fríggjadagur 1. mai 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
18
Nr. 83 • 1. mai 2009
Eirikur Danielsen
Lívfrøðilesandi
Korallir; forkálka
Eins og stóru regnskógirnir á landi, eru koralløkini í sjónum støð við fjølbroyttum um
hvørvi, og harvið nógvum ymiskum verum. Men korallirnar vaksa seint og eru tí sera
viðkvæmar fyri ógvusligum órógvi. Ein álvarsligur trupulleiki er tí, at fleiri av hesum
økjum eru ruddaði fyri korallir av fiskiskipum í teirri ævigu leitan eftir løtuvinningi. Men
um vit eisini vilja hava fiskiskap í framtíðini, mugu vit fara væl um hesi økir
Nevnir tú orðið korallir, hugsa
tey flestu helst um heitan sjógv
fram við tropiskum strondum,
við alskins litfagrum vøksti og
djór um. Men eisini her norðuri í
kalda og gráa Norðuratlantshavi
finnast koralløki við ríkum djóra
lívi. Fram við norsku strondini
og í Hetlandsrennuni eru nógv
korall øki, men tey eru eisini at
finna rundan um Føroyar og við
bankarnir sunnanfyri okkum.
Hetta eru øki, har serliga djúp
havs korallin Lophelia pertusa,
hevur bygt størri og minni
korall riv. Av tí at tað finst so
nógv lív á hesum økjum, eru tey
týdningarmikil fyri nógv av teim
um fiskasløgum, sum vit liva av.
Risar gjørdir av
smáverum
Korallir eru smá djór, ið liva
saman í samlag (koloni). Tey
hoyra til ein bólk, ið kallast
Cni dar ia, og eru tí mest í ætt
við hvalspýggju og sjónotu. Eins
og sjónotur hava tey kamp ar
(tentaklar), og tey sita á kálk
grein um, sum tey gera sjálvi, og
liva av at síla lívfrøðiligt tilfar
úr sjónum. Mynd 1 vísir nakrar
tí lík ar kálkgreinar. Kálkin er av
lops til farið hjá teimum, og tá tey
út skilja tað, verður stórur partur
liggj an di, og tað er hetta sum
gerst til stór koralløki. Men av
tí at djórini eru so smá og hetta
hend ir so seint, tekur tað langa
tíð hjá einum korallrivi at blíva
stórt. Norskar kanningar hava
víst, at Lophelia korallir vaksa
við uml. 6 mm. um árið, so riv, ið
eru 1 til 2 metrar høg eru fleiri
hundrað ára gomul. Tey størstu
eru uml. 30 metrar høg og hava
eitt tvørmát á uml. 200 metrar, og
hava tí verið í ger í fleiri ártúsund.
Korallirnar í heitari sjógvi eru
saman settar av korallverum og
algum, og tað eru algurnar sum
gera tær so litfagrar. Hesi øki eru
oftast har grunt er, tí algurnar
mugu hava ljós fyri at yvirliva.
Men her norðuri er talan um djúp
havs korallir, ið liva ov djúpt til at
ljós sleppur niður til tær. Tí hava
hesar korallverur ikki algur livandi
saman við teimum.
Týdningurin av
korallum
Mynd 2 vísir ein part av einum
fjøl broytt um koralløki. Jú meiri
fjøl broytt eitt øki er, jú fleiri
djóra og plantusløg kunnu liva
har. Nógv føði er at finna við eitt
korallriv, og smáfiskur og djór fáa
goymt seg fyri fíggind um. Holur
og rivur, skapað av korall veru
num, eru sum gjørd til endamálið.
Eisini inni í korallrivunum, har
minni streymur er, ber til hjá
bæði fiski, plankton og ymiskum
botn liv andi djórum at goyma seg.
Dømi eru um, at uml. 300 ymisk
djór eru funnin í eini tílíkari korall.
Fleiri fiskasløg gýta har korall ir
eru. Tískil hava hesi øki ei si ni
stóran týdning, tá talan er um
tilgongdina av ymiskum fiska
sløg um.
Harumframt eru nøkur av djóru
num við korallir, bara at finna
Mynd 1
Greinar av Lophelia korallum. Í sjónum liva korallverurnar mest í toppinum av kálkgreinunum, og so hvørt sum korallin veksur, flyta korallverurnar við úteftir, og
eftir standa beru kálkgreinarnar
Mynd 2
Vistfrøðiliga eru koralløkini sera
týdningarmikil, tí tey skapa stórt
fjølbroytni og harvið nógv ymisk
búpláss hjá djórunum, ið liva har.
Djúphavskorallir eru sum oftast
hvítar, men kunnu eisini vera
reydligar
Mynd 3
Leivdir av Lophelia korallum. Tað, ið fyrr var eitt ríkidømi av livandi verum,
liggur nú sum ein kirkjugarður av deyðum korallum