Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-01, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. mai 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 83 - 1. mai 2009 tíðindi Býráðið í Havn sam­ tykti í gjárskvøldið, at krevja depositum fyri at standa á bíðilista til grundstykkir til vinnuligt endamál BÝRÁÐSFUNDUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Soleiðis sum reglarnar fyri bíðilistan til grundstykkir til vinnuligt endamál eru, ber til hjá øllum – eisini teimum, sum ikki búgva í Tórshavnar kommunu – at seta seg á listan so ofta, sum teimum lystur. Hetta hevur havt við sær, at tað eru fleiri, sum hava sett á bíðilistan fleiri ferðir. Til dømis eru á bíðilistanum fyri Tórshavn, Argir og Hoyvík sjey persónar ella virkir, sum hava sett seg á listan tvær ferðir, meðan tað eru fýra persónar ella virkir, sum hava sett seg á listan ikki minni enn tríggjar ferðir. Tað sæst í fundarfrásøgn­ ini hjá býráðnum, og ein meiriluti metir tað ikki rætt, at persónar ella virkir kunnu seta seg fleiri ferðir á bíði­ listan. Tað sæst víðari, at sam­ stundis, sum tað ber til at seta seg á bíðilistan, so ofta einum lystur, so ber til at takka nei til eitt boðið grundstykki so ofta einum lystur, uttan at hetta fær avleiðingar, sum til dømis at verða strikaður av list­ anum. Hetta hevur havt við sær, at tann, ið stendur fremst á bíðilistanum fyri Tórshavn, Argir og Hoyvík, hevur stað­ ið har síðani 1998, hóast mong grundstykkir hava verið boðin viðkomandi hesi seinastu 11 árini. Hesin sami persónur stendur eisini sum nr. 20 á sama bíðilista. Hóast flestu persónar og virkir á bíðilistanum eru úr Tórshavnar kommunu, eru 19 umsøkjarar, sum hava heimstað aðrastaðni. Hesi koma úr Klaksvík, Sanda­ vági, Sørvági, Kvívík, Vest­ manna, Skopun og Strond­ um, umframt útlondum sum Danmark, Norra, Íslandi og Spanien. Í Tórshavnar kommunu eru umsóknirnar býttar so, at 11 eru úr Kollafirði/ Signabø, 158 úr Tórshavn/ Argjum/Hoyvík, 6 úr Kaldbak/Kaldbaksbotni og 2 úr Velbastað/Kirkjubø. Veruligi tørvurin Tað er fatanin hjá umsiting­ ini, at um kommunan her og nú hevði grundstykkir at bjóða øllum umsøkjarum, sum standa á bíðilistanum, so hevði minni enn ein trið­ ingur av teimum verið áhug­ aði í at tikið av tilboðnum. Samanumtikið kann sig­ ast, at orsakað av omanfyri nevndu viðurskiftum, er eingin veruligur samanhang­ ur millum talið av umsøkj­ arum á bíðilistanum og veruliga tørvin á grund­ stykkjum, og tí er bíðilistin til grundstykkir til vinnuligt endamál ónýtiligur at leggja ætlanir eftir. Fyri at fáa bíðilistan at avspegla veruliga tørvin verður skotið upp, at kravt verður eitt depositum á 10.000 krónur fyri hvørt navn, sum stendur á bíðilist­ anum. Depositum verður so endurgoldið, tá viðkomandi fer av aftur bíðilistanum, tað verið seg tí at viðkom­ andi fær tillutað eitt grund­ stykki, ella tí viðkomandi ikki longur ynskir at standa á bíðilistanum. Eitt slíkt depositum fer væntandi at hava við sær, at øll tey, sum hava sett seg á listan uttan at hava ein veru­ ligan tørv, og øll tey, sum hava sett seg fleiri ferðir á listan »tí tað einki kostar og ongar bindingar hevur við sær«, fara at biðja um at verða strikaði av listanum. Hinvegin hava tey, sum veruliga hava tørvin, neyv­ an nakað ímóti at deponera 10.000 krónur – sum tey fáa aftur – fyri at fáa hendur á einum grundstykki. Á hendan hátt fæst sostatt ein bíðilisti, sum kann nýtast sum eitt veruligt amboð at tilrættisleggja eftir, metir býráðið. Upphæddin hækkað Ætlanin er, at tey nýggju, sum framyvir ynskja at koma á bíðilistan, verða kravd eftir depositum, áðr­ enn tey sleppa á listan. Tey, sum longu nú standa á listan­ um, skulu hava eitt skriv har upplýst verður um sam­ tyktina at krevja depositum, og har tey fáa 1 mánað freist at gjalda. Verður ikki goldið innan freistin er úti, verða tey strikaði av listanum. Kommunustjórin og deildarleiðarin á løgdeildini mæltu kortini fíggjarnevnd­ ini og býráðnum til at sam­ tykkja, at kravt verður eitt depositum á 25.000 krónur fyri hvørt pláss á bíði­listan­ um til grundstykkir til vinnuligt endamál. Deposit­ um verður endurgoldið, tá viðkomandi fer av aftur bíðilistanum. Hetta tilmæli samtykti fíggjarnevndin, og í gjár­ kvøldið varð hetta eisini endaliga samtykt á býráðs­ fundinum. Eitt depositum fyri at standa á bíðilista til grundstykki til vinnuligt endamál skal nú staðfesta veruliga tørvin á hesum grundstykkjum í Tórshavnar kommunu Mynd: Jens Kristian Vang Depositum fyri bíðilista Leygardagin 2. mai kl. 10.00 letur leikahandilin Klávus upp í SMS. Hand­ ilin er á ovastu hædd (har sum Baresso var). Klávus er ein nýggjur leikahandil á tilsamans 150 fermetrar við leikum og spølum av nógvum ymiskum merkjum sum t.d. Lego, Disney, Cars og Spiderman. Leiðari í leikahandlinum Klávus er Bjørg Lamhauge sum sigur, at leygardagin hava tey opið til kl. 20.00 við hópin av upplatingar­ tilboðum. mg Klávus í SMS Ætlaða rundkoyringin eystari Ringvegur­ Hvítanesvegur hevur meiri ella minni verið ein kastibløka, og á býráðsfundi varð gjørt av at útseta hetta arbeiðið BÝRÁÐSFUNDUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Málið um rundkoyringina eystari Ringvbegur­Hvítanes­ vegur hevur verið tveitt aftur og fram í longri tíð. Uppruna­ liga var hetta ein landsupp­ gáva, men henda hevur eftir øllum at døma verið so nið­ arliga raðfest, at býráðið fyri nøkrum árum síðani gjørdi av – í samráð við Landsverk – sjálvt at taka hesa uppgáv­ una á seg. Síðani hava fleiri loysnir verið uppi og vent. Rundkoyr­ ingar við ymsum diametrum hava ligið á borðinum, eins og ljósregulering eisini hevur verið uppi og vent. Málið hevur verið fyri á fleiri býráðsfundum, og á tí seinasta varð samtykt at taka av einum tilboði upp á góðar 14 milliónir krónur fyri eina 30 diametra rundkoyring. Á býráðsfundinum í gjár­ kvøldið varð eitt uppskot frá borgarstjóranum um at ógilda fyrru samtyktina góðtikið við 9 atkvøðum móti 3, og tískil hongur mál­ ið nú aftur í leysum lofti. Heðin Mortensen sigur, at tað eru fíggjarligu umstøður­ nar, sum eru orsøkin til, at neyðugt er at raðfesta øðrvísi. ­ Tað eru tíðirnar sum gera, at vit mugu raðfesta. Sam­ stundis skulu vit minnast til, at talan í veruleikanum er um eina landsuppgávu, sum einki varð gjørt við, og at vit tí valdu at gera arbeiðið sjálv­ ir. Men eg vóni og vænti, at vit í samráð við Landsverk kunnu finna eina loysn upp á trupulleikan, tí ferðsluviður­ skiftini eru langt frá nøktandi, sigur Heðin Mortensen, borg­ arstjóri. Rundkoyringin »gleið í svinginum« og er nú útsett í óvissa tíð Mynd: Jens Kristian Vang Rundkoyring slept fyribils Leiðari í leikahandlinum Klávus er Bjørg Lamhauge Mynd: Høgni Thomsen