fríggjadagur 1. mai 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 83 • 1. mai 2009
Vikuskifti
14
I. Niðursetandi umrøða
Jesuspápi
Tá ið vit børn vóru úti og spældu,
og tað vildi so til, at vit reikaðu
langt burtur av alfaravegi, kanska
út um bøgarðarnar, ella niðan
móti vøtnunum, og so skýmingin
legðist, tá kundi onkur angist, vit
ikki altíð fataðu, brádliga seta
at hjartanum. “Tá skalt tú biðja
Jesuspápa vera hjá tær,” hevði
mamma sagt. Og tað gjørdi eg, og
tað hjálpti. Men tann allarfyrsta
hugmyndin var komin nógv fyrr,
við einum sangi, sum mamma
sang, tá vit fóru til songar:
Góða mamma, eg vil sova,
eygu míni møðast brátt,
Jesus pápi hevur lovað
meg at verja væl í nátt.
Tíðir broytast. Í dag er hetta
navnið – Jesus – at hoyra og
síggja, hvar tú gongur, og hvar tú
ert staddur, í útvarpi, sjónvarpi,
á plakatum, á skeltum, í bussum,
á jakkauppsløgum, í bilum. Og tú
spyrt teg sjálvan, hvat endamálið
er við hesum áhaldandi streymin
um av orðum, sum ongan neyvan
tanka innihalda, sum eingi krøv
seta, og sum einki tykjast at hava
við religión ella moral, í orðsins
sanna og djúpa týdningi, at gera.
Er endamálið kanska at
krógva tann sanna og veruliga
boðskapin, at gera eina lívssjón
sum er virðismikil og álvarsom
bíliga, kravlítla og ómakaleysa?
Yrkjarin Hans Andrias Djurhuus
setti henda spurning fram, í
eini grein í Tingakrossi í januar
1913, og kom til júst hetta úrslit.
Tá ið hann so skuldi siga sína
egnu hugsan um, hvat sannur
kristindómur er, tók hann m.a.
fram hesi orðini:
Vilt tú vera fullkomin, tá far og
sel alla ogn tína og gev teimum
fátæku, og tú skalt eiga dýran
grip í himli.
Hini minstu
Greinin hjá Hans Andriasi rann
mær í huga, nú eitt rættiliga
sakleyst lógaruppskot førdi til ikki
sørt av øsing bæði í bløðunum
og á okkara háttvirda tingi.
Talan var ikki á nakran hátt um
at skerja talufrælsið, hvørki
hjá leikum ella lærdum, men
um – sum seg sømir einum og
hvørjum demokratiskum samfelag
– at verja minnilutar móti
óndsinnaðari jagstran.
Kanska kundi eg, áðrenn eg
fari víðari, loyvt mær stutt at vent
aftur til barnaárini. Tá ið mamma
tosaði um Jesuspápa, tók hon
ofta serliga fram eitt hugtak,
sum hon rópti “hini minstu”. Og
eg tori næstan at siga, at hetta
hugtakið var tað, sum vigaði mest
í hennara kristnifatan. Og tað var
týðiligt, at hini minstu vóru ikki
bara børnini, men the underdog
øll, sum av onkrari grund vóru í
eini sperdari støðu, við undirlutan
ella í neyð, ung, gomul, kvinnur,
menn, tað bangna barnið, tann
særdi hermaðurin, tann píndi
fangin, kríatúr, fuglur og fiskur.
Og tað var greitt, at Jesuspápi
var umboð fyri hesi minstu,
og at tann gerð, góð ella ring,
sum bleiv gjørd ímóti teimum,
varð samstundis gjørd ímóti
Jesuspápa.
Her komu so tveir harrar, sum
at kalla støðugt bera Jesuspápa
í sínum skildri. Og tað, sum hjá
teimum var um at gera, var, at
teir vildu hava rætt at brúka
tempul og bønhús og tann
halga talararapallin til at tosa
“niðursetandi” um sín næsta. Ein
merkilig trongd, at vilja spenna
tað heilaga fyri sín egna illvilja
móti sínum granna og næsta, og
at brúka prædikustól og bønhús
– ikki til religiøs endamál – men
til at forpesta tilveruna hjá øðrum
menniskjum, sum eru góðir
borgarar, halda lógina og gera
sína skyldu.
Jim Kerr
Lat meg straks viðganga, at eg
føldi meg ikki sørt raktan av
hesum merkiligu útsøgnum frá
okkara gudsmonnum, ikki tí at
eg sjálvur eri samkyndur, men tí
at eg havi vinir, sum eru tað. Og
ein av mínum heilt góðu vinum
var skotin Jim Kerr, sum eina
aprílnátt fyri tveimum árum síðani
bleiv álopin í býnum Perth av
trimum monnum, sum ivaleyst
hildu upp á tann heilaga rættin at
hava “niðursetandi” hugsan um
sín næsta.
Ein teirra setti fót fyri Jim, so
hann datt, og hinir báðir sparkaðu
hann, annar teirra so leingi og
so dyggiliga, at tá teir fóru, lá
hann á vegnum sum ein bløðandi
klútur. Hann doyði nakrar tímar
seinni. Um Jim var samkyndur,
veit eg ikki, men eingin ivi
er um, at tað var homofobi –
niðursetandi hugsan um tey
homoseksuellu sum dreiv hesar
harrar.
Nú kann verða spurt: Hvat
hevur hetta við málið at gera?
Svarið er einfalt, greitt og eintýtt.
Frá søguni vita vit, at ónd orð elva
til ónda gerð. Í norrønum máli
hava vit enntá eitt orð fyri hesum
– “ráðbanin” er hann, sum, við
at birta upp undir, fær aðrar at
fremja ta ringu gerðina, í versta
føri morð.
Líkasum ágangur móti jødum
í tvey túsund ár m.a. er ein
frukt av óteljandi prædikum
í óteljandi katólskum og
lutherskum bønhúsum, er
ágangur móti samkyndum, og
sostatt eisini morðið á Jim Kerr,
m.a. ein frukt av “niðursetandi”
umrøðu, í bløðum, bókum, á
vegamótum, undir neystum og av
prædikustólum og talarapallum í
samkomum.
Orsøk og fylgja
Tað er mær púra greitt, at ikki øll,
sum av eitt nú samkomupallum
umrøða sín næsta “niðursetandi”,
ætla honum ta lagnu, sum mín
vinur Jim Kerr fekk. Hetta er tó
líka mikið. Sambandið millum
orsøk og fylgju verður standandi,
og eisini tann, sum heldur sína
niðursetandi umrøðu vera part av
onkrari halgari hugsjón, má taka
ábyrgd.
Men tann avgerandi spurn
ingurin er sjálvsagt, á hvønn hátt
Jesuspápi kemur inn í myndina.
Og aftur er svarið greitt og
eintýtt. Ein veikur, klantrasligur
maður, sum liggur og bløðir burtur
á vegnum, sparkaður í lepar,
uttan tað stað, sum hann “kann
halla høvur sítt” at – er hann ikki
ein av Harrans minstu – og teir,
sum fremja ágang ímóti honum,
annaðhvørt sum gerningsmenn
ella sum ráðbanar, fremja teir
ikki í roynd og veru ágang móti
Kristusi sjálvum?
Tað kenst merkiligt, at ein
syndari sum undirritaði skal
noyðast at bera fram eina so
sjálvsagda útsøgn sum hesa – í
einum landi, har ein næstan ikki
fær gingið fyri “sakkønum”. Men
kanska er tað ein áminning um,
at hesin floymurin av gudiligum
orðagosi í stóran mun (um ikki
altíð) – umframt, sum nú tykist
meira og meira týðiligt, at ota,
so isi, eina heila tjóð niður í eitt
díki av ómentan, smakkloysi
og óupplýsing – hevur til
Jesuspápi og
hansara minstu
Um tvídráttin millum kristindóm og politikk
Viðmerking
Hanus Kamban
Hans Andrias Djurhuus lýsti sína kristnifatan í grein í Tingakrossi í januar
1913