Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-15, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. oktober 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 18 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 199 - 16. oktober 2001 Nr. 199 - 16. oktober 2001 5 Fýra fólk afturat eru nú dømd til deyða fyri fólka- morðið í afrikanska landin- um Rwanda. Tey fýra vórðu øll funnin sek í álopum har suðuri í landinum undir tí tríggjar mánaðar langa blóðbaðn- um í 1994, segði rwandiska útvarpið í gjár. Átta onnur vórðu dømd lívlanga fongsulsrevsing, trý fingu sjey ára fongsul, og tvey vórðu fríkend. Krígsbrotsmannadóm- stólurin í Rwanda fór til verka tíðliga í ár, og longu teir fyrstu seks mánaðarnar vórðu 73 fólk dømd til deyða. Síðani árslok í 1996 hava millum 5000 og 6000 fólk verið fyri rættinum í Rwanda, men enn er langt á mál, tí ikki færri enn 120.000 eru tikin og skuld- sett fyri at hava verið uppií, tá umleið 800.000 tutsiar og hóvligir hutuar vórðu fyribeindir eftir trimum mánaðum. ST hevur medvirkað til at fáa tey seku dømd. Handtøkur í Italia benda á, at yvirgangsmenn høvdu lagt ætlanir um at leypa á eina amerikanska sendi- stovu við cyanid-gassi. Tað er tað viðurkenda bretska blaðið Sunday Tim- es, sum ber tíðindini. Sambært blaðnum hava italsku myndugleikarnir avdúkað, at yvirgangsmenn ætlaðu at smugla cyanid til Evropa. Gassið skuldi flyt- ast í kassum, sum sambært pappírunum vóru fullir av tomatum. Ein av teimum handtiknu skal hava greitt italsku løg- regluni frá, at hann hevði verið til venjingar, har hann hevði fingið at vita, hvussu hann og felagar hansara skuldu bera seg at, og at ætlanin m. a. var at lata gassið í luftskiftiskipanina í stórum bygningum. Cyanid-gassið var ósjón- ligt, men kundi beina fyri fleiri hundrað fólkum eftir bara tíggju minuttum. Hjálp úr Iran Amerikanska fíggjarmála- ráðið vil vera við, at Isla- mic Culture Institute í italska býnum Milano er tann týdningarmesta evro- peiska støðin hjá al-Qaeda. Teir menninir, sum eru tiknir í Evropa, verða allir settir í samband við hendan stovnin, og avhoyringar hava eisini avdúkað, at ein av monnunum, tunesarin Ben Kjemais, hevði sam- band við sjálvmorðsflog- skiparan Mohamad Atta. Italska løgreglan tók her- fyri nakrar menn í einari íbúð í Milano. Ein av monnunum skal hava greitt løgregluni frá, hvussu hann og hinir bóru seg at við at sleppa í venjingarlegurnar hjá bin Laden í Afghanist- an. – Á iransku sendistovuni í London bar til at fáa inn- ferðarloyvi til Saudiarabia, tí vit skuldu til Mekka. Í Iran er ein felagsskapur, sum hjálpir mujaheddin- brøðrum um markið til Afghanistan, skal maðurin hava greitt frá. Tað hevur ljóðað, at yvir- gangsmenn høvdu ætlanir um at søkja at onkrari amerikanskari sendistovu í Evropa, og avhoyringarnar í Milano hava sambært Sunday Times avdúkað, at talan var um amerikansku sendistovuna í Rom. (Fartekst) Umberingin fer kanska at bøta um viðurskiftini millum Japan og koreansku londini. Tað var japanski for- sætisráðharrin, Junichiro Koizumi, sum í gjár bað fólkið í teimum báðum koreansku londunum um umbering fyri ta líðing, teimum var fyri undir japanska herseting- arvaldinum í árunum frá 1910 til 1945. – Eg biði inniliga um umbering fyri ta sorg og ta pínu, sum Japan veitti kore- anska fólkinum undir hjálandatíðini, segði Koizumi á Sodaemun- savninum í Seoul. Í hersetingartíðini nýtti japanski herurin savnið sum fongsul, og nógv fólk í koreansku frælsisfylkingini vórðu illa pínd og eisini av- rættað í fongslinum. Fleiri hundrað fólk gingu eisini mótmælisgongu uttan fyri Sodeamun-savnið, tá japanski forsætisráðharrin vitjaði tað. Viðurskiftini millum Japan og tey bæði kore- ansku londini hava verið ógvuliga spent seinastu árini, tí Japan hevur sýtt fyri at biðja um umbering fyri harðskapin undir hersetingini. Tað hevur ikki gjørt støðuna betur, at japansku myndugleikarnir hava góðtikið, at skúlarnir nýta søgubøkur, sum fullkomiliga reingja tann søguliga veruleikan undir hersetingini. Spurningurin er nú, um umberingin hjá Koizumi, forsætisráðharra fer at bøta um støðuna. Japan biðið koreanar um umbering Ætlaðu gassálop á amerikanska sendistovu Dømd til deyða fyri fólkamorð Fríggjadagin sendi Skráseting Føroya skiftirættinum áheit- an um tvingsils- avtøku av 27 feløgum SKRÁSETING Heri á Rógvi 1. august var dagurin, tá Skráseting Føroya eftir røttum átti at havt móttikið allar roknskapir frá før- oyskum parta- og smá- partafeløgum fyri 2000. Nú, hálvantriðja mánað seinni, vanta enn omanfyri tjúgu roknskapir. Hjá nøkr- um feløgum stendur so illa til, at Skrásetingin hevur biðji um eina tvingsils- avtøku. Talan er 27 parta- og smápartafeløg, sum ikki hava latið roknskapin fyri ár 2000 inn. Hjá hesum vendist neyvan aftur, og føroyska samfelagið kann byrja at venja seg við tank- an um at vera 27 feløg minni. Tað er við heimild í partafelagslógini, at Skrá- seting Føroya hevur tveitt hesar fyritøkur í Skiftirætt- in. Kristin Balle, Skráseting Føroya, sigur við Sosialin, at tey enn vanta omanfyri tjúgu roknskapir fyri 2000. Hetta er tó rættiliga lítið sammett við árini framm- anundan. Tað eru ymsar or- søkir til, at hesi feløg ikki hava latið roknskap sín inn. Tey flestu av hesum feløg- um hava ásett eitt dag, har tey skulu latið roknskapin inn. Kristin Balle sigur, at ongar áheitanir verða send- ar út afturat. 27 fyritøkur tvingsilsavtiknar Kall og Tele F, sum í summar avgjørdu at leggja saman, eru nú av álvara farin at rigga til, soleiðis at klárt kann vera at leggja saman um miðjan november SAMANLEGGING Heri á Rógvi Við eitt fekk Føroya Tele kapping. Áðrenn nakar visti av, so vóru tvær nýggj- ar fyritøkur á marknaðin- um, sum báðar bjóðaðu fjarskiftistænastur. Kall og Tele F itu og eita fyritøk- urnar. Í summar kom tað fram, at Kall og Tele F skuldu leggja saman til eina fyritøku, ið skuldi eita... Kall. Tað, sum fer at henda er, at tað mestir verður Kall, sum meira ella minni keyp- ir ella leggur minni fyritøk- una Tele F undir seg. Fyri- tøkurnar báðar søgdu longu beinanvegin, at tað fór at vera torført hjá hesum báð- um nýggju fyritøkunum at yvirliva á føroyska markn- aðinum saman við Føroya Tele. Í framtíðini, ella í nærmastu framtíð í øllum førum, verður tað so ein fyritøka, sum kemur at kappast við almenna parta- felagið á fjarskiftisøkinum. Kundar fluttir yvir Tað er sjálvandi eitt sindur av hvørjum, sum skal fáast upp á pláss áðrenn hesar báðar góðu fyritøkur kunnu leggjast saman. Fyrireik- ingarnar til at leggja saman hava verið ígongd nú eina tíð. Sambært stjórunum báðum, so verður miðjað ímóti at leggja fyritøkurnar saman um miðjan næsta mánað, tá endaligu aðal- fundirnir skulu vera. Kundarnir hjá Tele F skulu eftir ætlan flytast yvir til nýggju Kall fyritøkuna. Kundarnir hjá Tele F fara at fáa tilboð um m.a. Internet frá nýggju fyritøkuni. Enn er ikki heilt avgjørt hvørjar prísir nýggja fyritøkan fer at kunna bjóða sínum gomlu og nýggju viðskifta- fólki. Tað verður væntandi Framtaksgrunnur Føroya, sum kemur at vera størsti partaeigarin í nýggju fyri- tøkuni. Hinir partaeigarnir vera: Kaupthing, Tallaton Holding, Teletænastan og Islandssimi. Sambært stjórunum, so krevur alt hetta við saman- leggingini nógva fyrireik- ing, tí tað eru eitt nú ein rúgvu av nýggjum kundum, sum skulu fáast inn í skip- anina hjá Kall. Vinarkall Seinasta átakið hjá Kall er ein tænasta, sum teir hava valt at kalla vinarkall. Henda tænastan er lík tæn- astum, sum vit kenna uttan- lands. Sambært stjóranum hjá Kalli, Bjarna Askham Bjarnason, so henda nýggja tænastan verið ávegis í longri tíð. Fyri kortum fingu teir neyðuga loyvi frá Fjarskiftiseftirlitinum, so- leiðis at klárt var at fara ígongd. Sambært stjóran- um, so hava teir fingið nógvar nýggjar kundar. Eisini hjá Tele F leggjast fleiri kundar afturat. Felag- ið ger ikki tað nógva við at marknaðarføra seg longur, men Billy Hansen, stjóri, sigur, at teir framvegis fáa nýggjar kundar. Leygarnáttina varð løgreglan í Runavík aftur tilkallað eftir innbrot, hesuferð í Keypssamtøkuni í Saltangará. Gernings- maðurin er tikin, og hann hevur viðgingið seg sekan í hesum innbrotinum um- framt innbrotinum í Litaval seinasta viku- skiftið INNBROT Stefan í Skorini Sunnumorgunin klokkan fýra hevði ein maður brotið seg inn í Keypssamtøkuna í Saltangará. Alarmurin fór í gongd, men maðurin skræddi alarmin niður, so hann slóknaði. Alarmurin boðaði tó frá í Havn, og haðani varð ringt til eigar- arnar av Keypssamtøkuni. Teir fóru beinanvegin av húsum og sóu innbrots- tjóvin inni í handlinum. Teir tordu tó ikki at fara inn, tí gerningsmaðurin bað teir sleppa sær burtur, og hann hevði ein hamara í hondini. Síðani varð løgreglan í Runavík tilkallað, men tá hon kom á staðið, hevði maðurin tikið til rýmingar. Eigarin kundi tó lýsa út- sjónd mansins, og hon minti nógv um lýsingina av tjóvinum, sum hevði brotið inn í Litaval vikuna framm- anundan. Løgreglan í Runavík sig- ur, at hon hevði havt henda mannin í kikaranum, og hann varð funnin og tikin sunnukvøldið. Maðurin, sum er 29 ára gamal, hevði brotið ein rút í garasjuhurðini og slapp soleiðis inni í goymsluna. Hann hevði tikið vekslipen- ingin úr kassanum, sum var 950 krónur. Harumframt hevði hann pakkað sær tveir stórar skrelliposar við tubbaksvørum. Hesar hevði hann tó ikki fingið við sær. Løgreglan upplýsir, at maðurin var ávirkaður, tá innbrotið varð framt, og at hann hevði verið inni í handlinum í einar fjøruti minuttir. Tá maðurin varð av- hoyrdur, viðgekk hann seg sekan í tveimum innbrot- um. Í seinastu viku tók hann nevniliga 10.000 krónur úr kassanum í Lita- val í Runavík. Hann er síðani leyslatin, men hann skuldi aftur til nærri avhoyringar mána- dagin. Fríggjanáttina leitaðu tveir misnýtarar, sum eru kendir hjá løgregluni, eftir heilivági. Hetta førdi til innbrot umborð á línubátinum Ægir, og teir vóru eisini á landssjúkrahúsinum, har teir leitaðu eftir rúsandi evnum LØGREGLUTÍÐINDI Stefan í Skorini Fríggjanáttina klokkan hálvgum fýra fekk løgregl- an ta fyrstu fráboðanina um teir báðar misnýtararnar, sum leitaðu eftir heilivági í Havn. Ein maður kom framvið línu- og snellubátinum, og hann sá, at heilivágskassin lá dekkinum. Hann boðaði løgregluni frá, og hon fann tveir mans við lummunum fullum av heilivági. Hesir vórðu tiknir á støðina til avhoyringar, men vórðu leyslatnir beinanvegin. Teir høvdu brotið ein rút niður í lugarið, har teir høvdu tikið ymiskt úr heili- vágskassanum. Harum- framt høvdu teir tikið neyð- rakettir og neyðbluss, sum teir tó høvdu tveitt frá sær, áðrenn løgreglan fann teir. Hundurin hjá løgregluni tevjaði seg tó skjótt fram til rakettirnar og blussini. Eisini høvdu menninir verið í stýrhúsinum og leit- að, men har var einki at finna. Fóru á landssjúkrahúsið Tá teir báðir menninir, sum vóru 41 og 30 ára gamlir, sluppu av støðini, hildu teir beina leið út á landssjúkra- húsið. Har fóru teir upp á deild 8, sum er intensiv deild. Á deildini høvdu teir leitað í øllum skápunum og í rullikassunum, sum verða nýttir til at trilla heilivágin runt á stovurnar til sjúkl- ingarnar. Teir høvdu tó ikki tikið nakað á landssjúkrahúsin- um uttan ein frakka hjá ein- um av starvsfólkunum. Hetta vóru somu menn, sum høvdu verið umborð á Ægir. Løgreglan metir hetta sera álvarsamt, tí sjúkling- arnir, ið liggja á deild 8, eru sera viðbreknir, og teir eiga altíð at liggja trygt. Tjóvur viðgekk seg sekan Kall og Tele F endaliga samanløgd í november Kall og Tele F fara eftir ætlan endaliga undir at leggja fyritøkurnar saman um miðjan november. Misnýtarar leitaðu eftir heilivági C M Y K 5 4