mánadagur 15. oktober 2001síða 1
Tekstur á síðuni
1
Skipari í bronsu
Jústinus Leivsson Eidesgaard
Leygardagin varð
ein bringumynd úr
bronsu avdúkað á
Fiskivinnuskúlan-
um í Vestmanna. Og
hesuferð var hetta
ikki mynd av deyð-
um manni, men
einum spilllivandi
eldri skipara, sum
hevur sett sína sjón-
ligu slóð í føroyskt vinnulív.
Turrliga, knappa og mynduga and-
litið á John Dam skipara í Havn er
stoypt í bronsu av kenda listamann-
inum Hans Paula Olsen og komandi
útmælingar innan fiskivinnuna verða í
framtíðini mintir á, at tað er dirvi og
gløggskygni, sum skal bera okkara
fiskivinnu víðari fram at ókendum
øldum.
Og djarvur hevur hann verið, John
Dam. Hóast vinnan, hann legði lunnar
undir, rækjuvinnan, gevur seg sáran í
hesum døgum, so reisir hon seg aftur.
Og hon er grundarlagið undir dagliga
breyðnum hjá tíggjutúsundtals fólki í
Norðuratlantshavi.
John Dam var sjálvur hjástaddur, tá
myndin varð avdúkað og tað er Tór-
bjørn Jacobsen, fyrrverandi lands-
stýrismaður í mentamálum, sum tók
stig til bringumyndina beint áðrenn
hann legði frá sær. Sum eigari og
skipari á farmaskipi hevur hann ført
mong túsundtals tons av rækjum úr
Grønlandi og inn á europæiska megin-
landið.
Eftirmetingin frá liðnum:
Lítli maðurin við
stóra motorinum
Ítróttur, síða 11–23
Yvirmenninir á føroysku farmaskipunum fingu 20 prosent í lønarhækkan og tað er formaðurin í
Skipara og Navigatørfelagnum væl nøgdur við. Men formaðurin fyri Reiðarafelagnum fyri
Farmaskip er dapur. -Vandi er fyri at føroysk skip fara at flagga út, verður óliviligt í Føroyum. Vit
eru í harðari kapping og tað er ikki rúmd fyri ov stórum hækkingum í okkara útreiðslum, sigur
hann
Reiðari um nýggja farmaskipasáttmálan:
Fer at kroysta
skip úr flotanum
S. 6–7
Nr 199 týsdagur • 16. oktober 2001 • 75. árgangur • Kr. 12,00