensen,
Hoyvík, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði
3150 gr.
27. apríl fingu Heidi Hansen og Kartin Mortensen,
Tórshavn, eina dóttur. Hon var 54 cm long og
vigaði 4330 gr.
28. apríl fingu Irdi Thomassen og Valbjørn Ole-
Jacobsen, Sandavági, ein son. Hann var 54 cm
langur og vigaði 3525 gr.
29. apríl fingu Anvør og Henrik Joensen, Saksun,
ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3700 gr.
29. apríl fingu Eyð Jansdóttir Høj og Eliesar Fróði
Høj, Strendur, eina dóttur. Hon var 49 cm long og
vigaði 2565 gr.
Martin Hammer, trú
boðari, ættaður av Tvør
oyri, búsitandi á Nesi,
andaðist mikudagin, 79
ára gamal.
Petur Pauli Petersen
av Sandi andaðist miku
dagin 29. apríl í Ros
kilde, 39 ára gamal.
Andlát og jarðarferðir
Mánadagin og týsdagin í
hesi vikuni skipaði Lymfø
demfelagið í Føroyum fyri
skeiði fyri lymføterapeutar
í MBFhúsinum í Havn.
Felagið hevði vitjan úr
Danmark, og tey sum hildu
skeiðið vóru Jens Ettrup frá
fyritøkuni Specialbandager.
dk, sum hevur spesialiserað
seg í at gera sokkar, ermar
o.l. til lymfodemsjúklingar,
og Stine Bahne frá fyritøk
uni Simonsen & Weel, sum
selur Medisokkar til sama
endamál.
Skeiðhaldararnir
undir
vístu
lymføterapeutunum
um hvat fæst av sokkum,
ermum og øðrum, sum er
nakað, tey ikki kunnu vera
fyri uttan fyri at fáa ger
andisdagin at fungera. Lima
fundur var mánakvøldið
har Stine Bahne og Jens
Ettrup greiddu limunum frá
teirra møguleikum fyri at
bøta um.
Nevndin í felagnum var
sera væl nøgd við undirtøk
una og við umstøðurnar í
MBFhúsinum,
har
alt
kundi vera á einum staði:
skeiðið, limafundurin og
maturin til tey luttakandi.
Lymfødemfelagið í Før
oyum hevur umleið 50 limir
og formaður í felagnum er
Elsa Wolles.
mg
Skeið fyri lymføterapeutar
Lymføterapeutarnir eru f.v.: Torill Jensen, Agnas Mortensen, Eyðbjørg Joensen, Sólrun Patursson og Karin Djurhuus. Uttast til
høgru eru skeiðhaldararnir Jens Ettrup og Stine Bahne
Mynd Jens Kristian Vang