Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-01, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. mai 2009síða 45

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

45 tíðindi Nr. 83 - 1. mai 2009 islam, og hvussu vesturheimurin liggur eftir muslimum. Av tí at tekningarnar raktu allar muslimar og ikki vóru knýttar at konkretum politikki í arabiska heiminum, vóru tær ein ”ber” framsøgn, og tískil sera nýtiligar at savnast um. Arabiskar stjórnir, t.d. Syrien, kundu brúka Muhammedtekningarnar til at skapa eitt sjáldsamt samband við islamistarnar, sum tær annars ofta verða lastaðar av. Boðskap­ urin um markið fyri vestur­ lendskum sekulariseringsábøtum varð sendur vesturheiminum, samstundis sum kritikkurin frá islamistunum varð snaraður burtur frá stjórnunum sjálvum. Altjóða stríðið um virðir er altso ­ umframt vent móti vestur­ lendska politikkinum hjá miðeystri ­ ikki minst eitt innanhýsis stríð í arabiska heiminum. Somuleiðis kann OIC, felagsskapurin hjá muslimskum londum, savnast um ”æru­ meiðingina av religión”. Danski granskarin Karina Pulz hevur víst á, hvussu málið um donsku muhammedtekningarnar hevur styrkt OIC. Har tey 57 lima­ londini fyrr hava verið ósamd, hevur andstøðan móti Muham­ medtekningunum kunna savnað tey, og við einum lítlum, týdn­ ingarleysum landi í Norður­ londum sum mál fyri atfinn­ ingunum. Har OIC fyrr var ókendur á internasjonala leik­ pallinum, verður felagsskapurin nú sæddur sum legitimt umboð hjá muslimskum londum; verður boðin við á fundir, lurtaður eftir og tikin í álvara. At tað eisini hevur verið so nógv rok um Durban II, og at ráðstevnan hevur verið umrødd á hendan hátt, hevur sambært Karinu Pulz givið OIC ein leiklut at spæla. Annars hevði ikki verið so nógv við OIC. Sum Daoud Abdullah frá enska Palestinian Return Centre (PRC) segði: “um vit ikki kunnu hata tað, vit ikki eru, kunnu vit ikki elska tað, vit eru”. Men Abdullah legði vesturlendsku islamo­ fobunum tey orðini í munnin. Aðrar muslimskar røddir Kjakið um virðir og maktin at definera hugtøk kann tykjast sum luft og ”pr­stunt”, men ivi skal ikki vera um, at tað kann fáa sera ítøkiligar avleiðingar. Ikki minst hjá fólkinum í teimum muslimsku londunum, ið føra fram hugtakið ærumeiðing av religión. Hossam Baghat frá egyptiska NGO­felagsskapinum Cairo Institute for Human Rights Studies (CIHRS), mælti á pallborðsfundi staðiliga frá at banna ærumeiðing av religión – tað hevði hvørki elvt til meira tolsemi ella vart minnilutar, segði hann. Tvørturímóti er tílík lóggáva ofta ætlað til at verja meirilutan; tað er lóg, ið beinleiðis býður til misbrúk. Moataz el Fegiery úr CIHRS segði somuleiðis religión vera nýtta sum undanførslu til at kúga minnilutar og akademiskt frælsi. Tó helt Baghat ikki, at royndirnar at fáa ærumeiðing av religión bannað í ST einans eru framhald av innanríkispolitiki í arabisku londunum, sum onkur hevur meint. Keldan er tann sama, so málini eru knýtt. Men ærumeiðing av religión verður nýtt øðrvísi uttanríkis ­ í ST er tað opportunistiskt politiskt amboð til at flyta uppmerksemið frá brotum á mannarættindi heima, og at polarisera Manna­ rættindaráðið og ST sum heild, segði Baghat. Hann nevndi eisini, at arabiska mótstøðan móti Muhammedtekningunum ikki var spontan – hon var skipað, og reaksjónirnar komu ikki fyrr enn mánaðar aftan á, at tekningarnar vóru prentaðar. Nemliga aftan á ein OIC­fund! Særdu kenslurnar av ærumeiðing av religión er altso politikkur. Umvent fýltist Baghat eisini á, at umrøða í vesturheiminum av mannarættindabrotum í mus­ limska heiminum, ikki altíð stendst av reinlyntari samkenslu við offrunum, men bert fyri at tala at muslimska heiminum. At droppa ST og lata víðgongdar kreftir yvirtaka pallin, er at sleppa mannarættindaarbeiðnum upp á fjall. Manna rættinda­ aktivistar í arabiskum londum vórðu sera vónsviknir av avgerðini hjá USA og øðrum vesturlendskum londum at boykotta ráðstevnuna, segði Baghat. Ærumeiðing av religión Og hvussu bleiv so við ”ærumeiðing av religión”? Longu 2. dagin varð endaligi yvirlýsingin samtykt; sami tekstur, sum bleiv til reiðar beint undan ráðstevnuni. Sambært Navi Pillay, ST­hásendiharra í mannarættindum, var teksturin ein semja, ið einki land var púra nøgt við, men hin vegin heldur ikki púra ónøgt við. Evropeisku londini fingu ikki seksuella orientering við í tekstin. Men diskriminasjón av samkyndum er heldur ikki beinleiðis rasisma, og er kanska umfatað av ”skyldari intoleransu”, ið var við, helt Rupert Coleville, talsmaður hjá hásendiharranum. Tað ljóðaði á Pillay, sum vóru tað mest tey muslimsku londini, ið høvdu bakkað ­ tað varð ikki funnist serliga at Ísrael, og tey sleptu krøvunum um ærumeiðing av religión. Í staðin fyri ærumeiðing av religión mælir yvirlýsingin nú til at banna ”eggjan til hatur”. Málið er afturvendandi havt á lofti í ST, og t.d. hava tey sonevndu ”special rapporteurs”, Asma Jahangir og Doudou Diène, skrivað um tað. Tey mæltu til altíð at avmarka talufrælsið allarminst møguligt, og tí sleppa ”ærumeiðing av religión” til frama fyri ”eggjan til hatur”. Ikki minst er síðstnevnda eitt viðurkent hugtak í løgfrøði, har fyrrnevnda er einans eitt sosiologiskt hugtak, ið gongur ímóti galdandi lógum, segði Diène. At kalla ærumeiðing av religión fyri rasismu og harvið brot á mannarættindini, er at blanda religión og rasu í eina rótasúpan, ávaraði Jahangir. Religión er subjektiv, og til ber tí objektivt at finnast at religión. Men objektivar atfinningar móti rasu eru ómøguligar. Hugtakið ”ærumeiðing av religión” hevur einki løgfrøðiligt virði. Tað hóskar ikki í karmarnar hjá mannarættindum. Tala skal møtast við meira talu, segði Jahangir. Hvat so eggjar til hatur kann uttan iva tulkast og misnýtast, men sum dømi um oyðandi haturstalu nevndu tey útvarp í Rwanda, har mælt varð til at ”drepa kakerlakkirnar”. Tílíkar lógir finnast mestsum allastaðni, t.d. í Evropa. Egyptiski mannarættinda­ aktivisturin, Bagaht, segði tað vera eitt týðandi bragd, at man megnaði at sleppa hugtakinum ærumeiðing av religión. Minnilutar í muslimskum londum merkja á egnan kropp veruleikan knýttan at ynskinum um tílíka lóggávu. Men Baghat var vónsvikin av boykottandi londunum. Ikki at taka lut er at vera við til at elva til split og polarisering, segði hann. Bardagi millum sivilisasjónir Fleiri ferðir vístu luttakarar á ráðstevnuni til ástøðið hjá samfelagsfrøðinginum Samuel Huntington um ”Clash of Civilizations” ­ um hvussu stríðið í heiminum aftan á kalda kríggið ikki longur fer at vera millum vesturheimin og Sovjettsamveldið, men millum ymiskar mentanir. Sambært Huntington kann heimurin býtast upp í einar 7­8 sivilisasjónir ­ "tann vesturlendska", "konfusi­ anistisk­kinesiska", "japanska", "islamiska", "hindu", "slavisk­ ortodoksa", "latínamerikanska" og "afrikanska”. Teoriin um samanbrestir millum mentanir hevur verið fyri nógvum atfinningum, men kortini verður sera ofta víst til hana, ikki minst aftan á 11. september – av tí at teoriin er vorðin so nógv siterað, er hon kanska ein sjálvupp­ fyllandi profeti, heldur onkur: ein funnin fressur hjá teimum (t.d. fundamentalistum), ið heldur vilja síggja munir enn líkskap í internasjonalum politikki. ”Clash of Civilizations” vendi í heilum aftur á ráðstevnuni. Øll tóku frástøðu frá tí. Men tað er samstundis merkisvert, at tey føldu trongd til at nevna hugtakið. Tað er ein einfaldur karmur um kensluna av altjóða stríðnum um virðir. Hvat kom so burturúr? Ráðstevnan “Durban Review Conference” hevur fingið ringa umtalu. Útlitini vóru eisini vánalig aftan á fyrsta, grefliga uppkastið til eina yvirlýsing, men tað tykist í umtalini av ráðstevnuni næstan ynski vera um, at hon skuldi miseydnast, og veruleikin liva upp til ímyndirnar um ein heim í tvíningum. Ein atvold kann vera fjølmiðlarnir, ið hava áhuga í stríði og ósemjum, gjarna við tveimum pørtum – eg hoyrdi t.d. “this is good stuff!” bresta úr einum glaðum blaðmanni aftan á tíðindafundin við Ahmadinejad. Samstundis hevur ringa umrøðan ikki hevur verið til fánýtis – tí tað eydnaðist at venda gongdini móti skerjing av talufrælsi; at gevast við at veita hugtakinum “ærumeiðing av religión” løgfrøðiligan legitimitet. Somuleiðis endaði ráðstevnan kanska sum ein sigur á spjaðandi kreftunum, ið vilja máa grundina undan ST og altjóða samstarvi. Forsprák­ ararnir fyri banni av “ærumeið­ ing av religión” venda aftur, men hetta var teimum ein álvarsamur smeitur. Internasjonala sam­ felagið tók frástøðu frá roynd­ unum at avmarka talufrælsið og blanda religión og politikk, og ráðstevnan varðveitti so dánt fokus á mannarættindini. Sum yvirlýsing er teksturin, ið londini samdust um, ikki bindandi. Yvirlýsingin orðar normar, man er samdur um, og skulu setast í verk. Týdningurin av ST­yvirlýsingum skal tó ikki undirmetast, serliga sum frá líður. Øll brúka orðatilfariðj hjá ST, hóast sera ymiskar uppfatanir av týdninginum liggja aftanfyri. T.d. helt Ahmadinejad uppá, at onnur skuldu vera tolerant við sær og lata hann brúka sítt talufræsi; øll londini, ið vildu banna ærumeiðing av religión, undirstrikaðu í sama viðfangi eisini týdningin av talufrælsi – og OIC er í holt við at seta eina mannarættindanevnd á stovn. Háfloygdu tankarnir um demokrati og mannarættindi aftan fyri ST seyra altso onkursvegna niður gjøgnum skipanina. Hvat er so niðurstøðan aftan á Durban Review Conference? Veldst um eygað, ið sær. Nógvir áhugabólkar eru vónsviknir av, at teirra øki ikki vóru tikin upp á ráðstevnuni – t.d. kastiskipanin í India, rættindi teirra brekaðu, roma­fólkið ella støðan hjá baha’i. Ráðstevnan bar einamest dám av kjakinum um Ísrael og ærumeiðing av religión. Úr nógvum ættum vórðu spurnartekin sett við, um nakar dugur er í ST longur. Tað kann tykjast, sum avdúkaði ”Durban Review Conference” djúpar gjáir millum mentanir, men umvent kann man eisini síggja viljan at fáa semju í lag. Sum Asma Jahangir undirstrikaði: „Tað munar einki at fara frameftir, um eingin annar kemur við“.