fríggjadagur 1. mai 2009síða 44
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
44
Nr. 83 - 1. mai 2009
tíðindi
Navnframa ráðstevnan, ið júst er
vorðin hildin í Genève, er fram
haldið av “World Confe rence
against Racism, Racial Dis crimi
nation, Xenophobia and Related
Intolerance”, ið varð hildin í
Durban í 2001. Tað var triðja
antirasismuráðstevnan hjá ST.
Liðug beint áðrenn álopini 9/11,
endaði hon sambært nógvum av
luttakarunum sera jaligt, við
einari vón um at fáa bilbukt við
rasismu. Tó lótu ikki øll væl at;
USA og Ísrael fóru sum mótmæli
móti ákoyringunum móti Ísrael,
ið sum tað einasta landið bleiv
tikið fram sum rasistiskt.
“Durban Review Conference”,
eisini nevnd “Durban II”, skuldi
kanna, hvat er gjørt móti rasismu
síðan 2001. Men ráðstevnan kom
skjótt at snúgva seg um annað
enn rasismu – spurnartekin
vórðu sett við ST, og nógv lond í
vestur heiminum hóttu við als
ikki at taka lut. Fyrivarnið hjá
teimum snúði seg um tvey mál:
Ísrael og talufrælsi. Londini
tosaðu beinleiðis um “reyðar
linjur”, ið ikki mátti farast tvørt
ur um, kanska sum mótsvar móti
“reyðu linjunum” hjá muslimsk
um londum við felagsskapinum
OIC á odda. OIC hevur leingi
arbeitt fyri at banna tí, felags
skapurin rópar “ærumeiðing av
religión”. Hugtakið hevur verið
til í SThøpi í eini 10 ár, men
hevur vunnið støðugt meira fram
seinastu árini, t.d. aftan á donsku
Muhammedtekningarnar. Men
hugtakið ærumeiðing av religión
snarar mannarættindunum, siga
kritikkarar, so tey í staðin fyri at
verja einstaklingar, verja tankar.
Sostatt kann ST gerast júst ein
sovorðið totalitert vald, ið felags
skapurin aftan á 2. veraldar
bardaga varð settur á stovn ímóti.
Bleytt jihad?
Orðini hjá kanadiumanninum
Ezra Levant um “bleytt jihad”
lýsa óttan í nógvum vestur
lendskum londum undan
ráðstevn uni – ”um ein herur
kom til strendur okkara og bað
okkum strika javnrættindi hjá
konufólki og talufrælsi, høvdu
vit vart okkum sjálvi. Men tá
sakførarar og lobbyistar koma,
verða vit ørkymlað”.
Longu teksturin frá “World
Conference against Racism,
Racial Discrimination, Xeno
phobia and Related Intolerance”
í 2001 bleiv hildin at vera kontro
versjellur, og fyrireikingarnar til
”Durban Review Conference”
vórðu sum sagt merktar av øsing
og stríði. Kanada boykottaði
beinanvegin ráðstevnuna, eins og
Ísrael. Ein arbeiðsbólkur undir
ST við Libya á odda fyrireikaði
tekstin, ið skuldi mynda enda
úrslitið av ráðstevnuni. Fyrsta
uppkastið kom í januar, fult í
formuler ingum, ið buðu vestur
lendskum londum ímóti – t.d.
varð heitt á limalondini um at
“steðga nega tivum stereotypum
av religíøsum persónum, bókum,
skriftum og súmbolum” og
beinleiðis at “avmarka talufrælsi
við lóg.”
Nú hóttu ESlondini (ósamd
innanhýsis) við eisini at boy
kotta, eins og USA tók seg úr
fyrireikingararbeiðnum. Síðani
vórðu nýggj uppkøst gjørd; tað
seinasta var eftir harðar sam
ráðingar klárt vikuskiftið áðrenn
ráðstevnan skuldi byrja. Í tí
uppkastinum, nógv stytt, varð
hvørki sipað til Ísrael ella æru
meiðing av religión – teksturin
tók tó, sum framhald av “World
Conference against Racism,
Racial Discrimination,
Xenophobia and Related Intole
rance”, undir við yvirlýsingini
frá 2001.
Hóast semja var um nýggjasta
uppkastið, var til tað allarsíðsta
ivi um luttøkuna hjá fleiri
londum. Endin var, at USA,
Italia, Ný Sæland, Týskland,
Eysturríki, Niðurlond og Pólland,
umframt Kanada og Ísrael, vóru
verandi við hús. Fyriskipararnir
av ráðstevnuni vóru vónsviknir,
og søgdu seg ongar ordiligar
forkláringar hava fingið. Rósti
Yuri Boychenko, ið hevði leitt
seinastu samráðingarnar fyri
ráðstevnuna, helt boykottini
snúgva seg um nakað annað enn
sjálvan tekstin, og tey boykott
andi londini fingu nógv prik á
ráðstevnuni, samstundis sum tað
í heilum varð heitt á tey at koma
við aftur.
Ráðstevnan vardi í fimm
dagar, og har gekk umframt
arbeiðið fram móti einum enda
ligum teksti mangt og hvat fyri
seg. T.d. var ein demonstra sjón
fyri Ísrael, ein onnur fyri
Palestina, ein triðja fyri tamilsku
tikararnar; har var minningarhald
fyri Holocaust, offur fyri rasismu
fortaldu um uplivingar sínar,
NGO’arar skipaðu fyri pallborðs
fundum. Men fram um alt var
”Durban Review Conference”
ein endalays røð av røðum.
Vesturheimurin
verstu rasistarnir
Iranskur presidentur og enfant
terrible var Mahmoud
Ahmadinejad fyrstur á
røðarapallinum. Kendur fyri
kontroversjellar útsagnir, kann
tað tykjast løgið, at ST loyvdi
Ahmadinejad fyrst fram at á
viðbreknu ráðstevnuni, men tað
var tí, at hann sum stjórnarleiðari
hevði hægst status. Hann tosaði
leingi, og tey, ið væntaðu øsing,
vórðu ikki vónsvikin.
Sum vant setti hann spurnar
tekin við ”ivasama” Holocaust,
ið varð nýtt sum ”undanførsla at
seta á stovn heimsins mest rasist
iska stat, Ísrael”. Hann tosaði um
”fólkadráp” á palestinensar, og
fanst eisini hvassliga at ST, ið
”krevur, at onnur lúka krøv, sam
stundis sum felagsskapurin
sjálvur er ódemokratiskur” vísti
serliga til trygdarráðið og veto
rættin har. Vesturheimurin er
eisini upprunin til búskapar
kreppuna, men leggur einki í
avleiðingarnar fyri restina av
heiminum. Ahmadinejad segði
seg ”hoyra rivurnar í súlunum
undir heimskúgan; politiskar og
búskaparligar skipanir vóru við
at fara í skelk”, og hann mælti til
at venda kósini, venda aftur til
andalig virðir. Atlit mugu takast
til Gud og plássið hjá menniskj
anum í skaparaverkinum, um
man ætlar sær at skipa heims
viðurskifti í felag.
Ahmadinejad byrjaði røðuna
við eini bøn, har hann m.a. bað
um frið. Varð avbrotin av
mótmælum – ung fólk í fívla
parúkki og reyðari nøs róptu
”rasist!”, og onkur teirra blakaði
reyða nøs eftir honum. Mót
mælararnir vóru franskjødiskir
studentar frá NGOfelags skap
inum ”L‘Union des Etudiants
Juifs de France”. Men eisini
umboðini hjá ESlondunum
reistust og fóru út sum mótmæli
her vóru fleiri ”reyðar linjur”.
Tjekkia, ið hevur ESfor mans
skapin, fór heilt av ráðstevnuni
(eftir tað tosaði Svøríki sum
umboð hjá ES).
Á tíðindafundinum aftan á
endurtók Ahmadinejad atfinn
ingarnar móti vesturheiminum
(ið helst vendu sær móti
áhoyrarunum heima í Iran, har
val skjótt verður) – hví boy
kottaðu summi lond? Stuðlaðu
tey kanska rasismu? Og ST sum
súmbolið upp á demokrati og
talufrælsi átti ikki at verið
intolerant og ikki lurta eftir
røðum hjá øðrum! Sjálvur hevði
Ahmadinejad lurtað eftir Obama!
Vesturheimurin var ”arrogantur
og sjálvupptikin”. Presidenturin
nevndi eisini, at tað vóru fá, ið
vóru farin úr salinum – fá, men
kortini vilja hesi kroysta virðir
síni oman yvir heimin. ST er ein
av hættunum, og eisini NATO, ið
er ein undanførsla fyri at blanda
seg uppí. NATO er ”ekstrem
isma”, og allur harðskapur í
arabiska heiminum er orsakað av
ávirkanini uttanifrá.
Tey flestu tóku beinanvegin
frástøðu frá røðu Ahmadinejads.
Uttanríkisráðharrin hjá Noregi,
Jonas Gahr Støre, var á skránni
beint aftaná, og hann talaði greitt
móti Ahmadinejad – segði
iranska presidentin hava nýtt
talufrælsið, ið hann hevði allan
rætt til, men at hann við
úttalilsum sínum hevði gjørt júst
tað, ráðstevnan vildi berjast
ímóti: at eggja til hatur, ótta og
intoleransu. Ahmadinejad hevði
”hertikið felags royndirnar hjá so
mongum” um semju. Eisini
fyrireikararnir av ráðstevnuni,
við Navi Pillay á odda, mæltu í
tíðindabrøvum til ikki at geva
sær far um Ahmadinejad, ið tey
søgdu royna at spreiða polari
sering og spilla ráðstevnuna. Tó
kom óhepna byrjanin á at merkja
restina av ráðstevnuni.
OIC
Ekmeleddin İhsanoİlu,
aðalskrivarin hjá OIC, var í røðu
síni als ikki eins hvassorðaður og
iranski presidenturin. Hann legði
dent á, hvussu væl OIC hevði
samstarvað um ráðstevnuna. Í
OIC var var man serliga
forharmaður um øktu islamofobi
ina síðan 9/11, og ikki minst í tí
viðfanginum ærumeiðing av
religión. Ærumeiðing av religión
er nemliga moderna rasisma, ið
elvir til meira islamofobi, við
talufrælsi sum skálkaskjól, helt
İhsanoİlu, hvørs felagsskapur
annars ”absolutt tekur undir við
talufrælsi”. Eisini egyptiski
røðarin segði tað vera púra greitt,
at rasisma, serliga móti
muslimum, er økt seinastu árini.
At halda lóggávu móti eggjan til
hatur muna móti ærumeiðing av
religión, er eitt mistak.
Somuleiðis mælti pakistanska
umboðið til lóggávu móti
ærumeiðing av religión fyri at
forða fyri islamofobi,
grýluklæddum sum talufrælsi.
Á einum pallborðsfundi móti
islamofobi undirstrikaði sendi
maðurin hjá OIC, Babacar Ba, at
islam einki hevur við terrorismu
at gera, men at 9/11 tíverri
verður nýtt sum undanførslu fyri
at fáa fólk at halda tað. 9/11 er
ein paraply til at leypa á
muslimar og skapa spenning.
Leiðarin í Islamic Human Rights
Commission í London, Massoud
Shadjareh, segði kanningar vísa,
at 89% av bretskum muslimum
kendu seg raktar av islamofobi.
Talufrælsið – ið Babacar Ba og
OIC taka undir við verður
misnýtt til at brennimerkja,
”undirgrava” og stereotypisera
muslimar. At ærumeiða religión
brennierkir tey trúgvandi, og tey
verða demoniserað. Sostatt er
ærumeiðing av religión rasisma.
Michel Warschawski, jødiskur
antizionistur, var enn meira
víðfevnandi. Hann helt á sama
pallborðsfundi fyri, at
neokonservativar kreftir í
vesturheiminum í nógv ár hava
lagt ein globalan fígginda til
rættis, sum propagandatól. Í
byrjanini var fíggindin
terrorisma, síðani islamistisk
terrorisma og nú bara islam.
Vesturheimurin noktar nemliga at
geva skarvin yvir sum koloni
harri í heiminum. Múrurin í
Ísrael er sum enn ein Berlin
múrur – ímyndar av nýggjum
sundurbýtið millum ”siviliserað”
og ”barbarar”. Múrurin er ein
liður í at rekolonisera heimin, ið
annars er støðugt meira
avkoloniseraður síðstu 50 árini.
Nógv umrøddu ”reyðu linjurnar”
eru luksus hjá arroganta vestur
heiminum, ið við teimum bæði
boykottar og avger skránna á
ráðstevnuni.
Ákærurnar hjá Warschawski
móti vesturheiminum bera brá av
konspirasjónsteori, og kanska
ekkóa speglvent óttanum hjá
Levant fyri ”bleytum jihad”.
Tað kann tó tykjast ironiskt at
leggja muslimsku londini undir
fjaldar dagsskráir, tá tað er júst
tað, nógv teirra ákæra vestur
heimin fyri. T.d. rópti Ahmadine
jad í røðu síni hersetingina av
Irak eina undanførslu fyri at
ræna olju og stuðla vestur lendsk
um vápnaframleiðarum.
Sum heild løgdu allir partar
hvønn annan undir lótir, skálka
skjól og undanførslur.
Burturbrøgd
Danski granskarin Lars Erslev
Andersen hevur rópt donsku
Muhammedtekningarnar eitt
burturbragd, og eina einfalda
metafor fyri stríðið um virðir í
Miðeystri. Tekningarnar vóru
muslimum ein einføld ímynd
uppá, hvussu vesturheimurin
onga virðing hevur fyri islam, at
vesturheimurin einans ynskir at
spjaða sínar sekuleru tankar, at
stríðið fyri talufrælsi er eitt stríð
fyri rættinum at berjast móti
Sameindar ella stríðandi tjóðir?
Billa Sondum er í ferð við at skriva serritgerð í religiónsfrøði á
Københavns Universiteti, har hon skrivar um nógv umrøddu
ST-ráðstevnuna »Durban Review Conference«. Hon dekkaði eisini hesa
ráðstevnu fyri Sosialin.
“Um páfuglurin dansaði í jungluni, hvør sá hann tá?” segði Asma Jahangir
nýliga á tíðindafundi - hon gramdi seg um lítla áhugan fyri manna-
rættindaarbeiðnum hjá ST. Men manglandi umtalu kann sonevnda “Durban
II” avgjørt ikki leggjast undir – sera nógv rok hevur verið um ráðstevnuna, ið er
vorðin skýrd alt frá “bleytt jihad” til part av “zionistiskari samansvørjing”