fríggjadagur 1. mai 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
[ Nr. 83 - 1. mai 2009 ]
Odda- og lokaldystur
verður í Gundadali
sunnudagin, og í
aðrar mátar tykist
talan aftur hesa
ferð vera um sera
áhugavert umfar í
Vodafone-deildini
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Fyrsta av trimum granna
uppgerðum í Gundadali er
á skránni sunnudagin.
Undan kappingarárinum
mundu tey flestu viga HB
nakað væl tyngri á vág
skálini, har FMfavorittarnir
vórðu viðgjørdir, og tann
støðan er enn ikki broytt
tað heilt stóra.
Men á stigatalvuni eru
grannarnir úr B36 framvegis
heilt væl við. Talan var um
bakkast, tá B36 seinasta
vikuskifti mátti lúta í Sør
vági, men dysturin sunnu
dagin er teirra møguleiki at
reisa seg, eins og hetta er
dysturin, har B36 skal
prógva, um liðið veruliga
skal spæla við millum
tungu dreingirnar, ella um
góða byrjanin heldur er
úrslit av eini lagaligari kapp
ingarskrá.
HB hevur hinvegin sítt at
spæla fyri. Mikukvøldið
vórðu teir enntá varpaðir úr
steypakappingini, og einki
sum helst er at ivast í, at teir
vilja nýta sunnudagin at
vinna sær sína uppreisn.
Eysturoyaruppgerð
Í Runavík verður eisini
grannauppgerð, tá NSÍ tek
ur ímóti B68.
Har er støðan undan dysti
num, at NSÍ er á odda í
Vodafonedeildini, og heilt
víst vilja vespurnar gera sítt
til at tryggja, at tann støðan
er óbroytt, tá klokkan er far
in um teir 17 tímarnar
sunnudagin.
B68 hevur hinvegin ikki
fingið bestu byrjanina, og
meira enn nakar annar er
hetta dysturin, har tofta
menn vilja skava sær nøkur
stig afturat á kontina.
Botnuppgerðir
Hinir báðir dystirnir hetta
vikuskiftið eru millum fýra
av teimum fimm niðastu
liðunum á talvuni.
Í Fuglafirði batnaði lagið
nakað, tá teir seinasta sunnu
dag bastu toftamonnum, og
tað úrslitið vilja teir byggja
víðari uppá, nú KÍ kemur á
vitjan.
KÍ er hinvegin í tungum
sjógvi. Fyrstu fýra umførini
hava bara kastað tvey stig
av sær, og ikki minst mundi
tapið móti AB vera herskin
biti at svølgja Og tí hava
teir meira enn nakrantíð
tørv á at reisa seg.
Seinasti dysturin hetta
umfarið verður mánadagin,
tá Víkingur tekur móti 07
Vestur.
Fyrsta slagið
um Havnina
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Hvørki HB ella B36 eru longur partur av
kappingini um Løgmanssteypið, og tað leggur
eyka trýst á liðini undan sunnudegnum
Dystir um
vikuskiftið
Vodafone-deildin
03.05
ÍF-KÍ
Rúni Gaardbo
03.05
NSÍ-B68
Lars Muller
03.05
B36-HB
Petur Reinert
03.05
AB-07 Vestur
Páll Augustinussen
04.05
Víkingur-EB/S
Dagfinn Olsen
1. deild menn
02.05
VB/S-NSÍ
Høgni Hansen
02.05
Víkingur-TB
Andrew Christiansen
02.05
B71-Skála
Bárður Mortensen
02.05
FC Hoyvík-HB
Alex Troleis
02.05
MB-B68
Rói Jacobsen
2. deild menn
03.05
AB-EB/S
Pætur Albinus
03.05
B36-B71
Jóhan P. Michelsen
03.05
TB-ÍF
Sólfinn Gudmundsson
03.05
Undri-Víkingur
Allan Manai
03.05
07 Vestur-KÍ
Jákup M. Kjell
1. deild kvinnur
03.05
Víkingur-EB/S
Jóhan M. Stenberg
03.05
B68/NSÍ-AB
Elias Andreasen
03.05
Skála-KÍ
Jákup L. Stenberg