Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-01, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. mai 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 83 - 1. mai 2009 15 Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu og stórt hjálpsemi, tá ið okkara elskaða lítla dóttir og systir Lív Mohr Eyðunardóttir andaðist og varð jarðað. Tøkk til Sverra Steinhólm, prest, fyri vøkur og troystarrík orð í heiminum og í kirkjuni. Tøkk til kirkjutænarar, gravara og tykkum, sum hjálptu til í sambandi við jarðarferðina. Tøkk til Landssjúkrahúsið. Ein serlig heilsan til starvsfólkið á føðideildini, barnadeildini, G1 og í fysioterapini. Tykkara umsorgan og kærleiki fyri Lív og okkum kann ikki virðismetast nokk. Tøkk til læknalið og flogmanning, sum fingu Lív niður á Ríkissjúkrahúsið. Tøkk til starvsfólkið á Ríkissjúkrahúsinum og Hotel Tórshavn. Tøkk til Derhard Olsen, prest, fyri stuðul og vøkur orð. Tøkk til arbeiðsplássini. Til starvsfólkið á Eysturskúlanum, ið stóðu fyri ervinum. Til Føroya Kommunufelag fyri góðar arbeiðssømdir og vælvild. Tøkk til lærarar, næmingar og foreldur í Venjngarskúlanum og HF- smágentur A fyri umsorgan og hjálpsemi. Tøkk til næmingar og foreldur í Eysturskúlanum fyri sýnda samkenslu. Tøkk til tykkum, sum gjørdu heimið so hugnaligt og fjálgt. Tøkk, tit ið komu inn á gólvið, ringdu og sendu heilsanir. Familjuni, vinfólki og kenningum takka vit fyri alla ta hjálp og umsorgan, tit geva okkum í stóru sorg okkara. Tøkk fyri kransar, blómur og samhugagávur. Hjartans tøkk til tey mongu, sum fylgdu Lív til hennara seinasta hvíldarstað. Og eina stóra tøkk til tín lítli elskaði eingil, fyri ta stuttu, men dýrabæru tíð, tú var hjá okkum. Eyðun, Gunnvá og Alda Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá maður mín og pápi okkara Hans Jacob Egholm (Sjakke) andaðist og varð jarðaður. Ein serstøk tøkk til tykkum á Lágargarði, sum vóru um hann tey seinastu árini og øll tykkum, sum hjálptu til við ervinum. Eisini ein stór tøkk til Havnar Hornorkestur fyri tykkara vakra spæl í kirkjuni. Takk fyri blómur og kransar, og til tykkum mongu, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Marjun, Hannis, Elisabett og Erling Tøkk Hjartaliga takk øll tit, sum á ymsan hátt sýndu samkenslu, gingu okkum til handa og fylgdu, tá góða mamma okkara Petra Samuelsen doyði og varð jarðað. Heilsan familjunnar vegna Heðin, Sigrun, Elsuba og Hjørdis Sunnudagin 3. mai fyllir Ingrid Hestoy á Tvøroyri 60 ár. Ingrid er kend sum rithøvundi og blaðkvinna. Ingrid er fødd og uppvaskin á Tvøroyri, dóttir Jóannes Hestoy, føddur Petersen og Birgit Hestoy, fødd Thom­ sen. Ingrid hevur tveir brøð­ ur Heina og Jon Hestoy. Ingrid vaks upp úti við Sílánna, har familjan hevði bygt í 1951, tætt uppá nátt­ uru, haga og sjógv. Í granna­ lagnum, ið gekk inni frá Garðinum hjá Jenna og út til Skervknúsarin, vóru sam­ bært eini grannakona okk­ ara útvið 80 børn. Spælið gekk dagin langan, har vóru pakkhús, fiskapláss, møl, og eitt íðandi arbeiðslív. Ingrid elskaði at ganga í skúla og var altíð fremst. Tað sigst, at hon til eina kemi­próvtøku for at keglast við sensor, ið eisini hevði skrivað læribókina, um eina villu, ið hon metti var í bókini. Lærarin mátti leggja uppí og gav Ingrid rætt. Miðaltalið hjá Ingrid til Almindelig Forberedelses­ eksamen var UG­minus, og gav tað útmerkilsi. Í 1965 fóru foreldur og yngsti beiggi til Grønlands og tá gekk leiðin til Nyborg Statsgymnasium, har hon gjørdist studentur 3 ár seinni. Hon fór til Århus at lesa. Tíðin varð tó mest nýtt til onnur áhugaverd áhugamál, so sum arbeiðið á ”Tag­ skægget” kenda jasshúsið í Árhus, har hon starvaðist sum inspektørur. Hetta var tíðarskeiðið tá ”Tagskægget” var tað norðurlendska mekka fyri jass­elskarar. Nógvir føroyingar hava sitið gott har. Tað, at hon fekk leiðarábyrgd lá til hennara og tað eina tíðarskeiðið tá hon starvaðist á ”Skandinaviskt Tobakskom­ pagni” varð hon vald sum starvsfólkaumboð í nevndina fyri samtakið. Eftir at hava búleikast í Danamørk í útvið 20 ár gekk leiðin heimaftur og miðskeiðis í áttati­árunum varð hon á øðrum sinni upp­ tikin sum næmingur á ”Dansk Journalisthøj­ skole”, hesa ferð gjørdi hon útbúgvingina lidna. Í lestr­ artíðini var hon millum annað í pratikk á Dimma­ lætting, og vit mugu vera mong, ið minnast hennara áhugaverdu greinarøðir. Ikki man vera ov nógv sagt, at Ingrid ger vart við seg har hon er. Leitar tú á alnótini so finnur tú eina grein í Lokalavisen Lemvig, har hon eisini hevur verið í pratikk. Greinin er dagfest týsdagin 31. mars 2009 og í einum broti um 25 ára haldið hjá ljómliðnum hjá KFUM og KFUK skótunum skriva tey soleiðs: I 1988 var Lemvig vært ved lands­ stævnet som blev holdt på Lemvig gymnasinum, men som nok mest til blive husket for journalists Ingrid Hestoy’s genfortælling i avisen af, hvordan en flok »gumpetunge« unge menn­ esker, der skulle have gået på konservatorium, i stedet for at rende rund med trommestikker og slå i bord­ ene, i en rus af ... og horn­ musik. En artikel, der sam­ men med kritik af gymnast­ ikpigernes forårsopvisning, medførte læserbrevsstorm på Lemvig Folkeblad, der ikke var set i mands minde. Soleiðis er Ingrid, beint framm, og aldubrot er hon ikki bangin fyri. Umframt útbúgving sum blaðkvinna hevur Ingrid skrivað nógv, og hevur hon saman við beiggjanum skrivað og á egnum forlagi givið út: Stuttsøgusavnini: Piprandi hjarta og Bládýpið. Skjaldur: Rim á rað og Rím á rað 2. Yrkingasavnið: Káma. Harumframt hevur hon ritstjórnað bókina: List­ in og Eivindur Mohr. Seinastu mongu árini hevur Ingid verið plágað av sjúku, men er væl fyri í dag. Hon er mammu síni ein hollur stuðul og býr hjá henni á Tvøroyri. Ingrid hevur altíð verið ein barna­ vinur av teimum stóru og nógv eru børnini, ið hava havt gleði av hennara øgi­ ligu søgum. Danskar tekni­ røðir hava verið lisnar hart fyri børnunum, umsettar til føroyskt og eingin hevur ivast í, at føroyska útgávan var nógv meira spennandi enn tann prentaða. Sekstiáradagin heldur Ingrid saman við familju og vinum á Tvøroyri. Ingrid Hestoy 60 ár 60 ára føðingardagur Í mai verði eg 60 ár. Føðingardagin haldi eg í Sjónleikar­ húsinum mikudagin 20. mai, kl. 19.00. Tey, ið hava hug at halda veitslu saman við mær, verða biðin um at boða frá á telefon 317029 ella kdjurhuus@olivant.fo áðrenn 13. mai. Heilsan Karin Djurhuus, fysioterapeutur. 85 ára føðingardagur 1. mai verður Mortan Mortensen, Hvalba, 85 ár. Dagurin verður hildin saman við børnunum. 35 ára føðingardagur Tann 3. mai verður Solina Jacobsen 35 ár. Dagurin verður hildin 2. mai kl. 19.00 í Samljóð í Skopun við einum drekkamunni.