Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-01, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. mai 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 83 • 1. mai 2009 Vikuskifti 15 Vikuskifti endamáls at krógva og køva tað høga og vakra, men eisini kravsama og stranga, í allari sannari religión. Orde Charles Wingate Meðan eg skrivi hesi orð, rennur mær í huga ein grein, sum stóð í Sosialinum fyri einum mána síðani (tann 26. mars) við yvirskriftini “Frælsishetja Ísraels sum broytti lagnu jødanna”. Greinskrivarin var Richard Schwartson. Her verður fortalt um bretan Orde Charles Wingate, sum var við til at umbroyta tann jødiska herin Hagana til álopsher: Hann lærdi teir (t.e. jødarnar) sum nakað nýtt, at skalt tú vinna í bardaga, so skalt tú ikki sita og bíða til fíggindin leypir á, men tú skalt leypa á fíggindan í hansara egna umhvørvi, har hann minst av øllum væntar tað. Ivaleyst er henda greinin eftir­ farandi, men hon tykist at vera eitt sindur ófullfíggjað. Í bók síni The Ethnic Cleansing of Palestine greiðir tann ísraelski søgufrøðingurin Ilan Pappe, sum undirvísir í politiskum vísindum á Haifa lærda háskúla, frá, at álopskrígsførslan hjá Wingate hevði við sær, at vegurin til at umhugsa “ta tvingaðu burturflytingina av øllum innlendskum (palestinskum) íbúgvum” gjørdist sera stuttur. Wingate lærdi við øðrum orðum, sambært Pappe, ísraelar at fremja etniska útreinsing í Palestina við m.a. at intimidera (t.e. ræða) verjuleys bygdafólk og loypa á og myrða kvinnur og børn. Rættir menn Greinskrivarin hevur fullan rætt at vera hugtikin av Ísrael, men eftir mínum tykki tykist tað, nú ræðuleikarnir í Gaza enn eru feskir, bæði rátt og – satt at siga – ókristiligt at draga nettupp Wingate fram, uttan at nevna, at fyrimunir og vansar vóru við hansara ávirkan, og uttan at øna so mikið sum eitt orð um, hvørjar fylgjur hansara læra hevði fyri vanlig fólk – summi teirra kristin ­ í Palestina, teirra lív, lagnu og ognir. Hetta brotið – um álopið á bygdina Dar Yassin í 1948 – kann varpa ljós á fruktirnar av virkinum hjá hesum djarva og raska breta: Teir tóku okkum út ein fyri og annan eftir; skutu ein gamlan mann, og tá ið ein dóttir hansara fór at gráta, bleiv eisini hon skotin. So róptu teir á beiggja mín Muhammed og skutu hann beint framman fyri okkum, og tá mamma mín stórgrátandi boygdi seg niður yvir hann – haldandi um mína lítlusystur Hudra, sum enn fekk bróst frá henni – skutu teir hana við. (Pappe s 90). Var hann ikki óførur, Orde Charles Wingate, og vóru teir ikki djarvir og mansligir, hansara nærlagdu næmingar? Lidice og My Lai Men latið okkum venda aftur til upprunahugmyndina í hesi grein. Tann áhugaverdi spurningurin er tá hesin: Hvørjum var Jesuspápi í parti við, tá henda hending fór fram, Wingates djørvu hetjum ella hesi verjuleysu familjuni, sum bleiv myrd við køldum blóði ein fagran dag í 1948? Vit kunnu eisini forma spurningin um: Hvørji vóru her “hini minstu”? Halda vit fram at spyrja, kemur svarið av sær sjálvum. Hvørji vóru “hini minstu” í tí kekkoslovakisku bygdini Lidice í 1942, í jødiskum og pólskum bygdum frá 1939, í My Lai í Vietnam í 1968, í Rwanda og Bosnia í nítiárunum í farnu øld, í Guatemala undir pax americana? Og í Gaza nú fyri stuttum? Tá ið orðaskifti tekur seg upp, eitt nú um hetta seinasta evnið, verður vanliga sagt ella skrivað, at Ísrael er eitt demokratiskt land, at tað hevur rætt til at verja seg osfr. Eg havi tikið undir við Ísrael frá 1962, tá ið eg á fyrsta sinni, tjúgu ára gamal, ognaði mær vitan um Miðeystur, men eg haldi, júst av hesi grund, ikki, at ein framferð, ið minnir um nazistanna ­ og sum fatar um morð, stuldur og etniska útreinsing ­ gagnar framtíðini hjá hesum ríki. Hvør hóttir Ísrael? Í hesum sambandi hevur serstakliga ein spurningur undrað meg. Í greinini “Ísraels undirgangur” (Sosialurin 12. desember 2008) greiddi eg frá eini amerikanskari rørslu, sum hevur heitið Kristnir Zionistar. Víst varð á, við sitatum og á sakliga upplýsandi hátt, at nakrir av oddamonnunum fyri hesi rørslu arbeiða dag og nátt fyri, at Ísrael skal ganga til grundar í einum fossi av blóði, sum fær bæði Auschwitz og Buchenwald til at blikna. Tað ideologiska støðið undir hesi óhugnaligu ætlan er ein bíbliufatan, sum er – orðað mildliga – reingjandi, ósonn og óheiðurlig. Rørslan hevur sín uppruna í læruni hjá John Nelson Darby (1800­1882), manninum, sum var upphavið til samkomuna The Plymouth Brethren. Og nú kemur tann spurningur, sum ikki slepst uttanum. Hvør hóttir Ísrael og tess íbúgvar? Hamas, jú, í ein vissan mun, hóast henda rørsla hevur góða grund til misnøgd, um enn ikki, og líka so lítið sum Tzipi Livni og aðrir ísraelskir politikarar, til at fremja yvirgang. Men tær smágentur, sum lakka paradís í túnunum í Gaza ella spæla blunda og krógva í palestinskum bygdum á Vestara Áarbakka? Ella eru tað Pat Robertson, sum vil vera við, at “Gud drap Yitzhak Rabin” ella Hal Lindsey, sum vil hava Ísrael at ganga undir í einum fimm fóta høgum blóðhavi? Eru tað hesir óføra røsku kristnu zionistar, sum við beráddum huga vilja týna at kalla alt fólkið í Ísrael, menn, kvinnur og børn, og enntá – summir teirra ­ ikki unna tess íbúgvum pláss í himmiríki, eftir at landið er ausradiert? Men nú kemur nakað, sum tykist undranarvert. Í okkara lítla landi eru rørslur og persónar, sum virka fyri samstarvi við Ísrael, og sum eisini, sum tað tykist, gera eitt virðismikið arbeiði, við m.a. at arbeiða ímóti antisemitismu og virka fyri góðum grannalagi og friði millum londini í Miðeystri. Tað er vælkent, at summa­ staðni í Miðeystri er stór mótstøða ímóti Ísrael. Hevði tað ikki verið natúrligt, nú víst varð á ­ sakliga og sáttliga – at millum Ísraels argastu fíggindar teljast teir máttmiklu og ríku kristnu zionistarnir Jack Lindsey og Pat Robertson ­ sum búgva í USA, og sum hava bæði adressu, telefon og e­mail tilskrift ­ at onkur gjørdi vart við seg, úttalaði seg um tann nýggja vandan og kanska sendi eitt mótmæli vestur um hav? Píning Veri tað undirritaða loyvt – meðan eg framvegis haldi um tann tátt, hugmyndina um Kristus og tey minstu, sum henda grein byrjaði við – at taka upp eitt annað sera umvarðandi evni. Og latið okkum leggja fyri við einum sitati. Tann 27. januar 2007 segði tann fyrrverandi amerikanski forsetin, George W. Bush, í samrøðu við New York Times, hesi orð: Píning kann ongantíð góðtakast, og vit lata ikki fólk upp í hendurnar á londum, sum fremja píning. (Mayer s 108) Hvør er so veruleikin? Í dag, eitt hálvt ár eftir at Barack Obama varð valdur til forseta, er nógv nýtt tilfar komið á borðið um henda spurning, og nýggjar heimildir leggjast aftrat í heilum. Men longu í 2002 kundu bæði fólk í tí amerikonsku umsitingini og dugnalig blaðfólk vátta, at George Bush segði ósatt, hóast hann visti betur. Longu fáar vikur eftir tann 11. september 2001 fóru amerikanarar at fremja píning móti fangum og at lata handtikin fólk, sum teir einki ringt vistu hava gjørt, og sum í mongum førum vóru ósek, upp í hendurnar á londum sum Egyptalandi og Sýria, sum eru kend fyri at fremja ræðuligastu píning. framhald í næsta blað Jim Kerr tók prógv sum BA í altjóða handils- og ferðavinnu. Hann varð myrdur í Perth tann 22. apríl 2007 av monnum, ið høvdu “niðursetandi” hugsan um samkynd fólk Orde Charles Wingate hevði æruna av, at ísraelar kundu fremja etniska útreinsing móti palestinum