fríggjadagur 1. mai 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20 tíðindi
Nr. 83 - 1. mai 2009
Nú ætlanin er at
byggja ellis-og
røktar heim í Vági, er
brádliga komið und-
an kavi, at tey hava
gloymt eina rokn ing,
sum fer at gera bygg-
ing ina fleiri milliónir
dýr ari
Ellis- og
røktarhEim
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað er nú greitt, at ætlanin
at byggja ellis- og røktar-
heim og økisdepilin fyri
sinnis veik í Vági, fer at
verða uppaftur dýrari enn
rokn að hevur verið við.
Beint áðrenn Løgtingið
eftir ætlan endaliga skuldi
sam tykkja ætlanina, kom
brád liga undan kavi, at tey
hava gloymt eina rokning
upp á fleiri milliónir.
Hetta er ein rokning upp
á mvg av arbeiðnum, sum
tey hava gloymt at telja
við.
Enn er ikki heilt greitt,
hvussu stór hendan eyka-
rokn ing in verður.
Men sum reglarnar eru
nú, er talan um eina eyka
rokn ing upp á tríggjar
millión ir krónur í mvg av
tí, sum sjálvt ellis og røktar-
heimið kostar og sum
kommun urnar í syðru helvt
í Suðuroy skulu betala sín
part av.
Hinvegin betalir landið
alt, sum tað kostar at byggja
økis depilin fyri sinnisveik,
sum skal byggjast afturat
ellis- og røktarheiminum.
Vágs Kommuna hevur
gjørt landsstýrinum greitt,
at sum fíggjarliga støðan er
í løtuni, hevur hon ongan
sum helst møguleika at
betala rokningina.
12 milliónir í
ringasta føri
Í sambandi við ætlanina at
byggja ellis- og røktar heim-
ið, er ætlanin, at komm un-
ur nar í syðru helvt í Suðuroy
sku lu fáa eitt lagaligt lán úr
lands kassanum og land stýr-
ið vil nú hava Løgtingið at
sam tykkja, at tær tríggjar
millión ir nar fyri tað gloym-
du mvg rokningina, nú
verða lagdar afturat tí láni-
num.
Upprunaliga skuldi lánið
verða góðar 26 milliónir
krónur.
Men
byggingin
dýrk aði og seinni er lánið
hækka upp í góðar 32
millión ir.
Men við hesi nýggju
rokn ing ini upp, kemur lánið
í fyrstu syftu upp á góðar
35 milliónir.
Men talan kann blíva um
eina eyka rokning upp á
nógv fleiri milliónir enn
so.
Í sambandi við almenna
bygg ing í kommunum, fáa
komm un urnar ein part av
mvg rokningini endur gold-
n an úr landskassanum og tí
er rokningin til komm un ur-
nar í syðru helvt í Suðuroy
tríggjar milliónir.
Men nú arbeiðir sam-
gong an við at skerja mvg
aftur beringina til komm un-
ur nar.
Anfinn Kallsberg, sum er
formaður í fíggjarnevndini,
staðfesti í Løgtinginum, at
verð ur tað samtykt, verður
eyka rokningin til komm-
un urnar í syðru helvt í
Suður oy,
ikki
tríggjar
millión ir, men 12 milliónir.
Bjóðast út av
nýggjum
Viðgerðin í Løgtinginum
vísti eisini púra greitt, at
tað eru heilt nógvir ting lim-
ir, sum eru so ónøgdir við
ætlanina at byggja ellis- og
røktar heim og økisdepil
fyri sinnisveik í Vági, at
teir nú krevja, at alt arbeiðið
verð ur boðið út av nýggj-
um.
Ting limir føra fram, at
síðani arbeiðið varð boðið
út, er støðan í samfelagnum
broytt ógvuliga nógv og
verður arbeiðið boðið út av
nýggj um, er tað alt, sum
tala r fyri, at tað verður nógv
bílig ari.
Tað vóru onkrir tinglimir
sum
mettu,
at
verður
arbeiðið
boðið
út
av
nýggjum, kunnu landið og
kommnurnar í syðru helvt í
Suður oy spara einar 10,
kanska 20 milliónir.
- Tað er ein so stórur
fyrimunur, at tað eiga vit at
gera, hóast tað fer at seinka
æt lanini
fleiri
mánaðir,
vóru tað fleiri tinglimir,
sum førdu fram.
Summir tinglimir halda
enn tá, at tað er ábyrgdarleyst
ikki at bjóða arbeiðið út av
nýggj um, sum støðan er nú,
fyri at vita um tað ikki kann
gerast bíligari.
Tað eru allir tinglimirnir
úr andstøðuna, altso úr
Tjóð veldinum, Mið flokki-
num og Sjálv stýris flokki-
num, sum hava talað heitast
fyri at bjóða arbeiðið út aft-
ur av nýggjum.
Men nakrir tinglimir úr
sam gonguni róðu fram und-
ir, at tað hevði kanska verið
ein fyrimunur at bjóða út av
nýggjum.
Ein av teimum var Marjus
Dam úr Sambands flokki-
num. Hann staðfesti, at tek-
i n eru um, at prísirnir fella,
nú tíðirnar versna og tí
hevði tað verið áhugavert at
vita um arbeiðið ikki kann
gerast bíligari.
Einasti javnaðarfólk, sum
tók orðið, var Eyðgun
Samuel sen, men hon helt,
at her er onki at kanna
nærri.
Aðrar kommunur
somu sømdir
Tað eru eisini fleiri ting-
limi r, bæði úr andstøðu og
sam gongu, sum vilja hava
greitt at vita um aðrar
kommun ur, sum eru illa
fyri, eisini kunnu vænta sær
somu sømdir, sum kommun-
ur nar í syðru helvt í Suðuroy
og fáa lagalig lán úr lands-
kassanum.
Men áður hevur Jóannes
Eides gaard,
lands stýris-
mann í fíggjarmálum, stað-
fest, at hann ivaðist ikki í,
at fleiri kommunur koma í
somu støðu, sum Vágs
Kommuna og tað er heilt
greitt, at hesin leisturin við
laga lig um láni, má eisini
galda fyri tær.
Málið er nú farið aftur til
viðgerðar í Løgtinginum og
har skal støða nú takast til,
um tað skal bjóðast út av
nýggj um.
Suðuroyingar fáa eyka
rokning upp á milliónir
Tinglimir úr fleiri flokkum
krevja nú, at Ellis-og
røktarheimið og økisdepilin
fyri sinnisveik í Vági verður
bjóðað út av nýggjum, hóast
tað fer at seinka byggingini
fleiri mánaðir. Tað er ein
spurningur, sum tingið nú
skal taka støðu til
Ísland við í makrelin
ES, Føroyar og Noreg hava nú boðið íslendingum við til
samráðingar um makrelfiskiskapin. Fundurin verður í
London síðst í næsta mánað, skrivar Vísir. Ísland hevur
leingi biðið um at verða góðkent sum strandaland í
sambandi við samráðingar um makrelin, og
fiskimálaráðið í Reykjavík viðgongur eisini, at
fundarboðini frá hinum strandalondunum eru eitt
týdningarmikið stig fyri Ísland. Íslendingar hava tillutað
sær sjálvum 112.000 tons av makreli í vetur, harav 20.000
tons kundu veiðast í altjóða sjógvi. Ta avgerðina vóru
hini strandalondini sera misnøgd við.
Nógv PCB í Grønlandi
Hildið verður, at umleið fjórði hvør grønlendingur býr í einum
húsum ella einari íbúð, sum er dálkað við evninum PCB. Tað
skrivar blaðið Ingeniøren. Blaðið sigur, at frá 1955 til 1976
vórðu umleið 9.000 hús og bygningar bygd í Grønlandi, og at í
teimum árunum brúkti byggivinnan ofta evni við PCB í.
Umleið 1.200 av húsunum eru seinni tikin niður, men tað
merkir, at framvegis búgva fólk í umleið 8.000 húsum og
bygningum, sum eru fongd við tí heilsu- og
umhvørvisskaðiliga evninum, skrivar Ingeniøren. Við øðrum
orðum býr á leið fjórði hvør grønlendingur í húsum ella íbúð,
sum hava tað skaðiliga evnið, skrivar blaðið.