Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-01, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. mai 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 19 har, og onga aðrastaðni. So um korall ir nar hvørva, so hvørva hesi djór ini eisini. Havsins bulldozarar Fyrr hava koralløkini fingið frið, men tey síðstu 20 árini ella so eru trolingar hjá fiskiskipum bliv in munandi effektivari, og hetta hevur havt við sær, at fleiri koralløki eru oyðiløgd. Við nýggj­ ari tøkni bleiv møguligt at trola eftir fiski í støðum, ið fyrr ikki var at komi ligt. Sum ein bulldozari kundu trolini fara ígjøgnum korall­ økir fyri at fáa fiskin, ið livir har, og eftir eru oyðimarkir av sandi, móru og deyðum korallrestum, sum sæst á mynd 3. Eisini er komið fram, at før­ oys k ir fiskimenn við vilja hava oyði lagt svamp­ og koralløki fyri at vaksa um økið, har gjørligt er at trola. Túsundavís av árum at byggja upp ­ nakrir fáir dagar at bróta niður. Men tey síðstu ár ini hava ymsar kanningar verið gjørd ar, og meira ljós hevur verið varp að á trupulleikan. Ein spurnarkanning varð gjørd í 2002 av Fiskirannsóknarstovuni, har skiparir vórðu spurdir um korall øki kring Føroyar. Kanningin vísti, at stór øki vórðu horvin, sum sæst á mynd 4. Vón fyri framman Tíbetur eru enn øki eftir við korall um um okkara leiðir, og nøk­ ur av teimum eru enntá stongd koralløki. Hesi síggjast á mynd 5. Men av tí at hesi eru so fá, er spurn ing urin um tað er nokk, og um hvat fer at henda við hinum økju num. Fiskimenn eru tó blivnir meira til vitað ir um korallir og botnin annars, og nýggjur fiskireiðskapur av spegl ar hetta, t.d. við um­ hvørvis vinarligum trolgrunni ið rull ar eftir botninum á hjólum so­ leiðis, at hann ikki skaðar botnin so nógv. Ein vanligur grunnur rullar ikki, men verður drigin eftir botn inum. Okkara arvur Oljan og jarðfrøðiliga tilfeingið verð ur til endans uppbrúkt, men tað lívfrøðiliga tilfeingið kann vara so leingi, sum mannaættin er á foldum, um tað bert verður hand fari burðardygt. Korallir eru neyðugar fyri at trygg ja lívfrøðiliga fjølbroytnið í sjónum, og tí er alneyðugt at steðga við at oyðileggja tey koralløkini, sum eftir eru. Sjálv andi er týdningarmikið, at út vin na tað náttúrliga tilfeingið vit hava, men samstundis má man ikki undirvurdera týdningin av koralløkjum í føroyskum sjógvi. Tey eru okkara arvur, og komandi ættar lið skulu helst eisini hava møgu leika at útvinna teirra til­ feing ið, og samstundis undrast á havsins vøkru, men eisini týdn ing­ ar miklu, dýrgripir. Nr. 83 • 1. mai 2009 Sløg av korallum: Undir Føroyum eru 5 ymisk sløg av korallum, men nógv mest er til av Lophelia pertusa. 3 sløg av smáum korallum eru umframt eitt annað stórt slag. Litur: Korallini eru hvít, men kunnu eisini vera eitt sindur reydlig. Hiti: 4 - 12 gradir. Botnur: Tær liva á hørðum botni, t.d. á hellu ella blandaðum botni (tvs. sandur og steinar), soleiðis at korallirnar kunnu festa seg á botnin. Dýpi: 200 – 1000 m Streymur: Korallir dáma best har tað rekur hart. Hetta hevur tvær orsøkir, 1: Meira matur kemur til tær, 2: Tær vera reinari, smáir partiklar klára ikki at leggja seg á greinarnar. Djóralív: Upp til 300 ymisk smádjór á og við eina korall. Tey mest kendu eru bustormar “polychaeta” og smáar marflugur “amfipodir”. Hesi smádjór eru matur hjá øðrum størri djórum, so sum ymiskum fiskum. Hetta ger, at tað er sera nógv lív við eitt koralløkit. Alsamt størri trýst er komi utt an úr heimi um, at tað nátt úr liga tilfeingið skal veiðast burðardygt. Ein part ur av at veiða burðar- dygt er, at friða umráði sum hev ur týdning fyri tað, man veið ir. Í 2003 heitti World Wild life Foundation (WWF), ið er ein altjóða felags skap ur sum verjir høtt djór og økir, á føroysku myndug- leik ar, at víðka um trolfría øk ið á Føroyabanka, so hetta bleiv flutt frá nú ver- an di 200m dýpdarkurvuni, til eisi ni at fevna um økið nið ur av hellingini av Banka num. Hetta hevði gjørt, at koral l ir nar kring Bankan vórðu vardar ímóti troli. Í brævi num til Fiskimálaráðið vísti WWF á, at gjørdu vit hetta, so handlaðu vit eftir OSPAR sáttmálanum, sum Før oy- ar hava undirskrivað. Í hes um sáttmálanum binda Før oy ar seg til at verja hav um hvørv ið móti skaða ári num, sum kunnu standast av mannaávum. Fakta: Heimssamfelagið fylgjir við Fakta: Korallir við Føroyar ðar, gamlar og viðkvæmar Mynd 4 Grønu økini vísa, hvar korallir eru. Økini avmerkt við skákstrikum vísa hvar korallir hava verið, men sum nú eru burtur orsakað av troling Mynd 5 Grønu økini og økini avmerkt við skákstrikum sunnanfyri Føroyar eru stongd koralløki. Svørtu prikkarnir eru tóv hjá lemmatrolarum frá 1995 til 2002. Sum sæst, verður dúgliga fiskað kring Føroyar, og um samanborið verður við mynd 4 sæst, at flestu koralløki eru ikki stongd