Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. oktober 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 18 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 199 - 16. oktober 2001 Nr. 199 - 16. oktober 2001 3 Samstundis sum Smyril Line er farið at merkja jólaferðsluna, hevur felagið sett tveir nýggjar deildar- leiðarar, Talan er í báðum førum um kvinnur FERÐAVINNA Edvard Joensen Tvær kvinnur hava tikið við sum leiðarar á hvør síni deild hjá Smyril Line, sigur felagið í tíðindaskrivi um dagarnar. Talan er um in- coming deildina og flog- deildina. Nýggi leiðarin á flogdeildini loysir eina aðra kvinnu av. Av Smyril Line verður sagt, at tey hava nógv at gera á ferðamannadeildini í løtuni. Tað er jólaferðslan, sum er farin at merkjast. Serliga eru tað føroyskir útisetar, sum tryggja sær ferðaseðil heim til jóla. Bæði við skipi og flogfari, sum Smyril Line eisini umboðar. Sagt verður, at tey fyrr merktu størri mun á summ- ar- og vetrarhálvárunum, enn tey gera í dag. Tað kemst fyri stóran part av, at Norrøna nú siglir alt árið, og fólk ferðast eisini alla tíðina við skipinum. Men Smyril Line er kort- ini meira enn Norrøna. Eisini flogferðsluna hava tey við at gera, soleiðis at skilja, at tey selja flog- ferðaseðlar um allan heim. Um veturin er tað fyri stóran part handilsferðandi, sum tey avreiða hjá Smyril Line. Stórur partur ynskir at flúgva, men fleiri og fleiri ferðast við Norrønu, tí tey vilja hava bilin við. Hetta eru ikki bara fólk, sum fara til Danmarkar í handilsørindum, uttan eis- ini longri suður í Europa og ynskja so at koyra sjálvi. Incoming deildin Incoming deildin hjá Smyril Line fekk nýggjan leiðara tann fyrsta oktober. Tað er Ann-Mari Wang, sum kemur úr starvi hjá danskari fyritøku, ið hevur sum sergrein at skipa fyri ráðstevnum, verður sagt í tíðindaskrivinum frá Smyr- il Line. Ann-Mari Wang hevur útbúgving sum akademi- økonomur frá Turistaka- deminum í Randers, og hevur síðan arbeitt í Danmark á eitt nú hotelli og ferðaskivstovu, har hon hevur havt incoming sum starvsøki. Á incoming deildini taka tey sær av ferðafólki, sum kemur til Føroya. Vísa teimum landið og syrgja fyri, at ferðafólkið fær so fjølbroyttar og spennandi upplivingar, sum til ber. Serliga er tað um summar- ið, at incoming deildin hjá Smyril Lime hevur nógv á skránni. Skráin fyri komandi summar er løgd, og verða tá 12 ymsar útferðir, sum ferðafólkið kann fara til. Eisini hevur incoming deildin saman við flog- deildini drúgvar royndir sum samskiparar av fund- um og ráðstevnum. Og júst hetta verður nak- að, sum deildin fer at leggja seg eftir at menna í fram- tíðini, sigur nýggi leiðarin, Ann-Mari Wang. Flog yvir Eisini Flogdeildin hjá Smyril Line hevur fingið nýggjan leiðara, siga tey í tíðindaskrivinum. Tað er Heidi Askham, sum tekur við eftir Anniku Andreasen, sum fer í starv á markn- aðardeildini hjá felagnum. Heidi Askham hevur sein- astu tvey árini verið vara- leiðari á flogdeildini. Flogdeildin hjá Smyril Line hevur verið í støðug- um vøkstri øll árini, veðrur sagt í tíðindaskrivinum. Hesa árstíðina arbeiða tey nógv við at avgreiða bólkaferðir, verður sagt. Fyri stóran part slíkar sum námsferðir hjá ymsum skúlum. Esiini marknaðardeildin hevur nógv at gera, láta tey at. Har verður nýggj ferða- ætlan gjørd til komandi ár, sum tó fer at líkjast henni, sum galdandi var í summar. Summarferðaætlanini verður prentað í 540.000 eintøkum á 10 málum og send til 12 lond. Umframt er ein vetrarferðaætlan komin út á fýra málum í 40.000 eintøkum. Arbeiðið við at gera undirsjóvartunnil um Vestmannasund gongur væl. Í næstum verður farið undir at gera klárt til eina rundkoyring við Leynar TUNNIL Heri á Rógvi Arbeiðið við at gera undir- sjóvartunnilin um Vest- mannasund fór ígongd 5. september 2000. Tað var tó ikki beinleiðis nakar nýggj- ur tanki at gera ein undir- sjóvartunnil, men eftir drúgt politiskt orðaskifti og kreppuár, so byrjaði areiðið við at gera ein undirsjóvar- tunnil um Vestmannasund loksins síðsta ár. Undirsjóvartunnilin skal eftir ætlan vera 4,9 km. langur, tá hann er liðugur. Við endan av síðstu viku, so vóru tað boraðir 3.680 m. Hetta merkir, at tað í dag eru gott og væl 1.300 metrar eftir at bora. Dávur Reinert Hansen, stjóri fyri P/F Vágatunnilin sigur, at teir í skrivandi stund eru hálvaaðru viku frammanfyri tíðarætlanina. Hetta er hann eisini væl nøgdur við. Hann ásannar, at tað í vetur kunnu koma trupulleikar. Tí er tað gott, at teir eru somikið framm- anfyri tíðarætlanina. Tað verður væntandi um árskiftið, at tað verður lið- ugt at bora undir sjóvarmál- anum, soleiðis at Vágoygg- in og Streymoyggin verða knýtt saman. Dávur Reinert Hansen sigur eisini, at arbeiðið nú er komið í eina fasta legu, og tað gongur allatíðina framá. Rivurnar, sum teir av fyrstan tíð varnaðust og mettu sum ein trupulleikar, hava víst seg ikki at vera nakar stórvegis trupulleiki. Sum heild tykist Dávur Reinert Hansen at vera væl nøgdur við arbeiðið sum nú er. Eisini vegarbeiðið vága- megin tykist at ganga væl. Tað verður skjótt klárt at asfaltera, og arbeiðið verð- ur væntandi gjørt liðugt komandi vár, sigur Dávur Reinert Hansen. Rundkoyring Eisini streymoyarmegin skal vegarbeiði gerast. Tað er nevniliga soleiðis, at ætlanin er at gera eina rundkoyrin við Leynar. Ætlanin er at fara at gera klárt til hetta arbeiðið í næstum. Dávur Reinert Hansen vónar í hesum sambandi, at ferðslan fer at vísa fyrilit fyri teimum, sum arbeiða. Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá okkara elskaði maður, pápi og verfaðir Kári Johannesen Fuglafjørður gjørdist sjúkur, doyði og varð jarðaður. Tøkk fyri umsorgan og forbøn.Tøkk til tykkum mongu, ið fylgdu og hjálptu til í sambandi við jarðarferðina og ervið.Tøkk fyri blómur, kransar og gávur til Zarepta. Familjunnar vegna Lillian Undirsjóvartunnilin: 1.200 metrar eftir Soleiðis skal ferðslan skipast við Leynar tá koyrandi verður undir Vestmanna- sund. Tað verður farið undir at gera klárt til rundkoyring- ina í næstum Kvinnurnar stýra Nýggju deildarleiðararnir Heidi Askham á flogdeildini, uttast vinstrumegin, Ann-Mari Wang á incoming deildini, í miðuni, saman við fyrrverandi leiðararnum á flogdeildini, Anniku Andreasen Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 3 2