Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. oktober 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 18 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 199 - 16. oktober 2001 Nr. 199 - 16. oktober 2001 7 ENDURNÝTSLA Ingrid Bjarnastein Á Hagleiti, norðan fyri brennistøðina hjá IRF í Leirvík, er bygd ein høll. Hendan høllin er ein skiljihøll, ið er ætlað til at skilja og bunda pappír og papp frá húsarhaldum og virkjum, sum IRF nú fer í holt við at endurnýta. Síðani mai mánaða hevur IRF gjørt klárt til hesa endurnýtsluskipan, og hava teir savnað inn pappír og papp frá ávísum økjum. Nú eru allar maskinurnar royndarkoyrdar, og verða tær tiknar alment í nýtslu mánadagin 5. november. Skrivstovur og onnur starvsfólkahøli eru liðug, og ein seinasta hond verður nú løgd á at royna at hampa rundan um bygningin. Almenn móttøka verður í høllini hjá brennistøðini í hesum sambandi, mána- dagin 5. november klokkan 14.00. IRF: Skiljihøll tikin í nýtslu – Tað, sum hetta førdi við sær, er, at eitt skip, sum ætlaði at koma undir føroyskt flagg, blívur verandi undir útlendskum flaggi og eitt skip afturat verðuyr kroyst til at fara undir útlendskt flagg, sigur formað- urin í Reiðarafelag- num fyri Farmaskip FARMASIGLING Áki Bertholdsen – Hetta fer at føra við sær, at skip fara at verða kroyst úr føroyska farmaflotanum. Árni Joensen, formaður í Reiðarafelagnum fyri Farmaskip er alt annað enn nøgdur við sáttmálan, sum varð gjørdur við Skipara- og Navigatørfelagið leygar- dagin um um navigatørar- nar við farmaskipum. Árni Joensen sigur, at tað var ógvuliga óheppið, at ongin sáttmáli fekst fyri vaktar- og veitaraskipini. – Avleiðingin av sátt- málaloysinum er, at tað liggur fast, at eitt veitara- skip, sum skuldi koma undir føroysk flagg, ikki kemur kortini. – Samstundis er tað alt, sum talar fyri, at eitt annað skip eisini verður kroyst úr flotanum og fer undir út- lendskt flagg, tí er ongin sáttmáli, fáa tey ikki siglt undir føroyskum flaggi . Hvat viðvíkur teimum smærru skipunum, dugir Árni Joensen ikki at meta um, hvat hendir. – Tey hava siglt í fleiri ár við ongum sáttmála og spurningurin er, um tað er neyðugt við sáttmála. Men vit hildu, at best var at fáa skipað viðurskifti á økin- um. Tað gekk ikki og nú er óvist, hvat hendur. Hækkar ov nógv Annars sigur Árni Joensen, at nýggi sáttmálin fyri tey vanligu farmaskipini ger, at kostnaðarstøðið hækkar alt ov nógv. – Vit síggja tann nýggja sáttmálan sum eina stóra hóttan ímótai føroyskari farmasigling. Inntøkurnar hjá vinnuni hækka ikki fyri tað um hýrurnar hækka, tí marknaðurin betalir ikki hægri farmagjøld til før- oysk skip, enn hann betalir fyri onnur skip. So tá ið hýrurnar hækka, verður bara minni eftir til onkran annan. – Samstundis er kapp- ingin sera hørð á økinum og vit kappast við eina útlendska vinnu, ið fær nógv størri studning enn vinnan í Førooyum fær. – Skipara- og Navigatør- felagi leggur eitt krav fyri okkum um at fáa hýrurnar upp á danskt støði. Men danska DIS skipanin ber nógv størri studning í sær enn tann føroyska FAS skipanin. Sostatt ber ikki til at samanbera støðuna treytaleyst, tí í Føroyum er ongin til at betala gloppið, sum er ímillum studningin í DIS skipanini og tann í FAS skipanini. Men Árni Joensen sigur, at tað er ein politiskur spurningur, sum hann onga ávirkan hevur á. Meta um støðuna Hann er heldur ikki samdur í hýrurnar í Føroyum eru á lægri støðið, enn tær eru uttanlands. – Hýrurnar í Føroyum eru fult á hædd við hini norðanlondini og í summ- um førum hægri. Sjálvsagt finnast hýrur onkustaðni, sum eru hægri, men tað eru sanniliga eisini nógvar, sum eru lægri. Hann sigur, at støðan í Føroyum ber í sær, at tey, sum hava møguleika at koma undir føroyskt flagg, gera tað ikki, tí so koma tey aloftast undir eitt hægri kostnaðarstøði, enn tey eru á nú. – Og at fara undir útlendskt flagg, kunnu øll føroysk skip gera, um tað verður óliviligt í Føroyum. – Tað eru metingar, sum hvør einstakur má gera sær. Er tað so vandi fyri, at skipini hjá Skipafelagið fær undir útlendskt flagg? – Tað er ikki ein spurn- ingur, sum vit hava við- gjørt, ella hava tikið støðu til. Men vit eru í harðari kapping, har tað ikki er rúmd fyri ov stórum hækk- ingum. Vit hava farma- flutning á vinnuligum grundarlagi og tað skal sjálvsagt kasta nakað av sær. Tí mugu vit altíð meta um tær treytir, vit hava at virka undir, tí viðskifta- fólkini vilja ikki betala okkum hægri farmagjald fyri tað um okkara kostn- aðarstøði er hægri. Og at fara undir útlendskt flagg, er ein møguleiki, sum øll hava, sigur Árni Joensen. Skip kroyst úr føroyska flotanum At fara undir útlendskt flagg er ein møguleiki, sum øll føroysk skip hava. Og vit mugu alla tíðina meta um tær treytir, vit hava at virka undir, sigur Árni Joensen, formaður í Reiðarafelagnum fyri Farmaskip og stjóri í Skipafelagnum Eftir umstøðunum er formaðurin í Skipara- og Navigatør- felagnum nøgdur við sáttmálan, sum varð gjørdur leygardagin fyri navigatørararnar við farmaskipum SÁTTMÁLASEMJA Áki Bertholdsen – Vit høvdu ætlað okkum meiri. Men sum umstøð- urnar lagaðu seg, eru vit nøgdir. Ellintur Abrahamsen, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum letur ikki illa at, nú tað loksins eydnaðist at fáa semju í lag fyri navigatørararnar, sum sigla við farmaskipum. Tað var nú seinnapartin leygardagin, at Skipara- og Navigatørfelagið skrivaðu undir nýggjan sáttmála við Reiðarafelagið fyri Farma- skip um navigatørararnar við farmaskipum. Ellintur Abrahamsen sigur, at eftir umstøðunum eru teir nøgdir við sátt- málan, tí hann heldur, at tað var trupult at fáa meiri burturúr, tá ið aðrir sáttmálar vóru gjørdir frammanundan, tí tað fekk ávirkan á hendan. Sáttmálin ímillum Skip- ara- og Navigatørfelagið og Reiðarafelagið fyri Farma- skip gekk út 1. mars í ár, so tað hevur gingið strilti at fáa nýggjan sáttmála. – Eg vil tó ikki siga, at sjálvar samráðingarnar hava gingið so illa. Men tað hevur gingið strilti at fáa gongd á samráðingarnar og tað hevur verið langt ímillum samráðingarfund- irnar. – Tá ið vit so fóru undir veruligar samráðingar, gekk tað ikki so galið, heldur Ellintur Abraham- sen. Gevur gott 20% Ellintur Abrahamsen sigur, at hesin sáttmálin gevur navigatørunum við farma- skipum eina lønarhækking upp á gott 20% um árið, tá ið allir snøklar eru taldir við. Talan er um ein tvey ára sáttmála og í beinleiðis lønarhækking gevur sátt- málin navigatørunum 3% afturat 1. mars í ár og aftur 3% 1. mars komandi ár. Men harafturat gevur sáttmálin navigatørunum tríggjar frídagar afturat í ár og aftur tríggjar frídagar afturat næsta ár og at enda tveir frídagar afturat seinni. Tvs at tá ið hetta sáttmála- skeiðið er runnið, hava navigatørarnir fingið átta frídagar afturat um árið. Harafturat blivu ald- ursvíðbøturnar hækkaðar eitt sindur. Somuleiðis er bøtt um umstøðurnar í sambandi við sjúkradagpening. Áður hava navigatørar havt rætt til sjúkradag- pening í fýra mánaðir. Men nú hava teir fingið rætt til sjúkradagpening í seks mánaðir, um teir annars hava seks mánaða uppsagn- artíð. Tvs. at rætturin til sjúkradagpening fylgir uppsagnartíðini. Elllintur Abrahamsen sigur, at sáttmálin hjá navigatørunum var aftur- útsigldur afturímóti øðrum sáttmálum. – Hann er enn í lægra lagi, men vit vit hava vunnið nakað innaftur og vit hildu ikki, at vit komu longri í hesum umfarinum, sigur Ellintur Abrahamsen. Men, sum tað sæst á aðrari grein her í blaðnum, er sáttmálin ikki galdandi fyri vaktar- og veitingar- skip í oljuvinnuni Sáttmálin, sum Skipara- og Naviga- tørfelagið gjærdu leygardagin, er ikki galdandi fyri vaktar- og veitingarskip í oljuvinnuni SÁTTMÁLA- SAMRÁÐINGAR Áki Bertholdsen Hóast Skipara- og Naviga- tørfelagið og Reiðarafe- lagið fyri Farmaskip skriv- aðu undir nýggjan sáttmála leygardagin, eru ikki allar súður syftar. Sum tað sæst í aðrari grein í blaðnum í dag, gjørdu partarnir sáttmála seinnapartin leygardagin. Men hesuferð er tað felt niður í sáttmálan, at hann er ikki galdandi fyri vaktar- og veitingarskip í oljuvinn- uni. Ellintur Abrahamsen, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum, sigur, at tað skulu tveir sáttmálar gerast fyri hesar báðar skipabólkarnar, ein fyri tey smærru vaktarskipini og ein fyri veitingarskipini. Nær tær samráðingarnar verða, er ikki greitt enn. Ellintur Abrahamsen væntar tó ikki serligar trupulleikar av hesum báðum sáttmálunum í hvussu so er væntar hann ikki at trupulleikar fara at standast av at fáa semju um sáttmálan um tey smærru vaktarskipini, ið liggja uppi yvir boriholum, kaðal- um og tílíkum. Hinvegin er tað longri ímillum partarnar í spurn- inginum hin sáttmálan, ið skal gerast. Hann er serliga um vaktarskipini og veit- ingarskipini, ið, m.a. hava til uppgávu at ansa eftir fólki og plattformum o.s.fr. Ætlanin var at samráðast hesar báðar sáttmálarnar samstundis sum samráðst varð um sáttmálan, sum varð undirskrivaður leygar- dagin, men tað gekk ikki og tí mugu samráðingar verða seinni. LØGREGLUTÍÐINDI Stefan í Skorini Leygarnáttina fekk løg- reglan í Vágunum frá- boðan um harðskap í eini veitslu í Sørvági. Ein varð skallaður so illa, at hann mátti undir lækna- hond. Løgreglan veit, hvør gerningsmaðurin er, men hevur ikki funnið hann enn, hóast hon hevur roynt at leita í Vágunum. Somu nátt varð læknin aftur boðsendur til dans- in í Miðvági, har ein var dottin so illa, at hann hevði fingið eina rivu í andlitið. Herverk varð eisini framt leygarkvøldið á Hotel Vágum. Onkur hevði brotið tann stóra rútin við høvuðsdyrnar, men løgreglan tekur ikki tað málið upp, tí eigarin greiðir sjálvur málið. INNBROT Stefan í Skorini Løgreglan í Runavík hevur havt nóg mikið at síggja til við innbrotum seinastu dagarnar. Leyg- arnáttina hevði onkur aftur verið uppá spæl. Tað var í kioskini Bonus á Glyrum. Gernings- maðurin slapp inn ígjøg- num eina lúku, sum fyrr varð nýtt til at avgreiða viðskiftafólk. Eingin peningur var í kassanum, men gern- ingsmaðurin hevur tikið fleiri kartong av sigarett- um og aðrar handils- vørur. Hesin er neyvan tann sami, sum framdi inn- brotið í Keypssamtøkuni og í Litaval. LØGREGLUTÍÐINDI Stefan í Skorini Leygarkvøldið fekk ein bussur skaða av tí nógva vindinum, sum var hetta kvøldið. Hann koyrdi millum Sund og Kald- baksbotn, tá ein strong hvirla, tveitti skerv og grús móti bussinum. Bussurin fekk skaða av steinsløgum framman og á høgru síðu. Ógvu- liga nógvur vindur var á Kaldbaksfirði leygar- kvøldið. Ættin var út- synningur vestan, sum er ringasta ætt á firðinum. LØGREGLUTÍÐINDI Stefan í Skorini Leygarnáttina fekk løg- reglan eina falska frá- boðan. Ein ringdi, upp- gav skeivt navn og segði, at ein varð stungin niður í badmintonhøllini. Løgreglan fór beinan- vegin á staðið, og sjúkra- bilurin varð eisini boð- sendur. Alt var tó stilt og friðarligt, tá løgreglan kom niðan. Hetta verður tikið ógvuliga álvarsamt, og tí verður málið kannað nærri. Fingu góð 20% í lønarhækking Hóast tað er langt síðani, at sáttmálin fór úr gildi, heldur formaðurin í Skipara- og navigatørfelagnum, at tað hevur ikki gingið so galið við sjálvum samráðingunum Mugu samráðast einaferð afturat Hóast Skipara- og Navigatørfelagið gjørdi sáttmála við Reiðarafelagið fyri Farmaskip, eru partarnir ikki lidnir at samráðst, tí nú skulu tveir sáttmálar afturat gerast fyri vaktar- og veitingarskipini í oljuvinnuni Fóru til hendurs í Sørvági Innbrot í Bonus Bussur fekk skaða av vindi Følsk fráboðan C M Y K 7 6 Sky digital og Orbit Network. Kort og móttakari, alt fæst nú á einum stað. á tlf 421411 ella 255328 Fí ú Kortsáttmála beinleiðis við Sky Digital. Sjálvandi tann tryggasta loysnin. SERTILBOÐ 4.995,- prísur avmarkað nøgd Brúktir bilar til sølu Sosialurin - 311820 www.ivan.fo OG FLEIRI AÐRAR BRÚKTAR BILAR SO HYGG INN Á GÓLVIÐ OG FÁ EITT GOTT TILBOÐ! www.ivan.fo Verksmiðjumerki Suzuki Baleno 1,3 3h Mitsubishi Pajero 3h van Mitsubishi Lancer 1,5 EXE Citroën ZX 1,4i Citroën ZX 1,4i Image 5/h Mitsubishi Galant 2,0 GTi Ford Escort 1,8D CLX Honda Accord 1,8i HB Honda Civic 1,4i 4h Mitsubishi Pajero 2,5TD Kia Sportage 2,0i km. 110.500 208.500 118.000 103.000 83.500 170.000 187.000 54.000 118.500 220.000 42.500 mán. mai sep. jun. aug. mar. mai nov. apr. des. okt. okt. árg. 1996 1986 1992 1995 1996 1989 1995 1998 1995 1986 1997 søluprísur 55.000,- 60.000,- 65.000,- 70.000,- 70.000,- 65.000,- 60.000,- 140.000,- 85.000,- 30.000,- 100.000,- www.sosialurin.fo